fríggjadagur 10. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Vikuskifti
7
hevur verið sjúkur, brádliga vorðin
krabbameinssjúklingur.
Fekk stikpillarar frá
læknanum
Dánjal Andreasen minnist løtuna
inni hjá læknanum fyri góðum
tveimum árum síðani, sum var tað
í gjár.
- Orðini hjá læknanum komu
sum eitt sjokk fyri meg. Eg
hevði leingi havt bløðingar úr
endatarminum og hevði verið
hjá lækna fyri tað fleiri ferðir.
Læknavikarur var í Gøtu tá, og
hann gav mær bara nakrar stikk-
pillarar og sendi meg til hús aftur.
Tí helt eg ikki, at tað mundi vera
nakað álvarsamt, minnist Dánjal.
Tá hansara egni lækni umsíðir
kom aftur í starv sítt í Gøtu, valdi
Dánjal at gera enn eina roynd
og fara til enn eina kanning við
vón um at fáa staðfest, júst hvør
orsøkin til bløðingarnar var.
Læknin metti, at okkurt var á
vási og uttan at greiða Dánjali
nærri frá, hvat tað kundi vera, gav
hann honum eina tíð til kanningar
á Landssjúkrahúsinum.
- Tá eg fór til hús eftir lækna-
vitjanina, føldi eg á mær, at okk-
urt var, sum tað ikki skuldi vera.
Eg visti tá, at okkurt var galið,
sigur Dánjal.
Svullur í
endatarminum
Kanningin á Landssjúkrahúsinum
staðfesti alt fyri eitt, at stórur
svullur var í endatarminum.
Dánjal varð sendur í skannara,
men áðrenn úrslitið frá skannar-
anum var greitt, segði læknin,
at hann væntaði, at svullurin
var illkynjaður. Hartil bendi alt
á, at svullurin sat so tætt upp
at endatarminum, at tað neyvan
slapst undan, at Dánjal fekk
varandi stoomi, har endatarmurin
verður lagdur út gjøgnum síðuna.
Læknin mælti til, at Dánjal
bleiv lagdur undir skurð á Ríkis-
sjúkrahúsinum. Møguleikarnir
har vóru størri, og møguliga kundi
Dánjal blíva skurðviðgjørdur
soleiðis, at tarmarnir kundu leggj-
ast inn aftur seinni. Hetta var tó
als ikki vist.
Við tungu boðunum fór Dánjal
til hús aftur, og greiddi familjuni
frá, at hann hevði krabbamein í
endatarminum.
- Eg má siga, at vit tóku tað
øll pent og róligt, og tóku ikki
sorgina uppá forhond. Tey gjørdu
øll, tað tey kundu, fyri at hjálpa
mær, minnist Dánjal.
Næsta stigið hjá Dánjali var
at greiða arbeiðsgevaranum frá
sjúkuni. Dánjal starvaðist tá á
Skipasmiðjuni á Skála.
- Eg eri ótrúliga glaður fyri, at
mínir arbeiðsgevarar góvu mær
so nógvan stuðul, og eg føldi tað
sum, at eg altíð kundi fáa hjálp
haðani, um eg hevði brúk fyri tí,
sigur Dánjal takksamur.
Nýrað eisini rakt
Nakað eftir, at Dánjal hevði verið
í skannaranum, ringdi læknin til
hansara og boðaði frá, at teir
høvdu sæð nakrar plettar á tí eina
nýranum. Hetta hevði við sær, at
Dánjal noyddist gjøgnum fleiri
kanningar fyri at fáa staðfest,
hvat plettanir vóru.
Tá úrslitini frá kanningunum
komu, var greitt, at krabbamein
eisini var í nýrunum. Dánjal
hevði sostatt krabbamein bæði í
endatarminum og nýranum.
- Hetta kom sum eitt sjokk fyri
meg. Eg var júst byrjaður at venja
meg við tankan um, at svullurin
í endatarminum var illkynjaður,
men hevði als ikki vænta, at
krabbamein eisini var í nýranum.
Hetta ver beinangevin enn ein
nýggjur veruleiki, eg skuldi fyri-
halda meg til, greiðir Dánjal frá
Hóast støðan nú tóktiskt mun-
andi meir hættislig, var Dánjal
ongantíð bangin.
- Eg eri ein trúgvandi maður,
og eg legði meg í Guds hond. Eg
var ongantíð bangin, tí eg visti, at
uttan mun til, hvat fór at henda,
so var tað Guds vilji, sigur Dánjal.
Læknin á Ríkissjúkra
húsinum argur
Tá Dánjal dagar seinni fór til
kanningar á Ríkissjúkrahúsinum,
varð staðfest, at neyðugt var við
stráluviðgerð. Og stutt eftir at
hann var heimkomin til Føroyar,
fekk Dánjal boð um at møta
á Ríkissjúkrahúsinum at byrja
stráluviðgerðina.
Á Ríkissjúkrahúsinum fekk
Dánjal at vita, at hann mátti
leggjast undir skurð fyri krabba-
meinið í bæði endatarminum og
nýrunum, áðrenn stráluviðgerðin
kundi byrja.
- Læknin á Ríkissjúkrahúsinum
var argur um, at so long tíð var
fráliðin. Sjálvur hevði eg tó ikki
hugsað um, at Landssjúkrahúsið
hevði borið so seint at, sigur
Dánjal.
