Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 195 - 10. oktober 2008 Tá hetta valskeiðið er av, hevur Heðin Mortensen sitið í býráðnum í samfull 36 ár, og er eisini tann, sum hevur sitið longst í býráðnum síðan 1909. Seinasta valskeiðið hevur hann sitið sum borgarstjóri, og hóast drúgvu tíðina í kommunalpolitikki, er hann ikki troyttur av hesum, og tekur fegin eitt tørn aftrat – eisini sum borgarstjóri KOMMUNU­ POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var mest sum av tilvild, at Heðin Mortensen kom upp í kommunalpolitikk. - Eg sat í nevndini hjá Havnar Róðrarfelag, og ein dagin kom Petur í Gong til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug at stilla upp til býráðsvalið, sigur Heðin Mortensen. So tað ber til at siga, at tað var ítrótturin, sum var beinleiðis orsøkin til, at sitandi borgarstjórin kom upp í kommunalpolitikk. Hetta var ein sokallaður borgaralisti og ikki ein politiskur flokkur, sum Heðin stillaði upp fyri á fyrsta sinni. - Eg hevði ikki tað nógva skili fyri politikki tá, men tá valkvøldið var av, vísti tað seg, at eg var komin inn – enntá framman fyri fleiri øðrum atkvøðuslúkum. Hetta var í november 1972, og Heðin tók so við sum kommunalpolitikari 1. januar 1973. Heðin Mortensen hevði til hetta sítt fyrsta komm- unuval sum valagn lovað, at Havnar Róðrarfelag skuldi fáa ynskta róðrarneystið í Álakeri. Og tað kom eisini upp. Tá var býráðssalurin í Arnesminde, á Kirkjuvegi 1, í somu húsunum, sum gamla politistøðin helt til í tá. Har byrjaði Heðin Mortensen sítt býráðsyrki. - Eg var ungur maður tá, men sat saman við royndum politikarum sum Kjartan Mohr, Martin Petersen, Sofus Sivertsen, Petur F. Christiansen, Petur Christiansen, Petur í Gong, Børga Persson og øðrum. Har vóru nógvir royndir politikarar, og tað var ikki bara sum at siga tað, at koma ímillum teir. Men teir vóru kortini fittir, og eg lærdi eina rúgvu av teimum, sigur Heðin Mortensen. Stongdir inni Seinni flutti býráðssalurin niðan í auluna í Komm- unuskúlanum, har hann var í mong ár, til býráðið yvirtók gamla Meinigheits- húsið, har býráðssalurin er í dag. Men eisini hava býráðs- fundir av og til verið hildnir í sjálvum Ráðhúsunum. Hetta var í teirri tíðini, tá Havnin vaks ómetaliga skjótt, og fyrsta kommunala útstykkingin, sum Heðin Mortensen var við til, var á Konmansmýru. - Teirri útstykkingini var eg við í, og tað var ein spennandi verkætlan. Alt rundan um Hoyvíkstjørn var tikið niður, nýggjur vegur varð gjørdur, og í teirri tíðini var tað so moderna við eins húsum; sama lit, sama slag tak og so víðari, sigur Heðin Mortensen. Gunnar Hoydal var komin til sum býararkitektur og var sjálvandi við í øllum teimum útstykkingum, sum vóru tá, og hann hevur tískil sett síni fingramerki á allar hesar verkætlanirnar. Stóra menningin av býnum skapti tó eisini sínar trupulleikar. Hoyvík hoyrdi nevniliga ikki undir Havnar Kommunu, men undir Argja Kommunu. Og tí bleiv Havnin á ein hátt gyrd inni. - Vit sluppu bara niðan til minkagarðarnar, so steðgaði upp við jarðarøkjum, vit sluppu ikki víðari, sigur Heðin Mortensen. Fingu Hoyvík Býurin vaks so skjótt, at neyðugt var at binda eystur- og vesturbýin saman við einum ringvegi, og hesin fyrsti ringvegurin var, har sum Bøkjarabrekka er í dag. - Hetta var eitt ódnartak at taka, tí tað var rokasligt í býráðnum tá, og serliga býráðsfundirnir høvdu áhuga hjá fólki. Fundar- hølini vóru stúgvandi full, tí vit ognartóku so nógv hús, sigur Heðin Mortensen. Neyðugt var at slætta mong hús við jørðina, og har, sum býarbussarnir steðga í dag, Steinatún, hevði Karl hjá Vágaheina handil. Talan var nærmast um eina miðstøð, og øll tey húsini vórðu slættað við jørðina. - Tað var eitt sindur óbehagiligt, serliga tí eg var so nýggjur í kommunal- politikki tá, sigur Heðin Mortensen. Tá samband var fingið til Køkubúðina og víðari niðan móti Kagganum í Jóannes Patursonargøtu, og Bøkjara- brekka var gjørd, varð farið undir at gera R.C. Effersøes- gøtu. - Tá hugsaðu vit stórt. Alt var bara hagi, men vit førdu vegin heilt niðan í Hoyvíks- vegin, júst fyri at fáa samband við Kaldbak. Sam- stundis samráddust vit við Argja Kommunu um Hoy- vík, og tað endaði við, at teir lótu Hoyvík frá sær. Helst tí, at fjarstøðan var so stór, sigur Heðin Mortensen. Havnar Kommuna var fegin um at fáa Hoyvík, tí tað merkti jørð, og tað var tá, at útstykkingin byrjaði uppi við Mannbrekku og har umleið. Veg til Kaldbaks Nú so nógv verður tosað um kommunusamanlegg- ing, so sigur sitandi borgar- stjórin, at fyrsta av slagnum fór fram fyrst í 70-unum, tá Kaldbak og Havnin løgdu saman. Men tað loysti jú ongan trupulleika í so máta, tí Hvítanes og Hoyvík lógu nú bara millum býarpart- arnar í Havnar kommunu. - Tá var jú einki vega- samband inn til Kaldbaks, so teir høvdu bara samband Eg taki fegin eitt tørn aftrat Verður Heðin Mortensen valdur aftur á valinum í november, verður hann tann kommunalpolitikarin, sum hevur sitið nógv longst í Tórshavnar Býráð Met til Heðin og Elin Tá hetta valskeiðið er runnið, hava Heðin Mortensen og Elin Lindenskov sitið í býráðnum í ávikavist 36 og 16 ár. Uttan at hava fingið eftirkannað hetta, hevur Heðin Mortensen helst metið fyri at hava sitið longst í Tórshavnar Býráð, og fær tað annars, um hann verður afturvaldur í november. Elin Lindenskov kemur upp á 20 ár í býráðnum við einum afturvali, og tað er met fyri einum kvinnuligum býráðslimi í Havn. »Shorting« bannað Við samtyktini í fólkatinginum av bjargingarpakkanum er tað samstundis frá í dag bannað at »shorta« á partabræva- marknaðinum í Danmark. At shorta er at spekulera í partabrævafalli, og selja partabræv fyri verandi kurs men til »avleveringar« einaferð í framtíðini. Búskapar- og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen, fekk í síðstu løtu snikkað eitt uppskot saman, sum fyribils steðgar shorting.