fríggjadagur 10. oktober 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 10. oktober 2008
3
tíðindi
Eg havi verið í
klørnum á einum
psykopati, har eg
var sum ein fluga í
einum lokkaneti av
lyftum og lygnum,
sigur 24 ára gamla
havnargentan
Mariann Poulsen við
Sosialin
Mariann og
Lundin
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í dag kemur 24 ára gamla
Mariann Poulsen heim til
Føroyar. Heim at gera tað
gott aftur við føroysku
familjuna og dóttrina, sum
hon sveik, tá ið hon gifti
seg við tiltikna danskt/
amerikanska
hópdráps
manninum Peter Lundin í
Statsfængslet
Østjylland
fyri tólv døgum síðani. Nú
hevur hon søkt um hjúna
skilnað.
Eg skilji væl, at fólk eru
vónbrotin av mær, tí eg havi
svikið tey nakað so illa.
Tann einasta sum eg ikki
skilji, er meg sjálva, sigur
Mariann Poulsen í telefon
samrøðu við Sosialin úr
Keypmannahavn. Seinna
partin í dag hava vit avtalað
eina størri samrøðu, sum
verður prentað í blaðnum
mánadagin.
Ótrúskapur
vakti hana
Mariann Poulsen er bæði
kedd og ørkymlað, nú hon
er vorðin stóra samrøðuevni
bæði her heima og niðri í
Danmark, har miðlar og
myndafólk renna aftaná
henni, hvar hon stendur, og
hvar hon fer. Tá hon gifti
seg við Lundin, hevði hon
ikki roknað við, at tað fór at
koma út um allar geilar.
Men, tá eg kom út úr
fongslinum
tann
dagin,
stóðu umboð fyri danska
Ekstra Bladet longu uttan
fyri og tráspurdu meg um
alt møguligt, greiðir Mari
ann Poulsen frá. Tí kom tað
heldur ikki óvart á, tá søgan
lak út longu fáar tímar
aftaná.
Tá var eg bæði ørkymlað,
skelkað og hevði bara hug
at rýma langt langt burtur,
sigur Mariann Poulsen, sum
nú er sannførd um, at hjúna
lagið við Peter Lundin er
tað býttasta hon nakrantíð í
lívinum havi gjørt.
Men tað var ikki fyrrenn
Peter Lundin varð avdúkað
ur fyri at hava svikið hana
við einari aðrari kvinnu, at
veruleikin gekk upp fyri
henni. Hetta var eftir at ein
kvinna ringdi og skeldaði
hana út fyri at hava gift seg
við sjeiki sínum.
Tá gekk tað veruliga
upp fyri mær, at hann hevði
logið og lumpað meg alla
tíðina, og brádliga sá eg,
hvat eg hevði verið offur
fyri, sigur Mariann Poulsen,
sum lærdi kenda hópdráps
mannin Peter Lundin at
kenna longu sum 15 ára
gomul, tá ið hon skrivaði til
hansara fyrstu fer. Mariann
Poulsen hevur altíð havt
stóran áhuga fyri sálarfrøði,
og hetta var eisini orsøkin
til, at hon upprunaliga setti
seg í samband við hendan
londarfulla mannin, sum
hon hevði sæð í sjónvarpi
num, har hann málaði and
litið svart og hvítt. Hetta
sambandið varð tó avbrotið
aftaná hálvtannað ár av
mammu Mariann, sum ikki
var greið um, at sambandið
varð
uppafturtikið
fyri
tveimum árum síðani.
Í klørnar á psykopati
Síðan hava tey bæði hildið
sambandið við líka við
brævasamskifti, tímalong
um telefonsamrøðum og
vitjanum í fongslinum.
– Nú síggi eg, at eg havi
verið í klørnum á einum
ørum psykopati. Síðstu tíð
ina havi eg verið sum ein
fluga í einum lokkaneti, ið
eg ikki havi kunnað slitið
meg leysa úr, sigur Mariann
Poulsen, sum vil vera við,
at hon varð lumpað inn í
hjúnalagið við Lundin.
Kanska ljóði eg naiv.
