fríggjadagur 10. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 195 - 10. oktober 2008
“Hvussu hava tey
avvarðandi tað, tá
ein av teirra kæru
verður innlagdur
á eina psykiatriska
deild?” Henda spurn
ingin hevur Annlis
Bjarkhamar, samskip
ari lýst í eini ritgerð,
sum varð løgd fram
fyrrapartin. – Hjá
mongum avvarðandi
var hetta fyrsta
ferðina, at tey sluppu
at siga sína søgu, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Íalt hevur hon tosað
við 30 mammur,
pápar, systkin,
makar og børn um
teirra royndir sum
avvarðandi
SálarSjúka
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Eirargarður: - Tað er ræðu-
ligt at liva so tætt at einum
sálarliga sjúkum fólkum. Tú
ert snøgt sagt fastlæstur!
So beinrakið lýsir makin
hjá einum sálarliga sjúkum
støðuna, sum viðkomandi
er í sum ein av mongum
avvarðandi.
Í samrøðum við Annlis
Bjarkhamar hevur hesin
makin greitt frá sínum
upplivingum í eini støðu,
sum triði hvør føroyingur
einaferð í lívinum kemur at
standa í.
Bóklingurin »At hugsa
við hjartanum« varð lagdur
fram á tíðindafundi í Miðla-
húsinum í morgun, og her
varð víst á, at hesin bólkurin
av fólkum er sera illa fyri.
Tí, sum hesin makin sigur
tað so beinrakið:
- Sum avvarðandi av ein-
um sálarliga sjúkum sleppur
tú ongan veg, og tú torir
heldur ikki at gera nakað!
Í dag er Alheims Sálar-
heilsudagur, og tað er í hes-
um sambandi, at almenn-
ingurin á fyrsta sinni fær
kunnleika um, hvussu tað
er at vera avvarðandi hjá
einum sálarliga sjúkum.
Vónað verður, at broyt-
ingar fara at verða gjørdar í
umstøðunum hjá hesum
bólkinum ið mest hevur
verið merktur av tabu, tøgn
og tutli í krókunum. Seinna-
partin í dag var fundur við
politiska myndugleikar um,
hvussu ein kann fáa fleiri
og betri tilboð til tey sálar-
liga sjúk og avvarðandi
teirra.
Júst teirra søga
Annlis Bjarkhamar hevur
sjálv verið avvarðandi hjá
einum sálarliga sjúkum, og
veit tí rættiliga nógv um
støðuna hjá teimum.
Í arbeiði sínum við rit-
gerðini kom tað aftur og
aftur til hana, at tey avvarð-
andi sótu við ótta og í iva,
og vóru mangan hjálparleys.
Ósvaraði spurningur teirra
var, hvar hjálp var at fáa?
- Við hesum samrøðunum
hava tey ynskt at gera vart
við støðuna. Hetta var eisini
fyrstu ferð, at nakar var
áhugaður í at hoyra júst
teirra søgu.
- Hesin veruleikin merkti
tí eisini samrøðurnar: Tað
var rættiliga trupult hjá fleiri
teirra at hava fokus á sær
sjálvum, tí tey snøgt sagt
ikki vóru von við tað, greiðir
Annlis Bjarkhamar frá.
Í teirra barmi liggur eisini
ein ótti fyri, hvat onnur fara
at siga og reagera um og tá
tey greiða frá viðurskiftum
sínum. Tað er tí heldur ikki
uttan orsøk, at Annlis kundi
staðfesta, at tað er trupult
hjá teimum at finna accept
at tað er í lagi at vera
avvarðandi.
- Teirra hægsta ynski var
kortini tað, at tey fáa onnur
at skilja og hjálpa einum
menniskja við sálarsjúku!
Grannar í SMS
Eitt eru tey avvarðandi sum
eru komin upp í árini.
Annað og meiri trupult er,
tá tann sálarligi sjúku hevur
børn.
