Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 195 - 10. oktober 2008 Føroyingum nýtist ikki at óttast fyri, at altjóða búskaparkreppan fer at raka okkum líka hart sum Ísland og USA. Hetta sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ið er sannførdur um, at Føroyar búskaparliga eru eina best fyri í øllum Evropa Búskapur Kári Mikkelsen Sosialurin og Rás2 karim@sosialurin.fo Altjóða búskaparkreppan kemur ikki at raka Føroyar nær til so hart, sum til dømis Ísland, USA ella onn­ ur lond í heiminum. Hetta sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í eini viðmerking til, at grannalandið fyri norðan næmast liggur búskaparliga lamið. ­ Tann støðan har yviri er ein sorgarleikur, men okkara støða kann als ikki samanberast við teirra viðurskifti, tí vit hava ein heilt annan politikk, tá tað kemur til búskap og pengar, sigur Kaj Leo Johannesen við Rás2 og Sosialin. Spurdur um vit kunnu kenna okkum trygg, og at kreppan ikki kemur at raka okkum harðari, enn hon higartil hevur gjørt, sigur Føroya løgmaður: Eg haldi, vit kunnu kenna okkum trygg. Sum eitt lítið land í Evropa kunnu vit kenna okkum sum eitt tað tryggasta í øllum Evropa. Ikki minst eftir ta loysn fyri peningastovnarnar, sum vit hava fingið í øllum kongaríkinum. Hvat grundar tú títt bjartskygni á? Vit hava verið ótrúliga heppin, kanska eisini dugnalig, tí landskassin er væl konsolideraður, og tað eru bankarnir eisini. Ein av orsøkunum er helst, at vit eru komin seinni í gongd við at brúka teir láni­ møguleikar, sum Ísland og Danmark hava havt, og sum hava tikið nógv lán. Tað merkir, at útheimurin hevur álit á okkum, og vit kunnu læna pening til eina kappingarføra rentu. Tí er útgangsstøðið ótrúliga trygt í mun til tað í londunum kring okkum, sigur Kaj Leo Johannesen. Hvussu brynjar sam­ gongan seg politiskt ímóti búskaparkreppuni, sum seinastu vikurnar nærmast hevur lagt Ísland búskap­ arliga lamið? Vit koma at hyggja nógv eftir, hvussu tað gongst í USA og øðrum londum. Ikki minst okkara granna­ londum. Tað sum vit hava arbeitt við í seinastuni er, hvussu vit kunnu fáa eina trygga loysn fyri okkara peningastovnar, og hana fingu vit so endaliga upp á plass í nátt, har vit samtyktu hjálparpakkan hjá donsku stjórnini, ið tryggjar peningastovnarnar. Tað vil siga, at føroyskir innskjót­ arar eru tryggir í eini sterkari peningaskipan. Hetta gongur út uppá, at føroysku bankarnir gjalda inn sín part í hendan trygdargrunnin, sum verður upp til 35 mia. krónur, meðan staturin veðheldur fyri tí, ið er omanfyri hesa upphædd. Tann loysnin er ein ótrúliga góð loysn fyri føroyska peningakervið. Hetta er grundstøðið undir einum tryggum penga­ politikki næstu trý árini, sum vit fara at arbeiða eftir, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður sigur, at hann allatíðina verður kunnaður um støðuna í Íslandi og vísir á, at hann hevur sent skriv til íslendska for­ sætisráðharran og bjóða hjálp eftir førimuni, um tað skuldi gjørst neyðugt. Ísland hjálpti okkum í fimtiárunum, tá vit høvdu brúk fyri tí, og tað sum Ísland upplivir í løtuni er ein sorgarleikur, og tí skulu vit hjálpa eftir okkara evnum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Føroyar tryggast í Evropa Hóast altjóða búskaparliga kreppu, er Kaj Leo Johannesen, løgmaður, bjarskygdur og sannførdur um, at Føroyar koma væl burtur úr kreppuni Savnsmynd Altjóðagerð av Setrinum Allan seinnapartin hevur verið kunnandi fundur á Fróðskaparsetri Føroya um altjóðagerð av setri­ num. Kunnað hevur verið um útbúgvingarmøguleikanar á setrinum, um altjóða samstarvið, Nord­ plus, summarskeið, skiftislesandi, altjóða verkætlanir og sokallaða » Joint Nordic Master’s útbúgv­ ingina «. Eisini kunnaði leiðarin fyri »Internationella Programkontoret« í Stockholm um altjóða samstarv fyri hægri útbúgvingar í Svøríki. Sosialurin fer í næstu viku at gera meiri burturúr, hvat kom burtur úr kunnandi fundinum á Fróðskaparsetri Føroya.