Men fólk ana ikki, hvussu
tað er at koma í klørnar á
einum slíkum persóni, sigur
Mariann Poulsen.
Hetta hevur verið sum
ein langur rúsur, har hann
hevur trilvað meg inn í ein
heim av lygnum og lovorð
um um, hvussu fantastisk
eg var, og at hann kundi
ikki liva uttan meg, sigur
Mariann Poulsen, sum veru
liga kendi tað, sum elskaði
hon Peter Lundin. Nú veru
leikin er gingin upp fyri
henni, vil hon bara skiljast
aftur.
Hetta er ikki eitt lív at
bjóða dóttrini. Nú komi eg
heim eftir henni, og síðani
er ætlanin at fara niður aft
ur, sigur Mariann Poulsen.
Fimm ára gamla dóttirin er
í løtuni hjá pápanum, men
Mariann
Poulsen
hevur
fullan foreldramyndugleika
yvir henni.
Fer at skriva bók
Mariann Poulsen sigur, at
orsøkin til skilnaðin er ikki,
at Peter Lundin hevur verið
ótrúgvur. Tað hevur annars
verið at hoyrt í donskum
miðlum seinastu dagarnar,
at hann skal hava gjørt eina
aðra kvinnu við barn.
Eg kenni hasa gentuna,
sum sigur seg vera við barn
við honum. Men gjøgnum
fongslið veit eg, at hon
hevur ongantíð verið inni
hjá honum. Harafturímóti
hevur hann svikið meg við
eksdamu sínari, sum nú
vísir seg ikki at vera nøkur
eksdama, men elskarinna
hansara,
sigur
Mariann
Poulsen.
Tað ringasta er, at eg
havi svikið øll tey heima í
Føroyum, sum eru góð við
meg. Serliga mammu mína,
sum er djúpt ólukkulig, og
pápa dóttrina, sigur Mari
ann. Poulsen, sum nú ynskir
sær eitt vanligt lív.
Eisini ætlar hon at skriva
eina bók um tað, sum hon
hevur upplivað: Um bræva
samskiftið við Lundin, sum
byrjaði tá hon var bert 15
ára gomul, um forholdið
við Lundin, og um miðlar
nar.
Opinleiki fyri
frið skyld
Mariann Poulsen hevur valt
at standa fram við søgu sín
ari, tí hetta hevur føroyski
advokaturin, Jógvan Páll
Lassen, mælt henni til.
Her er so nógv rok um
hana nú, at tað einasta rætta
er at tosa opið um alt. So
nýtast fólk ikki at gita og
fritta hana, og hon kann
koma heim at fáa frið og
halda heystferiu nú, sigur
Jógvan Páll Lassen við
Sosialin.
Mánadagin prentar Sosial
urin eitt longri prát við
Mariann Poulsen.
og lumpaði meg
Kvinnur, sum forelskað
seg í psykopatum:
Psykopatar eru eyðkendir fyri at vera sjarmerandi,
dominerandi, vandamiklir og spennandi. Nógvar kvinnur
fella fyri hesum monnum.
Sandra L. Brown, sum hevur skrivað bókina: Women Who
Love Psychopaths, býtir hesar kvinnur upp í tríggjar
høvuðsbólkar:
1. Kvinnur, ið eru sálarliga veikar.
2. Tær, sum ynskja at gerast partur av viðgitni
hansara.
3. Hjartagóðar og empatiskar kvinnur, sum gloyma
seg sjálvar, og ynski at hjálpa psykopatinum.
Kelda: Sandra L. Brown: Women Who Love Psychopaths
Miðlarnir bjóða pengar
og ferðaseðlar
Síðan miðlarnir fingu frænir av, at føroyska Mariann Poulsen
hevði gift seg við hópdrápsmanninum Peter Lundin, hava
teir kastað seg yvir hana. Eitt nú koma umboð fyri danska
Ekstra Bladet við flogfarinum til Føroyar seinnapartin í dag,
og vikubløð og avísir hava bjóðað henni og familjuni pengar
og ferðaseðlar fyri søguna.