Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 195 • 10. oktober 2008 skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Hasin mjørkin var tjúkkur Tað var tjúkt og ólagaligt veður á danska festivalium, har vóru bert 16.000 fólk komin, men tá tað klárnaði í vóru 24.000 fólk. Rás2 Klókir sundalagsmenn Í Sundalagnum er frøðin stór eftir at EB/Streymur vann 2-1 móti Víkingi Dimma.fo Gevst hann so aftaná? Schandorff skal døma til OL Sosialurin Hálvleikur áðrenn dystin Spælararnir hjá EB/Streymi høvdu helst fingið eina góðu moralprædiku í steðginum, tí teir vóru sum rættir úlvar fyrsta partin av fyrra hálvleiki Dimma.fo Ja, hvat tá! - Vit fara at miðja eftir at fáa eina kvinnu í landsstýrissessin, men ber tað ikki til, so verður tað ein maður, sigur hann. Formaðurin í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi við ÚF 3 ella 4? Krzysztof Popczynski hevur verið venjari í trimum føroyskum feløgum. Hann var leikandi venjari í VB, har hann var í trý ár, hann var venjari í Gøtu, har hann eisini var í trý ár til hann tók við sum venjari hjá HB í 2006. Har megnaði hann at gerast føroyameistari í 2006, men longu árið eftir varð hann uppsagdur, og stutt eftir tað tók hann so við starvinum sum venjari hjá TB. Flúgvandi byrjan Antin hevur onkur lyft hendan bilin upp frá, so at hann ikki skal fara nakran veg, ella er endamálið at fáa eina flúgvandi byrjan – ella rullistart. Hvar er kavin? Ja, her liggur væl fyri at skeiða, og ávaringarskelti ger øllum púra greitt, at her skulu bilførarar ansa sær, tí børn skreiða. Lendið sær eisini út til at verða væl egnað til at skreið á, men tað einasta, sum manglar er kavin – og tað er vælsaktans rímiliga avgerandi fyri møguleikarnar fáa ferð á sleðuna. Svínabundin Eitt hugtak er, at bátar kunnu verða svínabundnir við bryggjuna, men tað er ikki júst tað, sum hesin báturin í eini bygd norðanfyri er. Í øllum førum hevur onkun roynt at vissa sær, at báturin ikki fer at flog – ella á sjógva Øðrvísi hondtak Við hvørt eru góð ráð dýr – men neyðin lærir nakna kvinnu at spinna. Eigarin av hesum bilinum hevur í øllum føroyum nýtt vit og skil fyri at sleppa fram at viðførisrúminum. Lásið og handtakið rigga eftir øllum at døma ikki sum tey skula, og so ber kanska til við hesum øðrvísi hondtakinum. Væl lastaður bilur Onkuntíð verður sagt, at tann dovni ger heldur enda á sær enn at ganga tvær ferðir, og kanska ger tað seg eisini galdandi í hesum føri. Ella er førarin av hesum bilinum bara óvanliga raskur og kringur at lasta bilin hjá sær. Og so ræður um at koyra eftir umstøðunum...