fríggjadagur 10. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 195 - 10. oktober 2008
sjóvegis av Havnini. Vit
fingu so sett eina rutu í
sigling av Hvítanesi yvir
um til Kaldbaks, meðan
vegurin allan vegin av
Hvítanesi inn í Kaldbaks
botn og út aftur til Kaldbaks
varð gjørdur. Hetta var eitt
ódnartak,
sum
Havnar
kommuna tók á seg. Men
hetta var samstundis einasta
treyt, sum Kaldbak setti
fyri at leggja saman, nevni
liga at fáa vegasamband,
sigur Heðin Mortensen.
Men tað hendi eisini nógv
á øðrum økjum. Ljós kom á
niðara vøll í Gundadali,
ovari vøllur kom, sum
seinni eisini fekk graslíki,
tveir nýggir ringvegir eru
komnir longur og longur
úti, og hin nýggjast ætlaði
gongur heilt har uppi, sum
Stóratjørn skal verða, fyri
at nevna okkurt úr stóru
rúgvuni,
sum
er
hent
seinastu 36 áruni í Havn.
Politikkur kom uppí
Øll tey fyrstu árini, Heðin
Mortensen sat í býráðnum,
sat hann fyri borgaraflokkin,
sum ikki var politiskur.
Hetta var samstundis nógv
tann størsti flokkurin í
býráðnum.
Tað var ein spennandi
tíð. Har vóru fleiri, sum
sótu saman við mær, m.a.
Ingi Mohr, Dánjal Larsen,
Børge Persson og sjálvandi
Petur í Gong, sigur Heðin
Mortensen.
Seinni gjørdist býráðs
arbeiðið meiri politiskt, og
harvið eisini meiri skipað.
Tað var tá, eg fór upp í
Sambandsflokkin, og eg
meldaði meg inn í góðari
tíð undan valinum í 1988,
fyri at ongin ivi skuldi
verða um, hvat eg ætlaði.
Eg varð so stillaður upp har
og
kom
inn
í
einum
politiskum
flokki,
sigur
Heðin Mortensen.
Men Heðin Mortensen
hevði eisini valt at stilla
upp til fólkatings og løg
tingsval fyri Sambands
flokkin, og tí var tað
náttúrligt, at hann eisini
stillaði upp til býráðsvalið
fyri sama flokk.
Vildi hava mest
burturúr
Eg havi so sitið í býráðnum
síðan, og kom inn við
næstflest atkvøðum til valið
seinast og varð fyrst valdur
á sambandslistanum. Eg
metti tá, at samstarvið við
Fólkaflokkin var so nógv
slitið eftir fýra árum, sigur
Heðin Mortensen.
Hann metti tí, at tað var
rætt at royna okkurt nýtt,
umframt at tað vóru ting
sum gjørdu, at hann ikki
kundi halda fram.
Tí royndi eg at bera so í
bandi, at Sambandsflokk
urin kundi koma í eina góða
støðu við ávirkan, men tað
vísti seg, at tað var ikki tað,
flokkurin vildi, og tí segði
eg
stopp,
sigur
Heðin
Mortensen.
Hann vísir á, at tá mann
ikki vildi fáa ávirkan, so
kundi hann ikki longur
fylgja við.
Eg fekk jú so nógvar
atkvøður, at eg hálaði hini
bæði inn við mær, vísir
Heðin Mortensen á.
Hann heldur ikki, at
munurin á býráðspolitikk
inum hjá Sambandsflokk
inum brýtur so nógv frá tí
hjá Javnaðarflokkinum, og
skuldi hann gerast borgar
stjóri, kundi hann ikki vera
leysgangari, og tí tók hann
ta avgerðina.
Soleiðis
kom
verandi
samgonga við Tjóðveldi í
lag fyri fýra árum síðani,
og nú er valskeiðið eisini
runnið. Og Heðin Morten
sen er væl nøgdur við tað,
sum
samgongan
hevur
fingið av skafti.
Eg hugsi, at tað er
eindømi, at ein samgonga
megnar at uppfylla øll tey
lyfti, sum hon hevur sett
sær fyri í samgonguskjalin
um, men tað hava vit megn
að, sigur Heðin Mortensen.
Og við at gjøgnumganga
samgonguskjalið má sigast,
at Heðin Mortensen hevur
rætt – næstan. Tí tað eru
onkur fá mál, treyðugt so,
sum bara tykjast loyst í
eygunum
á
útinnandi
politikaranum. Men málið
var tó næstan nátt. Og tað
gevur Heðini Mortensen
treysti at halda fram.
Ja, eg ætli at bjóða meg
fram aftur til enn eitt
valskeið – og gjarna sum
borgarstjóra, sigur hann at
enda.
