Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 195 - 10. oktober 2008 Ikki fyrrenn seinna­ partin hósdagin kom sluppin Johanna aftur á Hvalba við monn­ um og seyði av Lítlu Dímun og hendan oyggjarferðin var av teimum strævnu RakstuR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Teir 32 menninir, sum fóru í Lítlu Dímun at reka eftir slakti áðrenn tað lýsti fyri degi mikumorgunin, sluppu ikki heimaftur fyrrenn seinna­ partin hósdagin, illa tuskaðir at eini skubbutari ferð. Tað var sluppin Johanna, sum sigldi teir út og hon skuldi eisini føra bæði menn og seyð inn aftur av Oynni. Líkindini vóru ivasom mikudagin og sum dagurin leið, vísti tað seg, at menn­ inir sluppu ikki av aftur oyn­ ni, tí ókyrra var í sj­ónum. Fj­allmenninir lógu tí veður­ fastir á Lítlu Dímun hósnátt­ ina. Men umstøðurnar at vera í Oynni eru góðar og teir hava tvey hús at vera í og har eru bæði soviposar, teppi og gassplátur Teir flettu eisini tvey lomb at hava til matna, so teir liðu onga neyð. Tíðliga hósmorgunin fóru teir so undir at fáa seyðin av oynni, men eisini tá vóru líkindini heldur vánalig. Jóhanna legði seg úti fyri klettin og tók ímóti seyðin­ um. At føra seyðin millum land og skip brúktu teir van­ liga árabátar, men í hós­ morgunin tók ein hvirla tann eina bátin, sum hólvd­ ist og sakk. Hvørki fólk ella seyður var í bátinum, tá hann fór, men har var onki at gera uttan bara at hongj­a hann upp í Johonnu. Men tað eydnaðist at fáa allar teir 212 seyðirnar umborð á Johonnu í øllum góðum. Men menninir fingu ein baldrutan túr inn aftur. Nakrir mans fóru fyrst inn við einum minni útróðrar­ báti, men restin kom inn við Johonnu. Vanliga tekur ferðin ein slakan tíma, men hósdagin tók ferðin tveir og ein hálv­ an tíma. Johanna gekk ikki meiri enn tvey míl tað mesta av vegnum, onkuntíð var hon heilt niðri á 1,4 mílum, tí tað var so óslætt. Men klokkan knapt hálvg­ um trý hósdagin komu teir so tiltuskaðir aftur á Hvalba. Allir mans fóru beint til hús­ ar at skifta og helst fáa sær ein bita, men longu hós­ kvøldið fóru teir aftur á bryggj­una at fáa seyðin upp og at býta hann. Tað vóru átta seyðir býttir upp á hvørj­a gyllin. Sagt verður, at seyðurin er hampiliga væl fyri í ár. Seinast teir lógu veðurfast­ ir í Oynni var fyri 20 árum síðani, í 1988. Ta ferðina fóru teir í oynna fríggj­adag, men sluppu ikki av henni aftur fyrrenn mánadag. Tá vóru ongi hús í Oynni, so teir máttu gista í hellinum, sum er í Oynni og sum hevur verið brúkt sum tilhaldsstað í mansaldrar. Fleiri myndir av rakstrar­ degnum í Lítlu Dímun síggj­­ ast á www.portal.fo. ­ Tað er dupultmor­ alskt, at tað ikki er loyvt at bryggja sterkt øl og brennivín í Før­ oyum, heldur lands­ stýrismaðurin í vinnu­ málum RúsdRekkalógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað er mótstríðandi og dupultmoralskt, at vit ikki hava loyvi til at bryggj­a sterkt øl og brennivín í Før­ oyum, samstundis sum tað er loyvt at innflyta so nógv rúsdrekka, sum vit hava brúk fyri. Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ málum. Tí fer hann nú at taka spurningin upp í samgong­ uni um at geva loyvi til at bryggj­a sterkt í Føroyum. Ì Føroyum er ikki loyvt at bryggj­a øl og selj­a, sum er sterkari enn 5,8%, men tað er loyvt at innflyta rús­ drekka, sum í mesta lagi kann vera 60%. Men nú hevur Tj­óðveldi lagt uppskot fyri løgtingið um at tað eisini skal vera loyvt at bryggj­a sterkt øl og rúsdrekka í Føroyum og at tað eisini skal vera loyvt at selj­a tað sterkara ølið her á klettunum. Opið sinni Hesum tekur landsstýris­ maðurin í vinnumálum undir við. ­ Hetta er ein spurningur, sum vit eiga at viðgera við opnum sinni við tí fyri eyga at geva loyvi til at bryggj­a sterkt øl og brennivín í Føroyum. Hann heldur, at hetta hevði verið ein áhugaverdur møguleiki hj­á okkara vinnu­ lívi, serliga hj­á okkara útflutningsvinnu og vit eiga at kanna allar møguleikar, sum kunnu stimbra okkara vinnulívi, serliga útflutn­ ingsvinnuni. ­ Sum lógin er nú, forðar tað bryggj­arívinnuni í Føroy­ um at menna seg, tí tað er ólógligt at bryggj­a sterkari øl enn 5,8%, samstundis sum innflutningurin er ótarn­ aður og tað er mótstríðandi. Hinvegin staðfestir hann, at hetta er ikki eitt mál, sum er viðgj­ørt í samgonguni og tí kann hann bara svara fyri seg sj­álvan. Hann ásannar, at uttan iva eru ógvuliga ymisk sj­ón­ armið í samgonguni um rús­ drekkalógina, so hann dugir ikki at siga, hvat úrslitið verður. Men hann ætlar so at taka tað upp til viðgerar í samgonguni við tí fyri eyga at fáa undirtøku fyri, at tað skal vera loyvi at bryggj­a sterkt øl og brennivín í Føroyum. Men hinvegin heldur hann eisini, at tað hevur týdning vit brúka neyðugu orkuna til fyribyrgj­andi tiltøk, sigur Johan Dahl. Illa tuskaðir aftur til Hvalbiar Sterkt øl og brennivín til umrøðu í samgonguni Johan Dahl fer nú at taka spurningin til viðgerar í samgonguni um at geva loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum Onnur bók um eld komin Onnur bókin í røðini um eldin er komin út. Tað er Eldsins gáta eftir svian Henning Mankell. Fyrra, Eldsins loyndarmál, kom út í vár. Bøkurnar eru grundaðar á veruligar hendingar hj­á gentuni Sofíu, sum býr í Mosambik. Í fyrru bókini stríddist hon at koma fyri seg aftur, eftir at hava stigið á eina minu og mist yngru systur sína. Í hesari er onnur systir, Rósa, komin aftur úr Suðurafrika, og hon er álvarsliga sj­úk. Sofía roynir at skilj­a, hvat er áfatt, men hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga frá einari stórari vanlukku. Bókin er 206 blaðsíður og heft við klaffum. Kelda: bfl.fo Nýggj bók um Pippi Nú kunnu børn gleða seg til at sleppa at leggj­a lit á myndir av Pippi. Ein spildurnýggj­ litbók við upprunamyndum hj­á Ingrid Vang Nyman er útkomin. Myndirnar eru úr kendum søgum um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren. Í bókini eru sekstan myndir at lita, millum annað mynd av Pippi, meðan hon rullar deiggj­ á gólvinum, vaskar gólv við bustum á fótunum, ríður á tarvi, klintrar í trøum og ber hestin. Og so eru sj­álvandi nógvar myndir at lita av Pippi saman við vinfólkunum Tummasi og Anniku. Bókin er heft og 32 blaðsíður. Kelda: bfl.fo Bæði tvíføtt og ferføtt var illa tuskað eftir tveir strævnar rakstrardagar í Lítlu Dínum. Her leggja teir at bryggju í Hvalba eftir ein baldrutan túr upp á næstan tríggjar tímar um Suðuroyarfjørð