Hóast vanligt er við strálvið-
gerð áðrenn skurðviðgerð, stúrdi
Dánjal ikki fyri, hvat fór at henda
- Eg kendi meg hóast alt
tryggan, tí eg visti, at læknarnir
vóru dugnaligir. Tí hevði eg eisini
fult álit á tí, teir ráddu mær til,
sigur Dánjal.
Á Ríkissjúkrahúsinum gjørdist
greitt, at allur endatarmurin hjá
Dánjali mátti skerast burtur, og at
hann sostatt skuldi hava lívslangt
stoomi.
- Mítt svar var púra greitt ja,
tí um tað kundi betra um møgu-
leikarnir hjá mær at gerast frískur
fyri krabbamein, so var sjálvsagt
lítil ivi um, at tað var tað vert,
sigur Dánjal avgjørdur.
Fyri summi er stoomi sera
ókent, men Dánjal og hansara
familja hava tosa opið um stoomi,
síðan tað gjørdist gerandisdagur
hjá Dánjali.
- Sjálvsagt ynskir ongin sær at
fáa stoomi, men tú ert noyddur
at hugsa um tað í mun til, hvussu
støðan annars hevði verið. Eg
eri púra opin um tað, og síggi
hetta als ikki sum ein trupulleika í
mínum gerandisdegi.
Fekk góðan stuðul
Dánjal skilur væl, at tað kann tykj-
ast trupult at vita, hvat ein skal
siga við sjúklingar, ið líða undir so
álvarsamari sjúku, tó kann hetta
hava stóran týdning.
- Nógv fólk ringdi til mín dag-
arnir áðrenn eg skuldi til Dan-
markar at leggjast undir skurð, og
tað hevði ótrúliga stóran týdning
fyri meg. Tað at vita, at fólk
høvdu meg í huga var ein troyst.
Eisini nevndarformaðurin í
Skipasmiðju á Skála hevði Dánjal
í huga.
- Sjálvt nevndarformaðurin
í Skipasmiðjuni ringdi til mín,
og eg má siga, at stuðulin frá
arbeiðsplássinum var veruliga
fyrimyndarligur, og hjálpti mær
ótrúliga nógv, sigur Dánjal
Øll familjan hjá Dánjali var við
honum í Danmark, tá hann skuldi
leggjast undir skurð.
- Kona mín, børnini, foreldrini
og svigerforeldruni vóru øll í
Danmark, tá eg bleiv opereraður,
og kona mín og sonurin bíðaðu
á Ríkissjúkrahúsinum í hasar 12
tímarnar eg var undir skurð. Eg
var so illa fyri, tá eg vaknaði, at
tað var sum so eingin orsøk hjá
restini av familjuni at koma at
vitja meg fyrr enn næsta dagin.
Stór løta
Eftir skurðviðgerðina vóru Dánjal
og familja hansara spent at vita,
hvussu alt hevði gingist.
Tveir læknar vardu av skurð-
viðgerðini - annar av av enda-
tarmsskurðinum, og hin av nýra-
skurðinum. Í báðum førum var
svarið tað sama: Krabbameinið
var burtur, og tað gjørdist ikki
neyðugt hjá Dánjali, at fara undir
strálviðgerð.
- Hetta var ein sera stór løta
fyri meg og alla familju mína,
tí vit høvdu ikki væntað, at eg
skuldi blíva frískur aftur so skjótt.
Vit vóru ikki í iva um, at her høvdu
hægri maktir verið við. Líka frá
fyrstu løtu høvdu vit lagt alt í
Harrans hond og biðið um, at
Hann mátti verða við allan vegin,
og at eg mátti blíva frískur, um
tað var hansara vilji.
Dánjal skuldi liggja á Ríkis-
sjúkrahúsinum í nakrar vikur
aftaná skurðin, men hetta tíðar-
skeiði bleiv styttri enn væntað.
- Eg treivst illa á Ríkissjúkra-
húsinum, og bleiv nógv kilo lætt-
ari, og bað til endan um at sleppa
heim aftur til Føroyar, sigur hann.
Ikki beiskur
Tvey ár eru nú liðin, síðan Dánjal
bleiv lagdur undir skurð fyri krabba-
mein. Í dag kennir hann seg í allar
mátar væl og er í starvi sum stjóri á
Strandfaraskipum Landsins.
- Skal eg hyggja aftur á tíðina
við sjúkuni má sigast, at hetta
var ein ótrúliga hørð tíð fyri meg,
og fyri mína familju. Men vit
stóðu tætt saman, og kláraðu at
koma víðari í felag við at leggja
okkum og alt okkara í Guds hond,
sum leiddi og gav okkum styrki.
Hansara skal æran vera, sigur
Dánjal.
Nógv neiligt og ræðslukent
er at hoyra, um fólk sum fáa
krabbamein, men Dánjal sær
øðrvísi uppá sjúkuna nú.
- Eg velji at traðka fram og
greiða frá mínari sjúku, tí eg haldi
tað, at tað er umráðandi, at tær
positivu upplivingarnar hjá fólki,
sum hava havt krabbamein, eisini
verða lýstar, og ikki bert tær, har
úrslitið hevur verið av tí ringasta.
Eg gangi javnan til eftirkanningar,
har eg hvørja ferð møti somu
fólkunum, ið eins og eg hava havt
krabbamein, men eru blivin frísk
av tí, og tað ber væl til, sigur
Dánjal Andreasen, sum í dag
eisini kennir seg púra frískan.
ameini