Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 • 10. oktober 2008 Vikuskifti 9 Norski fimlurin ”Reprise” hevur vakt stóran ans við síni syrgiligu søgu um tveir ungar vónaríkar listavinmenn, sum snáva í livinum ★★★★★✩ »Reprise« er søgan um tveir 20 ára gamlar vinmenn, Phillip og Erik, sum í byrjanini standa við postkassan. Teir eru vónríkir og droyma um at gerðast kendir kultrithøvundar. Teir senda báðir hvør sítt manuskript inn til eitt forlag. Erik fær tó blankt nei, meðan Phillip við eitt gerðst ein kendur norskur høvundi. Tú sum snávaði Seks mánaðir seinni er Phillip tó innlagdur og hevur ikki hug at skriva longur. Phillip hevur fingið eitt knekk og hann er illa fyri. Erik hevur tó ikki mist mótið og hann roynir at fáa Phillip at skriva aftur, men hetta skal vísa seg at ganga illa. Phillip er broyttur og broytingin er farin illa við evnunum at skriva. At enda er tað Erik sum spakuliga gerðst høvundi. ”Reprise” er ein álvarsligur filmur um sálarliga sjúku. Um ungdómsins vónir og stóru ætlanir, sum fána og doyggja. Trista søgan um framgongd og stórt fall. Sum so ofta í lívinum, so eru tað tvær leiðir fyri ungar droymarar. Antin so náa teir teirra málum ella ganga teir til grundar. Hetta er syrgiliga søgan um hvussu vónríkir ungir menn snáva í lívinum. Ein søga, sum vit kenna frá Einari Már Guðmundssyni frá rørandi ný-klassisku skaldsøguni og filminum ”Alheimsins einglar”. Kent tema Tað er einki serligt at siga um sjálvan stílin – filmurin er gott framleiddur og minnur í støðum um fronsku nýbylgjuna, serliga kom eg at hugsa um trýkantsfilmin ”Jules et Jim” hjá Truffaut. Temaið við ungum vøkrum listamonnum, sum eru sálarliga óstabilir, er eitt gamal og kent tema – heilt aftur til La Boheme – sum jú er ein ódeyðiligur klassikari. So leingi vit hava ungar (lista)menn og kvinnur, sum vilja gerðast listafólk, er hetta eitt áhugavert tema. At enda koma vit nærri tí lívsins harmaleiki, at vit ikki liva upp til egnar dreymar. ”Reprise” er ein norskur filmur, sum hevur vakt ans. Tað er ikki júst so ofta at norskir filmar megna at skapa áhuga uttanfyri Noreg. Sum filmland, er Noreg kanska hitt veikasta landið í Norðurlondum. Ísland og íslendskir filmar megna sær nær um altíð meiri enn teir norsku. »Reprise« Noreg 106 min. Filmsvikan, 13. oktober, kl. 20 Norskir rithøvunda­ dreymar Ungdómsins vónir og stóru ætlanir fána og doyggja í norska filminum »Reprise« Á sumri 2006 fór kendi íslendski tónleikabólkurin Sigur Rós heim til Íslands at halda eina røð av ókeypis og ólýstum konsertum. Filmurin “Heima” skjalprógvar hesa víðagitnu konsertrøð og lýsir eisini intimu tankarnar og hugleiðingarnar hjá limunum í bólkinum. Nýggjar akustiskar framførslur eru at hoyra í filminum. Rokkfilmur 97 min. Filmsvikan, 12. oktober kl. 17 ★★★★★✩ »Noí Albinoí« er ein áhugaverdur íslendskur filmur eftir gávuríka Dagur Kári. Filmurin gjørdist hansara altjóða gjøgnumbrot. Filmurin snýr seg um Noa sum er ein 17 ára gamal drongur, sum býr í einari lítlari bygd í Íslandi. Hann er einsamallur, misskiltur og hann mistrívist. Hann er ikki bert albino, men ein ordans outsidari í bygdini. Tá Dagur Kári er bestur, minnir hann um indie-leikstjórar sum finska Aki Kaurismäki og amerikanska Jim Jarmusch. Hetta er ein komiskur, stillur og skeivur filmur. Fullur av melankoli og undirspældum humor og pínu. ”Noí Albinoí” er ein av teim bestu filmunum á skránni í filmsvikuni. »Noí albinoí« 92 min Filmsvikan, 12. oktober kl. 15 Ein albino á bygd Við filminum ”Noí albinoí” fekk gávuríki íslendski filmsleikstjórin Dagur Kári sítt altjóða gjøgnumbrot Heima Íslendski tónleikabólkurin Sigur Rós tekur áskoðaran við sær á sermerkta konsertferð í filminum »Heima«