hósdagur 9. oktober 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 194 - 9. oktober 2008 ]
Ivasamt
brotsspark
kostaði
U19: Føroyingar
spældu ein
góðan dyst,
men høvdu ikki
neyðugt viðrák í
Hvítarusslandi
Fótbóltur
www.football.fo
- Tað kendist ótrúliga
svárt at síggja okkara
dreingir tapa dystin. Tað
høvdu teir ikki uppibor-
ið, tí teir spældu ein fín-
an dyst við fleiri góðum
málmøguleikum.
Soleiðis sigur Karl
Vidtfeldt, FSF-starvs-
nevndarlimur, og ferða-
leiðari hjá U19 dreingj-
unum, sum eru til EM
undankapping í Hvíta-
russlandi.
Í dag spældi føroyska
liðið tann triðja og sein-
asta dystin á túrinum, og
hann endaði 1-0 til vert-
irnar úr Hvítarusslandi.
Karl Vidtfeldt ásann-
ar, at hvítarussiski sig-
urin ikki var uppiborin.
- Vit áttu eitt fríspark
beint
framman
fyri
teirra brotssteig, og mál-
maðurin átti eftir okkara
tykki at verið útvístur
fyri at støðga ein av
okkara leikarum. Ístaðin
fara hinir í mótálop, og
fáa brotsspark, hóast
teirra maður varð støðg-
aður uttan fyri okkara
brotssteig. So okkara
dreingir vóru rættiliga
uppøstir inn á dómaran.
Karl Vidtfeldt greiðir
frá, at tað skuldi eitt
sindur til at sissa føroy-
ingarnar aftur. Føroyski
ferðaleiðarin heldur eis-
ini, at avgerðirnar hjá
dómaranum vóru trupl-
ar at skilja.
Hvítarussar
vunnu
sostatt dystin 1-0 upp á
brotssparkið, sum teir
fingu í øðrum hálvleiki.
Úrslitið fekk tó ikki
ávirkan á hvat land
kom víðari úr bólkinum,
tí Sveis púra óvæntað
vann 2-0 á Spania, sum
longu hevði tryggjað
sær víðari luttøku.
Føroysku fótbólts
áskoðararnir hava
verið heldur spakir
seinastu tíðina, men
formaðurin í 12.
manni, Regin Egholm,
sigur, at áhugin und
an dystinum hesa ferð
er munandi størri,
enn hann hevur verið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var longu eftir dystin í
Malta á sinni, at føroyski
12. maðurin varð skipað
sum veruligt áhugafelag.
Fram til 2005 ella har á leið
var talan eisini um rættiliga
aktivt felag, ið var partur av
flestu uttanlandsferðum hjá
landsliðnum, har tey settu
dám á býarmyndina, har
spælt varð.
Eisini til heimadystirnar
hjá landsliðnum hevur nógv
verið gjørt burturúr. Seinnu
árini hevur áhugin tó verið
dalandi, men formaðurin
hjá
12.
manni,
Regin
Egholm, roknar tó við nógv-
um áskoðarum leygardagin.
- Tað eru í øllum førum
nógv, sum hava havt á
munni, at dysturin móti
Eysturríki í øllum førum er
ein dystur, sum tey ætla sær
til. So vit rokna við, at
áhugin verður nakað væl
størri, enn hann hevur verið,
sigur Regin Egholm.
Og hvussu fara tit so at
fyriskipa upphitingina til
dystin?
- Tað verður í Bowling-
høllini á Hálsi, sum jú er
tætt við vøllin. Vit eiga ann-
ars eitt stórt telt, og upp-
runaliga ætlaðu vit at nýta
hetta, men veðurlíkindini
eru eitt sindur óviss, og tí
hava vit valt tí tryggu loysn-
ina til hetta. Har fara vit so
at hava andlitsmáling, felags-
sangir og hyggja at Lands-
krona-dystinum. Og hvør
veit, um ikki okkurt gott
tilboð eisini verður í barrini,
sigur Regin Egholm.
Alt hongur saman
Hóast eystureuropisk lið
sjáldan hava drigið tær
stóru áskoðarafjøldirnar til
Tórsvøll ella Svangaskarð,
so er eingin loyna, at tað
var eitt vónbrot við bara
805 áskoðarum til seinasta
landsdystin.
Hesi hoyrdust nóg illa
kring vøllin, og hóast Regin
bæði vónar og ætlar, at
ljóðmúrurin verður settur
hægri leygardagin, so stað-
festir hann eisini, at hetta
hongur saman við avrikinum
á vøllinum.
- Tað er so nógv, sum
spælir inn, so eg fái ikki lov-
að, at tað verður eitt buldur
og brak av okkum. Sjálv-
andi royna vit at stuðla,
men um menninir á vøllin-
um geva tað, sum vit vilja
hava teir at geva, so kemur
alt í øllum førum av sær
sjálvum. Tað hongur jú sam-
an, so hevur liðið ein ringan
dag, smittar hetta helst
eisini yvir á áskoðararnar,
sigur Regin Egholm.
