fríggjadagur 10. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Vikuskifti
10
Søgan hjá mær og mínum
líkist søguni hjá túsundtals
øðrum føroyingum. Sum hjá so
mongum var ætlanin bert at vera
uttanlands í mesta lagi trý til
fimm ár, til útbúgvingin – í hesum
føri hjá gentu míni – var liðug.
Og skuldi heimlongsulin gerast
alt ov stórur, hevði eg mítt eitt
ára farloyvi í arbeiðinum at halda
meg til, og harvið møguleikan at
venda nøsini heimaftur longu árið
eftir.
Hetta var tó ongantíð nær við
at gerast aktuelt, tí frá fyrsta
degi stórtrivust vit í danska
høvuðsstaðnum.
Landið virkar sera væl, fólkið
er lætt at samskifta við og
veðurlagið er lutfalsliga gott – ja,
í mun til okkara, enntá sera gott.
Sjálvur hevði eg mína
útbúgving, tá vit fóru avstað, men
tá gentan og seinni kona mín
gjørdist liðug við sína útbúgving
eftir sløk seks ár, fekk eg sjálvur
hug til at royna nakað annað.
Eg hevði tá verið í
fíggjarvinnuni í eini 13-14
ár – harav tveir triðingar í
Føroyum – men var so smátt
byrjaður at hugsa um at skifta
kós í arbeiðslívinum og fara
fjølmiðlavegin. Hetta gjørdist
veruleiki sama ár, sum gentan
var liðug at lesa, tá eg kom inn
á journalistútbúgving í Århus.
Sostatt komu fýra ár at leggjast
afturat teimum fyrstu seks, og
harvið komu vit upp á 10 ár. Og
sum liðugt útbúgvin, er gott at
fáa eitt sindur av vinnuroyndum
við sær, sjálvt um nógv venda
nøsini heimaftur til Føroya, so
skjótt útbúgvingin er liðug.
Gevandi tíð
Árini í Danmark vóru góð, men
onkursvegna ert tú eitt sindur
fremmandgjørdur og kennir á tær,
at tað ikki er her tú hoyrir heima.
Tí tú ert útlendingur. Og hetta
hevur onki við Danmark at gera, tí
valla finnur tú nakað annað land í
heiminum, har livikorini eru betri
fyri fjøldina av íbúgvunum. Í eini
kanning fyri nøkrum mánaðum
síðani, vóru danir eisini kosnir
sum tað eydnuríkasta fólkið í
heiminum. Hóast hetta kanska
sigur meir um, hvussu torfør
eydnan er at hava við at gera,
enn um danir sjálvar. Tí sanniliga
finnast nógvar óeydnusamar sálir
har, eins og tað gerast her hjá
okkum og alla aðrastaðni.
Well, tað var nú ikki júst hetta,
eg ætlaði at viðgera á hesum
linjum, men sum áður nevnt,
hvønn leiklut føðilandið spælir í
lívi tínum. Tað er her tú ert føddur,
fært mál og mentan inn við
móðurmjólkini, veksur upp, hevur
tína familju og fært tínar fyrstu
og kanska bestu vinir. Hetta er
lagnan hjá flestu av okkum, og
hesum er heldur onki skeivt í.
Men hvussu tætt vit eru knýtt
at nærumhvørvinum, er helst
ymiskt frá persóni til persón og
frá familju til familu. Og um tað
er útferðarlongsul, ella tí tað
gerst ov trongligt í dunnuhylinum,
ja, tað er ikki altíð til at vita. Fyri
okkum føroyingar og onnur smá
og avskorin oyggjasamfeløg er
tað eisini galdandi, at vit hava
so avmarkaðar útbúgvingar-
møguleikar, at tað tvingar stóran
part av ungdóminum, ið vil nema
sær útbúgving, at leita sær
uttanlands.
Summi fella kanska ongantíð
til og venda heimaftur lutfalsliga
skjótt, men fyri tey flestu er tann
fyrsta tíðin bæði spennandi og
avbjóðandi. Hetta blívur ikki við
at vera so, og tað er tá dagurin av
álvara gerst gerandisligur, at tú
skalt gera upp við teg sjálvan, um
tað er her, tú vilt vera.
Eftir 17 árum í Danmark
flutti familja okkara fyri góðum
tveimum árum síðani aftur til
Føroya.
At tað gjørdust so nógv ár í
útlegd – og her skal undirstrikast
– frálík ár í sunnasta partinum
á kongaríkinum, hevur sína heilt
natúrligu orsøk.
Hví koma aftur
Vit verða javnan spurd – serliga
ta fyrstu tíðina – hví vit valdu
at flyta heimaftur. Ella hví vit
nústaðni valdu at koma aftur.
Sjálvandi hava vit eisini spurt
okkum sjálv. Ikki bara hesi
seinastu tvey árini, men eisini
tey árini, vit búðu niðri. Men hví
skuldu vit tað; vit høvdu tað gott
og høvdu góð arbeiði. So hví
flyta aftur til verri veður, verri
løn, hægri liviútreiðslur, hægri
útreiðslur til feriur uttanlands, og
har slaturin trívist betur enn gott
Útisetalív
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tá eg fekk áheitan frá Janusi
Mohr um at hugleiða á Rás2 um
heitið »Føroyar mítt land«, vóru
tey mongu árini uttanlands
nakað av tí fyrsta, ið rann mær
til hugs. Eg kenni meg sannfø
rdan um, at tá tú flytir til eitt
annað land, upplivir tú á ein
annan og kanska sterkari hátt,
at heimlandið júst er títt land
Góð ár
í útlegd
mítt land
Føroyar