fríggjadagur 10. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Vikuskifti 11
er og so víðari og so víðari.
Jú, tí Føroyar eru og verða
okkara land – um vit vilja tað ella
ikki. Tað er her, vit hoyra heima
og eisini kenna okkum heima.
Eitt ynski um at børnini læra
føroyskt og føðiland okkara at
kenna, spældi eisini ein stóran
leiklut. Sum foreldur lá avgerðin
í okkara hondum, men um bert fá
ár lá hon ikki longur hjá okkum,
men hjá børnunum sjálvum – um
vit skuldu hava tey við, væl at
merkja, tí sjálvandi kanst tú altíð
flyta. Trupulleikin er oftani løtan,
sum kanska ongantíð tykist tann
rætta.
Tað vil altíð liggja ein ivi í
bakhøvdinum; tí tú veitst, hvat
tú sigur farvæl til, men ikki altíð,
hvat tú sigur góðandag til.
Men, men, men Føroyar eru
mítt land, og soleiðis verður tað.
Var eg kroati, hevði eg helst
viljað búð í Kroatia, men tá eg nú
eri føroyingur, er tað í Føroyum,
eg vil búgva
Árini í danska høvuðsstaðnum vóru
bæði góð og gevandi