Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 195 • 10. oktober 2008 ... um sigurin á Eysturríki: – Eysturríkin er dysturin. Tað er nógv tað størsta, føroyska fótbóltslandsliðið hevur avrikað higartil. Tað sigi eg út frá teimum fortreytum, ið tá vóru og fortreytirnar mást tú altíð hava í huga, tá tú samanber. Leikararnir vóru allir amatørar, vandu tríggjar ferðir um vikuna og spældu 18 dystir árliga. Landsdystirnir vóru allir meiri ella minni spældir á útivølli. Seta vit tað grovt upp og sammeta við í dag, so svarar sigurin á Eysturríki í Landskrona næstan til ein føroyskur sigur á Onglandi á Wembley. ... um dystin leygardagin: – Eg fari á Tórsvøll at hyggja. Nú eru 18 ár liðin síðani síðst, og eg trúgvi tað ber til at endurtaka sigurin. Brúka vit gamla dystin ímóti Eysturríki rætt, so ber tað til. Á sama hátt sum vit brúktu atfinningar og døpru spádómarnar, so skal øll mylnan av atfinningum av dagsins landsliði brúkast sum motivatiónsfaktor. Soleiðis kunnu Føroyar vinna dystin ella fáa javnleik. vera motivatión til, so var tað ikki alt, ið andaði av friði í umklæðingarrúminum undan sjálvum dystinum. – Páll brølaði helst eitt sindur sum hann plagdi, tí soleiðis var hann. Men tað mesta av fyri­ reikingini fór fram í høvdunum á einstøku leikarunum, sigur Jóannes Jakobsen. Fyrsti sigurin í steðginum Atmosferan var nakað tann sama í hálvleikinum, sum undan dystinum. – Vit høvdu einans brúk fyri hvíld og at slappa av. Har varð ikki so nógv tos, og tað er eisini tað rætta. Vit gjørdu nakrar niðurstøður um nakrar støður, ið skuldu rættast, men sum heild vóru menn nøgdir. Tí 0­0 í hálvleikinum var ein sigur í sjálvum sær. Fólk tosaðu um 10­0 til Eysturríki, men tað kundi tað neyvan blíva til, tá vit hildu fyrra hálvleik málleysan. Torkil við reyvini í grasinum Seinni hálvleikur gjørdist ikki málleysur – tað vita vit! Vit kenna eisini øll legendarisku frásagnirnar frá Jógvan Arge og Magna Arge í Útvarpinum, og Árna Gregersen í Sjónvarpinum. – Mín vinkul var nakað øðrvísi enn tann, frásøgumenninir høvdu. Eg sá ein mann fara avstað við reyvini næstan hangandi niðri í grasinum, takklandi ígjøgnum, og tað tóktist sum um hann rann fleiri kilometrar. So tá bólturin fór í mál var tað heilt fantastiskt, fortelur Jóannes Jakobsen. – Í støðuni fegnaðist eg, men fann skjótt útav, at mín uppgáva sum liðformaður var at fáa menn niður aftur á jørðina. Armarnar niður á øllum og fáa liðið foku­ serað. Eg var glaður, men fekk ikki notið málið heilt so nógv, sum Jógvan, Magni og Árni, ið næstan vóru uppi hjá Jesus pápa og vendu eina løtu, flennir Jóannes Jakobsen. Hann kennir, hóast øðrvísi sjónarhorn á málið frá Torkili Nielsen, kortini bæði Útvarps­ og Sjónvarpsfrásagnirnar aftur, og fær framvegis eitt sentimentalt flashback um minniligu løtuna, tá hann hoyrir hesar. Loysnin er einføld Málið frá Torkili Nielsen var tað einasta í dystinum. Dysturin, sum er tað størsta føroyska fót­ bóltsavrikið nakrantíð. Í morgin verður dystur á Tórsvølli. Mót­ støðuliðið eitur Eysturríki. 18 ár eru liðin síðani síðst. Spurn­ ingurin er, hvussu vit endurtaka bragdið? – Tað nýtist ikki at vera so trupult. Í dag skalt tú vera hálvur akademikari fyri at venja eitt fótbóltslið. Men tað var einfaldari fyrr. Tú fórt á vøllin fyri at ar­ beiða. Og fyri at vinna mátti tú hava vilja og eitt gott høvd. – Vilji, dugnaskapur, dirvi og eitt sindur av “fanansagtigheit” eru fyrstu fortreytirnar. Og tað er í roynd og veru einfalt, sigur Jóannes Jakobsen. Hetta vóru lyklaorðini, ið eyðkendu landsliðið, ið Jóannes Jakobsen spældi á. Landsliðið, ið vann á Eysturríki í Landskrona tann 12. september 1990. – Nú mugu leikararnir brúka tann kritikkin, sum er av lands­ liðnum í dag, konstruktivt. Tað eigur at vera ein fantastiskur motivatiónsfaktorur at mótprógva, at tingini ikki eru so vánalig, sum nógv gera tað til. Á sama hátt, sum vit brúktu kritikkin. Og hevði eg verið landsliðsspælari í dag, so hevði eg verið reyvhamrandi troyttur av at hoyra gamlar landsliðsleikarar reypa, og fólk tosa um, at soleiðis var tað tá. So er tað man skal fara út og sparka Eysturríki líka langt aftur, sum vit gjørdu tá, eru ráðini frá fyrrverandi landsliðsleikaranum, Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen var liðformaður, tá Føroyar sigraðu á Eysturríki fyri 18 árum síðani. Mynd Jens Kristian Vang