Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 9. oktober 2008 31 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Føroyar eru nú ikki Italia ella Frakland! Karel Brückner, landsliðsvenjari Brückner vil hava eitt skjótt mál Tað ljóðar, at eysturríkski landsliðsvenjarin ætlar at spæla við trimum áleyparum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Eysturríksk fjølmiðla­ fólk bera uppá mál, at føroyska landsliðið hevur eina fleksibla ”10­0­0” spæliskipan, har allir á liðnum verja. Venjarin hjá Eysturríki, kekkiski Karel Brückner hevur eina sera einfalda upp­ skrift yvirfyri eystur­ ríksku fjølmiðlunum, um hvussu føroyska liðið skal knekkast. ­ Pressa, pressa, pressa, fáa eina skjóta leiðslu. Hesi vóru einføldu, men greiðu boðini hjá Karel Brückner. Brück­ ner hevur skrivað sær aft­ anfyri oyra, at Rumenia uttan nakra serliga eydnu royndi at spæla seg gjøgnum miðverjuna hjá føroyska liðnum. Tí ligg­ ur tað í kortunum, at eyst­ urríkska liðið fer at royna at spjaða spælið meir út á vengurnar. Eysturríkska liðið plagar vanliga ikki at spæla við trimum áleyparum, men tað er væntandi, at Brückner setur tríggjar áleyparar á liðið leygardagin. Tí, sum Karel Brückner sjálvur sigur. ­ Men, Føroyar eru nú ikki Italia ella Frakland!. Eysturríkski hópurin kemur til Føroya í dag - tveir dagar undan dystinum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Eysturríki vil tryggja sær eina optimala fyrireiking til HM­undankappingardystin ímóti Føroyum á Tórsvølli leygardagin. Eysturríkskir fjølmiðlar hava skrivað um franska landsliðið, sum royndi at lenda tvær ferðir í Føroyum, og eftir fyrru royndina máttu ”Les Bleus” flúgva til Noregs ta ferð­ ina. Tá fraklendingar royndu at lenda á øðrum sinni eydn­ aðist tað við neyð og deyð. Thierry Henry var eisini skelkaður, tá Eurosport vísti honum sjónvarpsupp­ tøkur av ófantaligu lend­ ingini. Slíkt vil eysturríkski hópurin tryggjar sær ímóti, og koma teir tí til Føroya í morgin tveir dagar undan HM­undankappingardystin­ um. Eysturríkski landsliðs­ spælarin, Marc Janko hevur hugt eftir dystunum hjá Før­ oyum ímóti Serbia og Rum­ enia á DVD, og hann sigur, at føroyska landsliðið stend­ ur á vøllinum sum eitt hondbóltslið. Endurtaka ikki franska mistakið Thierry Henry og liðfelagar hansara ásannaðu í fjør, at tað vera nakað buldrut at flúgva yvir Sørvágsfjørð Nikkel Petersen og Magnus Andreasen hava sett ikki færri enn 10 nýggj met fyrstu tveir dagarnar í junior-HM. Metini eru sett á teimum fýra frástøðunum umframt í samlaðu skoruni bogaskjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan hevur verið um satt plettskot, nú Nikkel Peter­ sen og Magnus Andreasen taka lut í junior­HM í boga­ skjóting, har teir báðir skjóta compound. Føroyska úttøkukravið var, at skjótast skuldi til eitt 32. pláss við seinasta HM, og tí skuldu góðar vónir ver­ ið fyri føroysku skjúttun­ um, um teir skutu upp til sítt besta. Og tað kann mann soleiðis hampuliga róliga siga, at teir báðir hava gjørt. Longu fyrsta kappingar­ dagin í Turkalandi skolaðu nýggj met yvir føroyska ferðalagið. Nikkel skeyt tá á 90 og 70 metrum, meðan Magnus í cadet­bólkinum skeyt á 70 og 60 metrum. Og báðir før­ oysku skjúttarnir skutu seg til føroysk met á teinunum. Hjá Nikkel sá annars einki út eftir fyrstu trý umførini á 70 metrum, men við nøkr­ um sera góðum umførum togaði hann seg upp á 313 stig. Og annan kappingardagin gekk eisini upp á stás. Skotið varð her á 50 og 30 metrum. Í báðum førunum skutu føroyingarnir seg eisini til met, og tí hava tær í fyrsta heilta FITA­umfar­ inum skotið met á øllum fýra teinum umframt at samlaða skoran fyri fult FITA­umfar sjálvandi eisini er føroyskt met. Vert er eisini at bíta merki í, at Magnus hevði nøkur framúr umfør á 50 og 30 metrum. Á 50 metrum var hann bert fýra stig frá 10­ ára gamla føroyska metinum fyri vaksin, og á 30 metrum skeyt hann bert eitt stig undir metinum fyri vaksin. 30­meturin hjá Magnusi var eisini tann 10. besti í allari kappingini. Talan er tó um knallharða kapping, sum teir báðir eru í. Í dag verður skotið head­ to­head millum 64 teir bestu skjúttarnar. Her verða skjúttarnir seedaðir, soleiðis at nummar 1 skjýtur móti nummar 64, nummar 2 móti 63 o.s.fr. Nikkel endaði sum numm­ ar 45 í sínum bólki, og tí skal hann skjóta móti numm­ ar 20. Magnus gjørdist nummar 23, og tí skal hann skjóta móti skjúttanum, sum gjørdist nummar 48. Hava skotið 10 met Magnus Andreasen hevur skotið framúr væl, og nú farið verður undir head-to-head partin er han styrkismettur sum nummar 23 Mynd: www.archery-fo.net Metini Skjútti/metrar 90 70 50 30 Samlað Nikkel Petersen 306 313 332 346 1297 70 60 50 30 Samlað Magnus Andreasen 324 329 335 354 1342 FAKTA