Við viðgerð í
løgtinginum í
nátt var sonevndi
hjálparpakkin hjá
donsku stjórnini,
sum skal tryggja
bankunum,
samtyktur
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgtingið fór í hasti undir
at viðgera sonevnda hjálp
arpakkan hjá donsku stjórn
ini, sum skal tryggja danska
og harvið eisini føroyska
fíggjarmarknaðinum.
Løgtingsformaðurin
bað løgtingið um at gera
frávik í tíðarfreistini, so
málið kundi avgreiðast í
skundi, tí danska fólka
tingið skal atkvøða hjálp
arpakkan ígjøgnum í dag.
Andstøðan setti fram
eitt
broytingaruppskot,
sum tó varð felt, og eftir
hetta var tað eitt samt løg
ting, sum samtykti upp
runaliga uppskotið.
Talan er um eitt uppskot,
sum gongur út upp á at
tryggja øllum innlánarum
øll síni innlán. Hetta verð
ur gjørt við, at bankarnir
rinda 35 milliardir krónur
í ein grunn, og síðani
tryggjar danski staturin
tað, sum fer upp um hesa
upphædd.
Í viðmerkingunum til
uppskotið sigur Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmála
ráðharri, at hóast búskapur
okkara grundleggjandi er
sunnur, og hóast føroysku
peningastovnarnir
ikki
hava trupulleikar at halda
lógarásettu solvenskrøv
ini, verður mett neyðugt
við einum tiltaki sum
hesum.
Orsøkin er, at heims
umfatandi fíggjarkreppan
hevur gjørt tað nærum
ómøguligt hjá peninga
stovnunum
at
útvega
neyðugt gjaldføri. Teir
stovnar, ið hava nóg mikið
av gjaldføri, vilja ikki
læna til aðrar peninga
stovnar. Um einki verður
gjørt, kann hetta fáa nei
ligar
avleiðingar
fyri
borgarar, virki og samfel
agsmenningina sum heild,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Neyvan vandi fyri
íslendskari fígging
Uppskotið kemur at kosta
einstøku
peningastovn
unum eina munandi upp
hædd.
Fyri føroysku peninga
stovnarnar verður talan
um tilsamans umleið 100
milliónir krónur um árið í
tvey ár í garantiprovisjón.
Hartil kann koma gjald
fyri veðhald, sum í mesta
lagi kann verða umleið
260 milliónir krónur til
samans, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hetta
tryggjar
sum
nevnt føroyska fíggjar
marknaðinum, og vandin
fyri at missa innlán er
púra av.
Samstundis
verður
mett, at fyritøkur í Før
oyum, sum hava fígging
hjá íslendsku stórbankun
um, ikki eru í vanda fyri
at
verða
koyrdar
á
húsagang.
Bæði Sigurd Poulsen
og aðrar vælvitandi keldur
innan fíggjarheimin meta,
at bankarnir neyvan fara
at krevja lánini aftur her
og nú, tí tá er stórur vandi
fyri, at bankarnir missa
meiri pening.
Íslendski sendimaðurin
í Føroyum, Eidur Guðna
son, vil ikki gera beinleiðis
viðmerkingar til støðuna,
men sigur, at íslendingar
eru eitt dugnaligt og væl
útbúgvið fólkaslag, og at
hann ikki ivast í, at teir
fara at ríða stormin av.
So alt í alt sær nú út til,
at
føroyingar
sleppa
snikaleysir undan teirri
fíggjarkreppu, sum herjar
um allan heim.
Løgtingið samtykt
hjálparpakka
Við samtyktini í løgtinginum í nátt heldur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, at føroyingar eru tryggjaðir móti
avleiðingum av fíggjarkreppuni
Eisini samtyktur í fólkatinginum
Stutt fyri miðdag í dag samtykti ein politiskur meiriluti umfatandi hjálparpakkan fyri danska fíggjarsektorin, sum
løgtingið samtykti í nátt. Talan var um ein stóran meiriluta, har bert Eindarlistin atkvøddi ímóti. Samtyktin merkir,
at danskar og altjóða fíggjarligar fyritøkur kunnu lána pening til peningastovnarnar í Danmark. Nú er full trygd
fyri lánunum. Lógin fær gildi við afturvirkandi kraft, 5. oktober 2008. Búskapar og vinnumálaráðharrin, Lene
Espersen, er fegini um avgerðina. – Við lógini kunnu allir bankakundar, fyritøkur og fíggjarligir lánsveitarar –
uttan mun til støddina av innlánunum – vera púra tryggir við at hava pengarnar standandi í bankanum, sigur Lene
Espersen við Børsen. Síðani pakkin varð lagdur fram mánanáttina, hava næstan allir peningastovnarnir tikið av
tilboðnum. Bert Lægernes Pensionsbank hevur sagt nei takk.