- Tá talan er um børnini
hava vit sum samfelag eina
skerpaða
ábyrgd,
slær
Annlis Bjarkhamar fast.
Í eini av samrøðunum
sigur eitt vaksið barn seg –
við »gru« - minnast afturá,
hvussu hjálparleyst við-
komandi stóð, tá mamman
var innløgd: - Einki hendi.
Ongar samrøður. Einki at
lesa, og ongar upplýsingar.
Onnur dømi eru um, at
børnini eru tikin í álvara og
hava fingið hjálp. Eitt
vaksið barn greiðir soleiðis
frá:
- Tað hevur verið ómeta-
liga gott at práta við onkran
sum visti, hvat hetta var
fyri nakað. Eg hevði nógvar
ósvaraðar spurningar, tá
pápi bleiv sjúkur, og havi
tað fyri sovítt enn!
Gjøgnum alla ritgerðina
verður víst á týdningin av
kunning
og
opinleika.
Hvussu neyðugt hetta er,
vísa foreldrini hjá einum
vaksnum barni á:
- Eg royndi at fortelja
fólki, hvussu ringt tað var.
Onkur ringdi, men ongin
kom á vitjan. Var í bindi-
klubba, men ongin spurdi
eftir dóttrini. Ongin nevndi
hennara navn. Møtti grann-
um í SMS, har eg var saman
við dóttrini. Tær komu ikki
yvir at heilsa uppá. Vit
kunnu
betri
fyrihalda
okkum til eitt brotið beint
hjá einum kriminellum, enn
til tað, at ein er sálarsjúkur!
Í komandi viku fara vit at
greiða nærri frá ritgerðini
hjá Annlis Bjarkhamar.
Bróta tøgnina um tey sálarliga sjúku
- Fleiri av teimum
avvarðandi hava sagt mær,
at tað er sum tey als ikki
hava verið til, sigur Annlis
Bjarkhamar. Við ritgerðini
»At síggja við hjartanum«
í hond ætla hon og
felagið Sinnisbati at fáa
politikkarnar at gera nakað
við støðuna
Í ritgerðini »At síggja við hjartanum« hevur Annlis Bjarkhamar (aftast í myndini) sett
sjóneykuna á eitt evni, sum higartil hevur verið tagt burtur. – At hava ein sálarsjúkan í familjuni
hevur stóra ávirkan á gerandisdagin og framtíðarvánir teirra, sigur hon. Fremst á myndini
Maria A. Hentze, sum er avvarðandi hjá sálarliga veikum barni
Sum avvarðandi av einum sálarliga
sjúkum sleppur tú ongan veg, og tú
torir heldur ikki at gera nakað
Altjóða Sálarheilsudagur í Havn
Allan dagin í dag og langt út á náttina verður Tórsgøta í Havn karmur um nógv ymisk tiltøk í
samband við henda serstaka dagin, har dentur verður lagdur á sálarligu heilsuna. Hetta
verður lýst við fyrilestrum, tónleiki og øðrum tiltøkum, sum øll skulu vísa á tey tilboðini
sum finnast innan ta psykiatriska økið. Tiltøkini verða bæði í Miðlahúsinum, Reinsarí’inum,
Posthúskjallarinum og á Hvonn. Byrjað verður klokkan 15 og verður endað einaferð út á
náttina, tá ein livekonsert endar. Ætlanin var at hava onkur tiltøk uttandura, men orsakað av
veðurlíkindunum vórðu tey øll flutt innanveggja.
Livekonsert á Reinsarí’inum
Sum ein part av skránni á Altjóða sálarheilsudegnum verður ein
livekonsert hildin í kvøld. Konsertin ber heitið »Mind the music« og
fevnir um bæði bólkar og einstaklingar. Byrjað verður kl. 22 við
Líggjasi og Flóvin, og síðani spæla so kend nøvn sum Kári P, Heiðrikur
á Heygum, Lena og Niclas og Tinganest, áðrenn Boys in á Band fara á
pallin klokkan 01:20 í nátt.