hósdagur 9. oktober 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 194 - 9. oktober 2008 ]
Standa í stað
Føroyar standa í stað í botninum á styrkislistanum hjá altjóða fót
bóltssambandinum FIFA. Tað vísir nýggjasti styrkislistin, sum júst
er kunngjørdur. Føroyar eru aftur hesaferð nummar 198 av 207
fótbóltstjóðum í heiminum. Einasta europeiska fótbóltstjóðin, sum
liggur aftanfyri Føroya á FIFAstyrkislistanum, er San Marino, sum
er nummar 200. Trý europeisk lond liggja ovast á FIFAstyrkislistan
um. Europameistararnir Spania eru ovast, Italia er nummar tvey, og
Týskland er nummar trý. Fremsta norðurlandið er Svøríki, sum er
nummar 28. Danmark er nummar 31. Eysturríki, sum Føroyar skulu
spæla ímóti leygardagin, er nummar 82 á FIFAstyrkislistanum.
UEFA óttast skuldina
Europeiska fótbóltssamgongan UEFA hóttir nú feløg, sum
skylda ovurhondsstórar peningaupphæddir. Í gjár kom fram,
at feløgini í ensku Premier League skylda tilsamans slakar
29 milliardir krónur, og tað órógvar leiðsluna í enska
fótbóltssambandinum. Aðalskrivarin í UEFA, David Taylor,
sigur í dag, at UEFA metir ein møguleika verða, at feløg,
sum skylda stórar upphæddir, verða koyrd úr europeiskum
fótbólti í framtíðini. Sambært enska fótbóltssambandinum
standa tey fýra stórfeløgini Manchester United, Liverpool,
Chelsea og Arsenal fyri einum triðingi av skuldini hjá
feløgunum í Premier League.
Ikki er talan um
nakran ársunga,
sum eysturríkska
fótbóltssambandið
hevur sett sum lands
liðsvenjara. Karel
Brückner hevur verið
virkin, sum fótbólts
venjari í yvir 35 ár
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Í heimlandinum Kekkia hev
ur núverandi eysturríkski
landsliðsvenjarin,
Karel
Brückner
eyðknevnið
“Kleki Petra”. Kleki Petra er
høvuðspersónurin í einari
skaldsøgu um ein indianara
ættarbólk í NorðurAme
rika. Við síni krókutu nøs,
og sínum langa, síða gráa
hárið er Karel Brückner
rættuliga átøkur Kleki Petra.
Men hóast heldur villa hárið,
so er talan um ein hin gløgg
asta venjaran í Evropa.
Var áleypari
Karel Brückner er føddur
13. november 1939 í Olmouc
í tí, sum tá nevndist Kekko
slovakia. Sum seks ára
gamal byrjaði hann at spæla
fótbólt í felagnum, Spartak
MZ Olomouc. Brückner
spældi barna og ungdóms
fótbólt við Spartak MZ
Olomouc til hann var 18 ára
gamal. Vaksnamannayrkis
leiðina byrjaði Brückner við
felagnum, TJ MZ Olomouc,
árini 19581965. Kappingar
árið 19651966 spældi hann
við Banik Ostrava. Árini
19661973 spældi hann við
Sigma Olomouc, sum kom
at gerast yndisfelag hansara.
Nógv av hesum kappingarár
unum spældi Brückner í
næstbestu og í triðjubestu
kekkoslovakisku
fótbólts
deildini. Men sannleikin um
stórar venjarar hevur mang
an verið, at teir ikki altíð
vóru millum teir allarmæt
astu fótbóltsspælarnar.
