Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 194 - 9. oktober 2008 Stutt Sagt Spania stovnar neyðgrunn Í Suðurevropa eru fleiri av bankunum komnir í somu trupulleikar sum bankar norðari í Evropa og hinu­ megin Atlantshavið. Spanski forsætisráðharrin, Jose Luis Zapatero, kunn­ gjørdi í gjár, at stjórnin hevði samtykt at stovna ein neyðgrunn við 30 milli­ ardum evrum til at styrkja landsins fíggjarkervið. Zapatero boðaði sam­ stundis frá, at ríkiskassin tryggjar øllum innlán í bankunum upp til 100.000 evrur, og tað er tvær ferðir meiri enn tað mestamarkið, sum fíggjarmálaráðharrar­ nir í ES­londunum samd­ ust um fyri nøkrum døg­ um síðani. Í Italia boðaði Silvio Berlusconi, forsætisráð­ harri, frá í gjár, at hann hevði boðað stjórnini á kreppufund at umrøða støð­ una hjá tí fíggjarliga kerv­ inum, tí fleiri av landsins bankum líða undir reming­ unum kring heimin. José Luis Zapatero er spanskur forsætisráðharri Mynd: Polfoto Kvinna stakk sambúgvan Eitt kjak millum tvey sambúgvandi fólk í Esbjerg fyrradagin endaði við, at kvinnan tók ein knív og stakk mannin. Løgreglan í Esbjerg sig­ ur við blaðið JydskeVest­ kysten, at maðurin bleiv stungin íbringuna. Hann bleiv alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð, sum sambært blað­ num eydnaðist væl. Løgreglan sigur, at mað­ urin var farin um tey seksti, meðan kvinnan er væl yngri. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg haldi, at vit eiga at fyrireika okkum til, at USA verður noytt til at tingast við sínar fíggindar David Petraeus, generalur útlond Amerikanski fíggj­ armálaráðharrin, Henry Paulson, hev­ ur biðið um fund við hini londini í G20­bólkinum um fíggjarkreppuna Amerikanski fíggjarmála­ ráðharrin, Henry Paulson, hevur biðið um eykafund í tí sokallaða G20­bólkinum, sum umfatar øll tey størstu ídnaðarlondini í heiminum. Fundarevnið verður krepp­ an á altjóða fíggjarmarknað­ inum, og tí eru tað fíggjar­ myndugleikiarnir og tjóð­ bankaleiðslurnar í teimum einstøku londunum, sum hava fingið fundarboð. Henry Paulson segði á tíð­ indafundi í nátt, at eftir hans­ ara tykki er tað neyðugt við samskipaðum tiltøkum fyri at tryggja altjóða fíggjar­ marknaðin. Hann legði dent á, at tað er neyðugt at fara varisliga fram, so eingin kemur at gera øðrum ónáðir. ­ Myndugleikar í fleiri londum hava og fara at taka stig til at verja síni fíggjar­ kervi, at tryggja peningin hjá borgarunum, men tað er eisini neyðugt at útvega gjaldføri, segði amerikanski fíggjarmálaráðharrin. Hann segði, at hann fer bat tosa við brasilsku stjórn­ ina, sum í løtuni hevur for­ mansskapin í G20­bólkin­ um. David Petraeus, gen­ eralur, sum um stutta tíð fær ábyrgdina av teimum amerikonsku hermonnunum í Afgh­ anistan, heldur, at USA eigur at fyrireika seg til at tingast við sínar fíggindar ­ Í hesum tíðum royni eg at vanda mær um orðini, men mín hugsan er, at vit verða noydd at tingast við fígg­ indan, sigur David Petraeus við amerikanskar fjølmiðlar. Hann leggur dent á, at orð hansara hava einki við am­ erikanska forsetavalstríðið at gera. Í hálvtannað á hevur David Petraeus verið ovasti fyri teimum amerikonsku hermonnunum í Irak, men herfyri fekk hann starv í amerikonsku herleiðsluni og skal millum annað hava ovastu ábyrgdina av teimum amerikonsku hermonnun­ um í Afghanistan. ­ Vit mugu vita, hvønn vit tosa við, og samrøðurnar skulu hava eitt greitt enda­ mál, sigur generalurin, sum fær æruna av, at tað er vorð­ ið rættiliga friðarligt í Irak tað seinasta árið. Seinni í hesum mánaðinum tekur hann við starvinum í amerik­ onsku herleiðsluni. Íslendska fíggjar­ eftirlitið hevur yvirtikið landsins størsta banka, Kaupthing Fíggjareftirlitið skrivar á síni heimasíðu, at avgerðin at yvirtaka landsins størsta banka er eitt neyðugt stig fyri at røkka málinum hjá stjórnini og Altinginum um at fáa bankaraksturin í eina trygga legu og at tryggja innlánini. Samstundis hevur fíggj­ areftirlitið veitt trygd fyri, at øll innlán í Kaup­ thing eru tryggjað. Kaupthing hevur verið sera virkin uttan fyri Ísland, eitt nú í Føroyum og Dan­ mark. Í Danmark eigur bankin millum annað FIH Erhvervsbank, sum er ein av teimum størstu bank­ unum í Danmark. Kaupthing er tann triði bankin, sum tað almenna hevur yvirtikið. Hinir báð­ ir eru Landsbankinn og Glitnir. Ríkið yvirtikið Kaup- thing Amerikanarar eiga at tingast við fíggindan USA vil hava altjóða kreppufund Henry Paulson, fíggjar- málaráðharri, avmyndaður saman við George W. Bush, forseta Mynd: AP David Petraeus, generalur Mynd: Polfoto