hósdagur 9. oktober 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 194 - 9. oktober 2008
Tónleikur
UMMÆLI
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Tað eru fá støð, ið egna seg so
væl til framførslur sum loftið á
Norðurbryggjuni. Ein er noyddur
at sita á einum hørðum gólvi (um
tú ikki ert í góðari tíð og fær eitt
av teimum fáu sitiplássunum
aftast) og betri annlegg eru til,
men hugnaligu hølini við sínum
skráveggjum og síni slitnu út
sjónd syrgja fyri, at eingin bólkur
ella einstaklingur kann geva
umstøðunum skuldina, um fram
førslan ikki gongur eftir ætlan.
Men hetta høvdu hvørki Gestir
elle ORKA fyri neyðini, tí báðir
bólkar góvu okkum meiri enn
nokk fyri pengarnarnar.
Broytingar - gott ella ringt?
Gestir løgdu fyri, og tey, sum
hava fylgt eitt sindur við, vita, at
tað hava verið nakrar útskiftingar
í bólkinum. Knút Háberg Eystur
stein (ljómborð) er ikki við long
ur, og Jens Thomsen er nýggjur
bassleikari í bólkinum. Og hetta
hoyrdist aftur.
Uttan at taka munnin ov fullan,
so hevur sveimandi og sermerkta
spælið hjá Knúti altíð verið eitt
eyðkenni hjá bólkinum. Tað hev
ur verið við til at geva Gestum
teirra egna sound, og á ein ella
annan hátt verið eitt mótspæl til
gittararnar hjá Ólavi og Torfinni.
Tí tyktist tað til tíðir eitt sindur
tómt undir framførsluni. Og tá
var einki galið við handverkinum
hjá teimum fýra limunum í bólki
num. Teir spældu væl og spældu
sum ein eind. Men eg saknaði
Knút.
Hinvegin so var tað feitt at
hoyra Jens, sum avgjørt gevur
Gestum nakað nýtt á bassinum.
Hann svingar væl og gjørdi nógv
nýtt og egið.
Nýtt og við farti á
Gestir høvdu nógv nýtt tilfar,
sum mær dámdi væl. Elektriskar
trummur og synthbassar vóru við
til at krydda nýggju sangirnar, og
hetta riggaði væl. Gleði meg til
at hoyra næstu fløguna hjá
teimum.
Serliga síðsta lagið »Bjarging
in« riggaði væl. Gestir hava altíð
dámt best seigar og seinar rútm
ur. Teir hava ongan skund, so at
siga. Men síðsta lagið koyrdi
dupult so skjótt, sum nakað
annað, eg áður havi hoyrt frá
teimum. Og mær dámdi væl
nýggju ferðina. Meiri av tí.
Gandafrymilin
Tað tók eina løtu at seta øll ljóð
førini hjá ORKA upp, so tíð var
til at keypa sær okkurt drekkandi
og práta við vinir og kenningar.
Til »føroyaframførslurnar« í
Keypmannahavn savnast altíð
nógvir føroyingar, og fyri nógv
av hesum er tað líka nógv felag
skapurin sum tónleikurin, ið
dregur. Og á Norðurbryggjuni
hetta kvøldið var lagið gott og
nógv prát. Av tí sama sluppu
ORKA at spæla eitt gott petti av
fyrsta lagnum við fylgispæli frá
vælhýrdu fjøldini. Riggaði bara
heilt væl, spyrt tú meg.
Havi onkuntíð hugsað um, hvat
tað er, ið ger ORKA til nakað
serligt. Tí teir eru ikki sum aðrir
bólkar. Er tað bara, tí at ljóðfør
ini eru heimagjørd? Ella er tað tí,
teir veruliga gera tónleik, sum
heldur? Eg trúgvi, at tað eru hesi
bæði saman, ið skilja bólkin frá
øðrum. At fáa so nógv skrambul
tunnur, slíparar, kustar, ruskíløt
at ljóða so feitt og vakurt, er
mítt skot uppá gandafrymilin.
Ljóð, sum tú vanliga ikki hoyrir í
tónleiki, og sum hvør sær ljóða
undarligt, verða sett saman og...
simsalabim: genialur tónleikur.
ORKA spældi fleiri løg av
teirra fløgu Livandi oyða. M.a.
»Volmar«, »Fjøllini standa úti«
og »Myrkursins muður«, sum so
smátt eru við at seta seg fast í
Okkurt nýtt, okkurt
spennandi og okkurt neiligt
Tvey av mest spennadi nøvnunum
innan føroyskan tónleik spældu á
Norðurbryggjuni í Keypmannahavn
fríggjakvøldið. Nógv fólk var til staðar, tá
ið Gestir og ORKA vístu, hvat teir dugdu
Nógv av fólki
– kanska serliga
føroyingar – var
møtt upp at lurta
eftir bólkunum
báðum, ið sambært
ummælaranum
góvu eina góða
konsert
Myndir: Sunva Eysturoy
➘