Og tað tykist eisini, sum
hevur Regin vónina um, at
liðið fer at geva øllum tað,
sum bíðað verður eftir. Í
øllum førum er formaðurin
í 12. manni bjartskygdur, tá
vit spyrja, um hann er til
reiðar at koma við sínum
boði um úrslitið leygar-
dagin.
- Einum skoti kann eg
altíð koma við. Tað kostar
so einki. Men vit plaga jú at
hava gott tak á Eysturríki,
tá vit spæla ímóti teimum,
so hví ikki ein tepur 1-0
sigur aftur hesaferð, sigur
Regin Egholm.
Føroyski landsliðs
hópurin savnaðist í
gjár, og seinnapartin
hevði liðið sína fyrstu
venjing
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað stundar av álvara til
landsdystin móti Eysturríki.
Mikudagin um miðdags-
leitið hevði Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari, sett
føroysku spælarunum stevnu,
og seinnapartin hevði hóp-
urin so sína fyrstu venjing.
Við
Rógva
Jacobsen
millum áskoðararnar, nú
hvíld og viðgerð stendur
ovast á hansara ynskilista,
koyrdi Jógvan Martin Olsen
á spælararnar, sum allir
hava sæð fram til júst
hendan dystin nú í lítið
álmanakkaár.
Gitingarnar um lið og
uppstillingar eru helst fleiri
longu nú, og einki er at
ivast í, at Jógvan Martin
Olsen eisini hevur sína
meining um, hvussu hetta
skal síggja út.
Millum tað, sum støða
skal takast til, er í øllum
førum, at bæði Fróði Benja-
minsen og Christian Lam-
hauge Holst nú aftur eru
tøkir. Báðir tveir teljast teir
millum avgjørdu lyklaspæl-
ararar á landsliðnum, og tí
er einki at ivast í, at Jógvan
Martin sendir teir á vøllin
frá fyrsta bríksli, um venj-
ingastøðan bara so dánt er
til tað eftir skaðasteðgirnar.
Hinvegin merkir tað so
eisini, at tveir mans skulu
út. Skal metast eftir útsagn-
unum undan dystinum móti
Rumenia, so vil landsliðs-
venjarin helst sleppa undan
at gera rokeringar, og tí
kann roknast við, at tað
verður mann fyri mann, at
skiftast skal, heldur enn at
finna upp á kreativar flyt-
ingarloysnir.
Tí bendir tað á, at Fróði
Benjaminsen verður aftur í
miðverjuni, og at Holst
kemur
inn
sum
næsti
áleyparin, umframt at Jónas
Tór Næs fer aftur á bakkin,
sum hann røkti so væl fram
til reyða kortið í Beograd.
Nógv størri áhugi nú
Føroysku fótbóltsáskoðararnir hita upp í Bowling-høllini, og so eru teir til reiðar at geva
landsliðnum sín stóra stuðul frá føstu sitiplássunum við endatribunurnar
Niðurteljingin er byrjað
Christian Lamhauge Holst, sum stendur ytstur á myndini, er
heilt víst ein av brikkunum, ið skal passa til puslispælið, sum
Jógvan Martin skal leggja sær til leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Grand Prix-talv í Klaksvík
Sunnudagin klokkan 14.30 verður farið undir annað
umfarið í Grand Prix-kappingini í talvi. Telva verður hesa
ferð í fimleikahøllini í Klaksvík, har sjey umfør eru á
skránni. Telvararnir fáa her eitt korter í part til hvørt talvið.
Kappingin er partur av Grand Prix-kappingini, sum
Talvsambandið skipar fyri, og er hartil eisini partur av
stóru talv-vikuni í Klaksvík, har GM Klaksvík 100
International verður telvd.
Ajax tapti slagið um
Keypmannahavn
Heini Hanusarson og liðfelagarnir í Ajax Keypmannahavn taptu í
gjárkvøldið grannauppgerðini ímóti FCK Håndbold, sum var spæld í
Frederiksberghøllini. Endaliga úrslitið gjørdist 31-25 til FCK Hånd-
bold. Donsku fjølmiðlarnir lýstu uppgerðina at verða uppgerðina mill-
um teir ríku í FCK, og teir fátæku hjá Ajax. Hjá Heina Hanusarsyni
hilnaðist ikki so illa kortini. Hann fekk fýra mál, og hevur Heini
higartil skotið 21 mál í 6 dystum fyri Ajax Keypmannahavn í CBB-
liguni, sum besta hondbóltsdeildin í Danmark verður nevnd. Ajax
liggur næstaftast í deildini við tveimum stigum fyri seks dystir.