hósdagur 9. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 194 - 9. oktober 2008
Vangina var dóttir Poul
Johannes
Joensen
f.
10.8.1820 í Kollafirði d.
1888 og Anne Elisabeth
Fredreikke
Joensen
f.
Heinedatter í 1819 í Havn.
Pápin var vanliga nevndur
Skora
Pól.
Hann
var
uppsitari á sorinskrivara
garðinum í Norðradali.
Tey áttu 10 børn. Fýra
teirra doyðu smá. Tey, sum
komu undan, vóru:
Henrietta Poulsen. F. 1849.
D. 1919 á Hvítanesi.
Giftist 1875 við Hans
Andrias Joensen Nybo.
Búðu á Hvítanesi.
Hanna Maria Poulsen f.
1849, tær vóru tvíburar.
Deyð í 1917. Giftist 1874
við Bærent Marius Daniel
sen. Pápi hansara Daniel
var ein av niðursetumonn
unum á Hvítanesi. Í eini
komandi Miðviku verður
greitt nærri frá hennara ætt.
Jens Hendrik Julius
Poulsen f. 1859. Giftist í
1878 við Karin Cathrina
Christiansen, f. 1846 í
Syðradali, d. 1943 í Havn
Joen Pauli Poulsen, f.
1854. D. 1901. Giftist í
1884 við Nicoline
Johannesdatter f. 1844 í
Tórshavn.
Emillia Henrikka Poulsen
f. 1859. Giftist í 1896 við
Samuel Andreas Joensen,
f. 1868 í Funningi. Hann
var politistur.
Vangina, (18621925)
vanliga nevnd Gina, var
yngst av teimum seks
børnunum sum komu til.
Øll eru fødd í Norðradali.
Tey, sum giftust, giftust í
Havnar kirkju.
Vangina varð svikin av
dronginum
Nena Danielsen greiðir frá,
at hon hevur hoyrt frá
familjuni, at Vangina var
trúlovað sum ung. Drong
urin fór til Grimsby at sigla
við trolara. Ætlanin var, at
tey skuldu giftast, tá ið
hann kom aftur. Men so
bleiv ikki. Drongurin fann
sær konu í Grimsby og kom
ongantíð aftur. Gina átti
hús á Hoyvíksvegnum. Hon
livdi ógift allar sínar dagar
og vaskaði skrivstovurnar
hjá embætismonnum og
sparikassanum í Havn. Hon
hevði góðar hendur at virka
tað, sum fyri lá. At hon var
nógv vird í sínum virki
sýndi stóra fylgið, tá ið hon
fór til gravar. Millum hesi
vóru tey, hon hevði arbeitt
fyri, og sum vóru roknað
fyri at vera elitan í Havn.
Jóan Pauli druknaði á
Havnarvág
Ein beiggi Ginu var Jóan
Pauli í Dandastovu. Hann
var skómakari og fergu
maður. Um hann greiðir M.
S. Viðstein millum annað
frá:
Tað var í 1901 eitt ill
veðurskvøld, at Jóan Pauli
var farin umborð á bretska
herskipið Bellona, sum lá
langt úti á Fossinum. Við
honum var Sven Arnason,
pápi Herluf. Tað leið út á
kvøldið, og teir komu ikki
aftur í land. Heima góvu
tey seg til tols við, at teir
helst gistu umborð um
náttina, tí tað var bæði
óveður
og
bølamyrkur.
Náttin leið og eingin vardi
av vanda. Men í Rættará
varð fólk vakt á midnátt av
rennvátum manni, sum ikki
rættiliga fekk orð fyri seg,
men sum kundi greiða frá
vanlukkuni, sum var hend.
Hetta var Sven, sum illa at
holdum komin, hevði leitað
sær fram at húsinum hjá
Hans í Rættará. Tá vísti tað
seg, at Sven og Jóan Pauli í
myrkrinum høvdu róð seg á
ein flúr í Álakeri og báturin
var hálvdur.
Tað
varð
beinanvegin
farið leitað, og seinni var
Jóan Pauli funnin deyður.
Eftir sótu konan Nikolina
og sonurin Pól, sum tá var á
15. ári.
Pól var tískil ungur, tá ið
hann tók við sum flutnings
maður eftir faðir sín. Hann
var raskur, fryntligur og
hjálpsamur og skjótt kom
hann var vera av kendastu
flutningsmonnum.
Elias í Rættará bygdi
nýggjan flutningsbát til Pól.
Hann var sum eitt seks
mannafar til støddar og
hevði stór setur aftan. Tvørt
ur um setrið stóð ein breið
bakfjøl, har tað við gyltum
stavum stóð “Færge 25
Øre.” Tað var dagur í viku,
tá ið nýggi flutningsbáturin
hjá Pól hjá Jóa legðist fyri
íla út fyri Müllersbrúgv.
“Hurrá fyri ferguni hjá Pól
hjá Jóa!” róptu smádreingir
nir niðri við Eystaruvág.
Tað vóru eisini góðar grund
ir til at heiðra Pól hendan
dagin, tá ið hann hevði
fingið nýtt far til at røkja
tað starv, sum hann hevði
tikið við eftir faðir sín.
Skora Pól var ein kempa men
hevði ein veikleika
Í gamla kirkjugarði í Havn er ein litillátin gravsteinur, har tað hómast innskriftin: Vangina Poulsen. Sum øll onnur
hevur hon sína søgu, sum vit fara at greiða frá. Umframt fara vit at umrøða pápa og beiggja Vanginu, sum vóru væl
kendir í síni tíð
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
JOVINA DJURHUUS
F. NYBO
F. 14-1-1876
D. 23-4-1932
CHRISTIAN DJURHUUS
F. 25-7 1878
D. 26-12 1968
TAKK FYRI ALT
VANGINA POULSEN
F. 15.10.1862
D. 16.6. 1925
F. v. Henrietta, kalla Jetta, dóttir Skora Pól, Kalla, dóttir Milju hjá Skora Pól, Poulina gift við
Jógvan, sonur Henriettu hjá Skora Pól. Jetta situr undir Hans Petur, sonur Jensinu, sum var
dóttir Hannu hjá Skora Pól
Jovina g. Djurhuus, sitandi, dóttir Jettu hjá Skora Pól, saman
við dóttir síni Hertha. Niðari gravsteinurin er settur yvir hana
og mannin Christian Djurhuus, ættaður av Selatrað.
Myndirnar er frá Inger Hansen