hósdagur 9. oktober 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 9. oktober 2008
45
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
minnið á fólki, tí væl varð sungið
við. Og eins og Gestir spældu
ORKA nógv nýtt, ið boðaði frá
góðum.
Fyrstu neiligu orðini nakrantíð
Alt tað, eg nakrantíð havi lisið
um ORKA, hevur bara verið
gott. Ikki eitt neiligt orð. Og í
summar skrivaði eg eitt ummæli
av teirra framførslu á G MINI!,
har jaligu lýsingarorðini stóðu í
kø. Einki ringt at finna. Men
meðan eg sat á harða gólvinum á
Norðurbryggjuni og lurtaði, helt
eg eina løtu, at sangirnir líktust
eitt sindur ov nógv. Ella tað var
serliga sangurin hjá Kára Sverris
syni, ið eg helt vera eitt sindur
monotonan. Saknaði eitt sindur
størri breidd í tónastrekkinum,
fyri at gerast heilt tekniskur.
Nógv av tí, sum Kári syngur, eru
yrkingar av ymsum slag (m.a. av
Jóanes Nielsen), og til tíðir ljóð
aði tað meiri sum upplestur við
lagi enn veruligur sangur. Ov lít
ið, ið varð sitandi í mínum høvdi.
Stoltur heim í song
Tá ið báðar framførslurnar vóru
av, stillaði DJ Knýtil (Knút
Háberg Eysturstein) seg handan
knøttar og teldu og spældi sín
tónleik, sum hann eisini hevði
gjørt áðrenn og ímillum fram
førslurnar. Og aftaná enn meiri
prát og enn meiri látur, fór eg
vælnøgdur og – av onkrari undar
ligari orsøk – stoltur heim í song.
ORKA og Gestir høvdu
seinasta fríggjakvøld
konsert í Norðurbryggjuni í
Keypmannahavn
Myndir: Sunva Eysturoy
Komandi fríggjadag
skipar Sinnisbati í
samband við Altjóða
Sálarheilsudagin fyri
ókeypis konsert í
Reinsarínum við millum
annað Kára P,
Tinganest, Lenu &
Niclas og Boys in a
Band. Konsertin kallast
Mind the Music
Fríggjadagin 10. oktober er
Altjóða Sálarheilsudagur, og
eins og aðrastaðni kring heimin
verður eisini her í Føroyum
skipað fyri tiltøkum, sum á
ymiskan hátt skulu slóða fyri
størri opinleika og kunnleika
um sálarheilsu.
Í ár er heitið á Sálarheilsu
degnum “Nem Sálina”, og
hendan dagin verður ein røð av
tiltøkum ymsastaðni í Tórsgøtu,
ið eru viðkomandi fyri heitið.
Tónleikur er eitt av evnunum,
sum nema sálina, og í samstarvi
við fleiri av okkara best viður
kendu tónleikarum verður
endabrakið á Sálarheilsudegnum
ein fjølbroytt konsert til frama
fyri størri tolsemi og opinleika í
samfelagnum, nevniliga Mind
the Music, ið Sinnisbati stendur
aftanfyri.
Bólkarnir, ið framføra, eru:
sangskrivararnir Líggjas &
Flóvin, ið vit kenna best úr
bólkinum Deja Vu, og sum nú
eru farnir í gongd við sítt egna
projekt og at framleiða egið
tilfar; ein av okkara kærastu
trubadurum, Kári P, ið hevur
víst væl og virðiliga seinastu
árini, at hann kann blotna
eitthvørt hjarta við sínari
eykendu rødd og vøkru løgum;
komponisturin og filmmakarin
Heiðrik á Heygum, ið júst er
heimafturkomin úr Danmark og
hevur sína fyrstu konsert her á
landi í langa tíð; heitu og vøkru
Lena og Niclas, sum altíð
megna at hugtaka hvørt lurtandi
oyra við fangandi løgum og
søgusigandi tekstum;
Tinganest, hvørs ómissandi
vilji at tendra í veitsluhugna
og góðan hýr er sikkur í at
blíva eitt hitt hetta kvøldið;
og síðst men ikki minst
orkuríku Boys in a Band,
sum elska at spæla og
undirhalda við sínum
framúrskarandi løgum og
hvørja einastu ferð gera
tað av øllum hjarta.
Lena og Niclas fara á pallin á
midnátt í annaðkvøld til hesa
ókeypis konsertina, ið hevur til
endamáls at varpa ljós á og skapa
meira opinleika fyri sálarsjúkum
Mynd: Álvur Haraldsen
Ókeypis konsert í Reinsarínum
á Altjóða Sálarheilsudegnum
Skráin er hendan:
22:00 – 22:30
Líggjas & Flóvin
22:40 – 23:10
Kári P
23:20 – 23:50
Heiðrik á Heygum
00:00 – 00:30
Lena & Niclas
00:40 – 01:10
Tinganest
01:20 – 01:50
Boys in a Band
Konsertin byrjar
kl. 22.00 stundisliga,
og tað er ókeypis
atgongd
Fríggjakvøldið 10. oktober klokkan 22.00 er konsertin Mind the Music í Reinsarínum, har millum annað Boys in a
Band skulu framføra. Boys in a Band er síðsti bólkurin hetta kvøldið og spælir klokkan 01.20, beint aftaná Tinganest
Mynd: Kristfríð Tyril