fríggjadagur 10. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 195 - 10. oktober 2008
Umleið 30 nýggir
sangir eru í tíggjundu
útgávuni av Songbók
Føroya Fólks. Tað
sum er broytt síðan
seinast, er serliga
nýggja perman,
umframt tað eru heili
30 sangir komnir við,
ið ongantíð hava ver
ið í sangbókini áður
Sangbók
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár kom nýggj útgáva av
Sangbók
Føroya
Fólks.
Stórar broytingar eru hend
ar, og serliga loypir perman
meira í eyguni, enn seinastu
níggju útgávurnar av bók
ini, ið hava verið brúnar og
myrkabláar. Talan er hesa
ferð um eitt listaverk, sum
Astri Luihn hevur virkað.
Sóljugula skriftin í yvir
skriftini stendur í stórari
andsøgn til døkku bakgrund
ina. Men spurningurin er,
hvussu hendan markanta
broytingin fer at vera upp
tikin millum fólk, sum eru
von við at bókin er einslitt.
30 nýggir sangir
Í hesi útgávuni av Songbók
Føroya Fólks eru umleið 30
nýggir sangir. Harímillum
teljast til dømis »Pápi er
óður, og mamma er ill«,
sum Aleksandur Kristiansen
hevur yrkt. Kári Petersen,
Mikkjal á Ryggi og Tummas
Napoleon Djurhuus hava
eisini fingið fleiri sangir,
samstundis sum Petur Mohr
Dam og Thomas Moore eru
nýggir í Songbókini. Tann
seinni tó í týðing hjá Hanusi
Kamban.
Sangirnir skulu
syngjast
Malan Marnersdóttir var
við til at ritstjórna hesi tíggj
undu útgávuni av songbók
ini. Hon metir at fyrsta
treyt, fyri at ein sangur skal
koma við er, at tað skal bera
til at syngja teir í eini fjøld.
Nógvir góðir sangir, ið
koma út á fløgu ber als ikki
til at syngja. Sama er við
nógvum yrkingum, ið eru
skrivaðar á ein hátt, so tað
ikki ber til at syngja tær.
Men sangurin skal eisini
vera góður. Tað skulu vera
góðar yrkingar, samstundis
sum fólkið skal hava tikið
teir til sín, greiðir Malan
Marnersdóttir frá, samstund
is sum hon leggur dent á, at
tað ikki bara eru tey trý, ið
hava avgjørt, hvat er komið
við og ikki.
Skal vera til fólkið
Malan Marnersdóttir roknar
við at fólk fara at taka bók
ina til sín, á sama hátt sum
allar hinar útgávurnar.
Tey flestu fáa í minsta
lagi eina ferð í lívinum ein
Føroya fólks, antin í kon
firmatiónsgávu, próvtøku
gávu og brúdleypsgávu.
Mangir skúlar eiga eitt
flokssett. Til tey er at siga:
nú er tíð at keypa eina
nýggja songbók, sigur Mal
an Marnersdóttir um hesa
nýggju og tíggjundu útgáv
una av Songbók Føroya
Fólks.
Malan Marnersdóttir,
sum hevur verið við til at
ritstjórna 10. útgávu av
Føroya Fólks
10. útgávan
Bókin hesa ferð, er tíggjunda útgávan av Songbók
Føroya Fólks. Tað eru 95 ár síðan fyrsta Songbók
Føroya Fólks kom út. Alla tíðina hevur H.N.
Jacobsens bókahandil verið við í virkingini av bókini.
Ritstjórarnir til hesa uppgávuna eru Malan
Marnersdóttir, Turið Sigurðardóttir og Eivind Weyhe.
Afturat sær hava tey havt nógv samskifti við yrkjarar
og onnur bókmentafólk, fyri at velja nýggjar sangir
og sálda onkrar frá hesum føroyska skatti.
Astri Luihn hevur gjørt permuna til hesa útgávuna,
og skal perman ímynda sjógv og fugl. Nakað, ið
eyðkennir verkini hjá Astri Luihn.
Síðan fyrstu útgávuna í 1913 er nógv broytt, og
nógvir nýggir sangir komnir við í hendan føroyska
mentanararvin. 512 í mun til 547 í undanfarnu
útgávu.
30 nýggir sangir handan
buldrandi permu
Salmiakk verður happaður
Salmiakk býr úti á bygd í Norðnesi og verður altíð happaður, Kanska serliga
tí, at hann er komin úr býnum út á bygd at búgva. Tað ringasta er, at hann
ongan vin eigur at spæla við, og hetta ynskir hann sær allarmest av øllum. Og
so ein dagin flytur Spøki inn í kamarið hjá Salmiakk, og síðan verður alt
broytt, tí hann gevur Salmiakk dirvi at standa ímóti ágangi. Mono Nilsson
Brännström, ið skrivað hevur bókina, hevur nógv upp á hjartað. Her verður
sagt frá um happing, tunglyndi, skilnað, men eisini um góðsku og tryggleika.
Hóast evnið er álvarsamt, so er bókin ikki syrgilig, men tvørturímóti er hon á
tremur við skemti, varma og klikkaðum hugskotum, og so hevur hon fitt av
álvara í sær eisini. Salmiakk og Spøki er 210 blaðsíður, heft og væl egnað til
tey 1012 ára gomlu. Bergur Rasmussen hevur týtt úr svenskum. Kelda: bfl.fo
Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
Onnur bókin um Viktoriu og pingelipongin, sum Marjun S. Kjelnæs hevur
skrivað og Hanni Bjartalíð myndprýtt. Fyrsta bókin, Hvør fjalir seg í
postkassanum, segði frá um pingelipongin, sum Viktoria ein dagin fann í
postkassanum uttan á húsunum. Eftir hetta broytist gerandisdagurin hjá
henni, alt verður so øðrvísi og spennandi. Í bókini, ið nú er komin út, fer
øll familjan til Jameika at ferðast, og heimaftukomin varnast Viktoria, at
ein pingelipongur hevur sníkt seg við í ferðataskuni. Hvussu leikur fer, tá
ið okkara pingelipongur og tann femmandi hittast, skal ikki avdúkast, men
tað gongur ikki spakuliga fyri seg. Bókin, sum er 56 blaðsíður, er
innbundin og kostar 180 krónur og er væl egnað bæði at lesa upp fyri
smáum børnum og at lesa hjá børnum.
Hanus Johansen,
fólkasangari, undirhelt