fríggjadagur 10. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Í samband við Norðurlendsku
Filmsvikuna í hava fleiri íslendskir
filmar funnið sær leiðina til
Føroyar og Norðurlandahúsið.
Sunnudagin klokkan 17 er eisini
ein framløga um íslendskan film.
Ísland er av álvara komi á
heimskortið innan bókmentir
og tónleik, við nøvnum sum
Björk, Sigur Rós, Múm, Sjón og
Slowblow.
Í mínum hugaheimi er ís
lendskur skaldskapur, tónleikur
og filmur ikki nationalromantiskar
gliturmyndir – sum vit møta hjá
føroyskum nationalistum men
um tað Ísland, ið er líka fremmant
yvir fyri nationalromantikki, sum
eg eri tað.
Filmsstuðul
Nakað av tí dýrasta innan ment
an, er at gera film. Ein vanligur
spælifilmur kostar minst 18
milliónir krónur at framleiða.
Smærri lond hava tí ikki megnað
at gjørt film. Sjálvt um Ísland er
lítið í altjóða høpi, hava tey tó
framleitt spælifilmar síðani 1980.
Í 1978 settu íslendingar á
stovn almennan filmsstuðul,
og við eitt kom verulig gongd
á framleiðsluna av filmum.
Longu seint í 1970inum komu
fleiri útbúnir filmsleikstjórar til
Íslands. Hesi høvdu nomið sær
útbúgvingar á altjóða filmskúlum.
Longu í 1978 stovnaðu
íslendingar ein filmsgrunn, og í
1979 fóru íslendingar í gongd við
at gera tríggjar filmar.
Aðrir filmar, ið eg havi dámt
væl eru, til dømis ”Havet” (2002)
eftir Baltasar Kornmákur, ”Cold
Fever” og ”Universets engle”
og ”Djævlens Ø” (1996) eftir
Fridrik Thor Fridriksson (1995),
”Nói albínói” (2003) eftir Dagur
Kári. Hesin seinasti er útbúgvin
í Danmark og er um at fáa eitt
veruligt gjøgnumbrot í Evropa.
Íslendskir filmsleikstjórar eru
annars ofta útlærdir í USA,
Polen, Kekkia og so framvegis.
Kendastur er Fridrik Thor
Fridriksson, næst eftir honum
Baltasar Kornmákur og nú Dagur
Kári.
Í 1991 varð roadfilmurin
’Naturens børn’ instillaður til ein
Oscar. Leikstjórin var Frídrik Thor
Fridriksson, sum saman við Einari
Már Gudmundssyni skapti henda
film.
Kim Simonsen
ummælir
filmsvika
★★★★✩✩
Okkurt er púra galið í Íslandi. Her
hugsi eg ikki bert um hættisligu
fíggjarstøðuna, og at íslendski
búskapurin er dottin saman
sum ein illa smíða kroysa, men
um krimisøguna Mýrinn hjá
heimskenda Arnaldur Indriasson
Fínt undirhald
Hesin íslendski krimihøvundin
hevur megna at hugtikið
allan heimin, og hann er
helst ein av teim mest listnu
krimihøvundunum í heiminum,
undir liðuni av Stig Larson og Lisu
Marklund.
Í filminum ”Mýrinn” er alt,
sum skal við í eina krimi. Hendan
bótasúpanin er kryddað við
sterkum ingrediensum sum
løgnum morðum, lygnum og
myrkum familjuloynidómum.
Kriminalinspektørurin er sum
teir altíð eru, ein einari og ein
løgin fiskur. Ein outsidari, sum
hevur misálit á øllum heiminum
– ein góður eginleiki hjá løgreglu
fólkum. So her er alt sum tað
eigur.
Tað er eingin annar enn
Baltasar Kormákurs, sum
hevur filmatiserað hesa kendu
krimiskaldsøguna. Hann er annars
kendur fyri at gera listafilmar, so
sum ”101 Reykjavik” (2000) og
”Havið” frá 2002. Hesin seinasti
hevði egnað seg ótrúliga væl til
føroyskar hyggjarar, tí hann snýr
seg um eina familju, sum eru
reiðarar og eiga eitt flakavirki á
bygd.
Tað er ikki so nógv at siga um
hendan krimifilmin, annað enn
at hann fungerar og fær ”the job
done” fínt undirhald sum kann
seljast um allan heimin.
Mýrinn (krimi). Ísland 2006
Leikstjóri Baltasar Kormakur
92 min.
Filmsvikan, 12. oktober, kl. 20
Nátúrunnar syngjandi børn
– Eitt sindur um íslendskan film
Tað var eitt veruligt lop fyri íslendska filmslist í altjóða høpi, tá íslendski filmurin ”Naturens børn” var í uppskoti til ein Oscar í 1991
Í mýruni
Kriminalinspektørurin í filminum
”Mýrin” er sum slíkir skulu vera - ein
løgin fiskur og ein outsidari