hósdagur 9. oktober 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 194 - 9. oktober 2008
hesaferð
Elduvík, Oyndarfjørðu
& Hellurna
26. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í
náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum
myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum
ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr
høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella
seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit
í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og
Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyrr í ár
hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og
norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur,
fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr
Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti
Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langa-
sandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga
onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv
órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu
vit myndir av Oyrarbakka og Norðskála, sum hoyrir til Sunda
kommunu og úr Svínáum, ið er undir Eiðis kommunu. Í 9. parti
vóru vit í hinum báðum bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og
Eiði, 10. partur var úr norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv,
og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar komm-
unu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík, meðan 13. partur var úr
teimum smærru bygdunum í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og
við Strond. Í 14. parti vitjaðu vit í Haraldsundi, Kunoy og
Árnafirði, í 15. parti otaðu við okkum norður til Norðtoftir,
Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í 16. parti vóru vit aftur
í Streymoynni við bygdunum fyri vestan, Skælingi og Vest-
manna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at onki órudd var at
finna í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku við tí, tit
íbúgvar har. Síðani stóð Føroya reinasta bygd í 2008, Sanda-
vágur, fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at fara eftir.
Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við havnalagið í
Miðvágs-Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit fram í Vágum við
hinum bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø og Gásadali,
meðan 19. partur var úr Sandoy og Skúvoy.
Í 20. parti vóru við í Rituvík, á Rituvíkshálsi og í Æðuvík.
Rætt skal vera rætt. Hvørki í sjálvum bygdunum, Rituvík og
Æðuvík, var nógv at síggja. Tí vóru flestu myndirnar av
ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi. Í 21. parti vitjaðu vit granna-
bygdirnar, Nes og Toftir. Á Nesi var lítið at síggja, men hóast
Nes kommuna fekk heiðursløn fyri best røkta vinnuøki, var ikki
torført at fáa myndir av óruddi við havnarlagið á Toftum. Í 22.
parti vóru vit í Runavík, Saltangará og Glyvrum, og heldur ikki
har vóru trupulleikar at finna órudd.
Í 23. parti hildu vit fram norður eftir eystara armi á Skála-
fjørðinum við Lambareiði, Lamba, Søldarfirði og Skipanesi.
Myndirnar úr 24. parti vóru vit í Gøtu og Leirvík, har nóg
mikið var at taka av, og tað er var tað eisini í Kambsdali og
Fuglafirði, haðani myndirnar í seinasta parti vóru frá.
Í dag halda vit fram í Eysturoynni í bygdunum Elduvík,
Oyndarfirði og Hellunum.
Heimsins reinasta
Oyndarfjørð
Oyndarfjø
Hellurnar
Elduvík
Elduvík
Hellurnar
Oyndarfjørður