Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Tv3 • Sunnudag 12. kl. 20.00 »Fun with Dick and Jane« Húsið stendur til at fara á tvingsilssølu, eingir pengar koma á inn á konturnar, og tað stendur nógv á hjá Dick (Jim Carrey). Kona Dick hevur frammanundan sagt starv sítt frá sær. Men tað er als ikki við í teirra fíggjarætlan, at Dick eisini skuldi missa sína inntøku, bert nakrar fáa dagar eftir, at konan er vorðin heimagangandi. Amr. skemtifilmur við Jim Carrey og sjálvum Alec Baldwin! SvF • Leygardag 11. kl. 13.45 »Føroyar-Eysturríki í Landskrona 12.09.90« SvF endursendir søguliga landsdystin millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona á sinni. Hetta í sambandi við, at vit aftur skulu á vøllin móti Eysturríki. Spennandi verður, hvussu leikur fer á hesum sinni. SvF • Sunnudag 12. kl. 20.00 »Fimm dagar fyri valdið« - 2:2 Kringvarp Føroya hevur gjørt ein eygleiðandi dokumentarfilm um gongdina í valstríðnum upp undir løgtingsvalið í januar 2008. Tvey upptøkulið fylgdu samgonguleiðaranum Jóannesi Eidesgaard og andstøðuleiðaranum Høgna Hoydal teir seinastu fimm dagarnar í valstríðnum. Fríggjadagur 10. oktober 2008