Byrjaði í 1973
Brückner
byrjaði
sum
venjari hjá Sigma Olomouc
í 1973. Felagið hevði tá
sæti í 3. deild. Seint, men
spakuliga gekk rætta vegin
fyri Sigma. Í 1977 høvdu
teir vunnið sær sæti í næst
bestu, kekkoslovakisku fót
bóltsdeildini. Aftaná seks
ár, sum venjari hjá Sigma,
varð tíðin búgvin at royna
aðrar leiðir hjá Brückner. Í
tvey ár vandi Brückner eitt
2. deildarlið, sum nevnist
Zelezarny Prostejov. Àrini
19811983 slapp Brückner
loksins at royna seg sum
venjari í bestu kekkoslovak
isku fótbóltsdeildini. Við
liðnum Zbrojovka Brno
eydnaðist tað Brückner at
gerast nr. 11 í bestu fótbólts
deildini,
kappingarárið
19811982. Í 1983 byrjaði
Brückner sítt næsta tíðar
skeið í Sigma Olomouc. Nú
var felagið í bestu fótbólts
deildini, og tað gekk heilt
væl hjá hópinum. Fyrsta
árið gjørdist teir nr. 6, og
árið eftir nr. 4, so felagið
kvalifiseraði seg til UEFA
Cup kappingina. Men kapp
ingarárið 19861987 gekk
av skriðuni. Sigma gjørdist
nr. 14 í liguni, og Brückner
segði starvið frá sær.
U-21 landsliðið
í eitt ár
Ì 1987 og 1988 slapp Brück
ner at royna seg, sum lands
liðsvenjari. Kekkoslovakiska
fótbóltssambandið setti hann
sum U21 landsliðsvenjara,
men talan gjørdist bar um
eitt ár. Í 1988 vendi Brückner
aftur til felagsfótbólt. Í 1988
1989
vandi
hann
2.
deildarliðið, ZVL Zilina.
Men Sigma Olomouc dróg
aftur, og hesaferð gekk betri
enn nakrantíð í Sigma.
Brückner førdi Sigma til eitt
3. pláss í liguni, og enn
einaferð sluppu teir at royna
seg í UEFA Cup kappingini.
Ì UEFA Cup kappingini
19911992 vann Sigma seg
heilt í fjórðingsfinaluna, sum
gjørdist endastøðin. Fjórð
ingsfinalan var ímóti spanska
fótbóltsrisanum, Real Mad
rid. Næsta kappingarár gjørd
ist Sigma aftur nr. 3, og endu
rvann sætið í UEFA Cup
kappingini.
Í
19941995
hevði Brückner eitt stutt
tíðarskeið, sum venjari hjá
FC Petra Drnovice. Kapping
arárið
19951996
royndi
Brückner seg í slovakisku
liguni, har hann vandi slovak
iska
høvuðsstaðarfelagið,
Inter Bratislava. Í 19971998
vandi hann á fjórða sinni sítt
elskaða felag, Sigma Olo
mouc.
Landsliðini koma
á breddan
Í 1997 byrjaði eisini tann
veruliga yrkisleiðin, sum
kekkiskur landsliðsvenjari.
Karel Brückner hevur havt
tríggjar leiklutir, sum kekk
iskur landsliðsvenjari. Árini
19972001
hevði
hann
ábyrgdina av kekkiska U
21
landsliðnum.
Árini
19982001 var hann hjálpar
venjari hjá kekkiska A
landsliðnum, og árini 2001
2008 var hann høvuðsvenjari
hjá kekkiska Alandsliðnum.
Kekkia spældi seg til EM
endaspælið í 2000, sum var
hildið í Belgia og Hollandi.
Kekkia var í bólki saman
við Fraklandi, Hollandi og
Danmark. Fraklendingar og
hollendingar gjørdist ov
sterkir, og Kekkia endaði á
3. plássi í innleiðandi bólka
spælinum, og máttu teir
siga farvæl til EM saman
við Danmark. Á heystið í
2001, tá tað stóð greitt, at
Kekkia ikki rakk HMenda
spælinum í SuðurKorea og
Japan fekk Brückner høv
uðsábyrgdina av kekkiska
Alandsliðnum.
Kekkia
spældi seg til EMendaspæl
ið í Portugal í 2004. Liðið
var millum favorittarnar at
vinna EM. Fólk minnast
við serligari gleði dystin
ímóti Hollandi, sum Kekkia
vann 32, hóast Holland var
frammanfyri 20. Táverandi
hollendski
landsliðsvenj
arin, Dick Advocaat við
gekk, at hann var taktiskt
útspældur av gamla kekk
iska
revinum,
Karel
Brückner. Men í hálvfinal
uni rendi Kekkia seg í verju
betonmúrin hjá grikkum,
sum sigraðu 10. Brückner
førdi Kekkia til HMenda
spælið í Týsklandi í 2006.
