Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 9. oktober 2008 47 a oyggjaland Lagt til rættis: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala yvir ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgd­ ina av, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum. Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Allur bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda upp ymsastaðni. Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við, til vit hava verið um alt landið. Oyndarfjørður ður ørður Oyndarfjørður Oyndarfjørður Oyndarfjørður Oyndarfjørður Oyndarfjørður Oyndarfjørður Oyndarfjørður