Tað byrjaði væl við einum
30 sigri á USA, men so
taptu kekkar 02 ímóti bæði
Ghana og Italia, og kekkar
máttu heim. Í EMendaum
farinum í Sveis og Eystur
ríki í summar lá tað aftur í
kortunum, at Kekkia aftur
fór at fáa eina góða enda
støðu í einum EMendapæli.
Men í avgerandi dystinum
ímóti Turkalandi í innleið
andi bólkaspælinum gjørdi
kekkiski málverjin, Petr
Cech eitt dropp, sum sjáld
an er sæð í fótbólti fyrr, og
endin var, at Kekkia tapti 3
2. Karel Brückner kundi tó
lyfta høvdið høgt. Hann
hevði ført Kekkia heilt fram
á 2. plássið á FIFAstyrkis
listanum. Kekkia var nr. 8 á
styrkislistanum, tá Brückner
slepti endanum. Nú venur
Karel Brückner Eysturríki,
sum er nr. 82 á FIFA styrkis
listanum. Tað hevur gingið
væl og illa hjá Brückner,
sum eysturríkskur landsliðs
venjari. Eysturríki vann ein
flottan 31 sigur á Fraklandi
á Ernst Happel Leikvøllinum
í Wien, men 4 dagar seinni
taptu teir 02 ímóti Litava í
Vilnius. Karel Brückner og
Eysturríki møta nú Føroy
um, sum eru nr. 198 á FIFA
styrkislistanum. So er at
vóna, at tey 116 plássini,
sum eru millum okkara
landslið ikki fara at síggjast
ov nógv á vøllinum.
Skal føra Eysturríki aftur á slóðina
Karel Brückner er ein av mest virdu landsliðsvenjarunum
yvirhøvur, eftir at hann í átta ár stóð á odda fyri kekkiska
landsliðnum, sum støðugt helt seg í europiska oddinum
Mynd: Polfoto/AP
Spælarar, sum ikki
standa á spælaralist
anum hjá FSF, hava
ikki loyvi at spæla.
Líka mikið um hesir
bert hava umboðað
eitt og sama felag
gjøgnum árini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Páll Mohr Joensen í
fyrraárið gjørdist kendasti
fótbóltsspælarin í Føroyum,
stóðst nógv kjak um, hvussu
hart og kontan spælaralistin
hjá FSF skuldi takast.
Fleiri dømi um spælarar,
sum ikki stóðu á listanum,
vórðu grópað fram, og tí
kjakast varð dúgliga, um
hesir vóru lógligir ella ikki.
Hóast reglurnar um loyv
isbrøv sum so eru púrasta
greiðar, so skapti tað málið
eisini fordømi um, at spæl
arar, sum bert hava umboðað
eitt og sama felag gjøgnum
árini eru at rokna sum
lógligir spælarar hjá hesum
felag. Ein loysn, sum sam
stundis forðaði fyri einum
sonnum regni av kærumál
um. Tí tað finnast hópin av
spælarum, sum av eini
hvørjari orsøk ikki eru
komnir á spælaralistan. Ikki
minst tí hetta sjáldan er
aktuelt, fyrr enn spælari
umhugsar at flyta felag.
Men nú er Agakæru
nevndin so komin til aðra
støðu.
AB kæri nevnliga Skála
fyri nýtslu av ólógligum
spælara, tá liðini dystaðust
í 2. deild. Upprunaliga end
aði dysturin 22, og tað
úrslitið bar við sær, at AB
ikki rakk fram um MB í
dystinum um uppflyting.
Aganevndin hevur tó
gjørt av, at AB skal vinna
dystin. Í niðurstøðuni verð
ur sagt, at brúk av ólóglig
um leikara er álvarsamt
brot á regluverk FSF’s, og
at fordømi er um, at brúk
av ólógligum spælarum er
sektað
við,
at
felagið
verður dæmt at tapa dystin.
Aganevndin
sigur
seg
meta, at tey ikki ikki kunnu
síggja burtur frá slíkum
fordømum, men tað verður
so ikki staðfest, um tey
eisini hava tikið atlit til
fordømini,
sum
vórðu
skapt í 2006 um spælarar,
sum bara hava umboðað
eitt og sama felag.
Skála hevur tó kært dóm
in til yvirkærnevndina.
Nýtt fordømi frá Aganevndini