fríggjadagur 10. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 195 - 10. oktober 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Bert er bróðurleyst bak
Árni Dahl hevur skrivað
eina politiska viðmerking til
nýggju ABC-samgonguna
við heitinum “Um 365 ár”.
Innihaldið í greinini hjá
Árna er ómetaliga einfalt:
1. Orsakað av “sambandi”
er ongin fólkavøkstur í
Føroyum, og tjóðin “er
dømd at doyggja sum frá
líður”.
2. Orsakað av “frælsi” er
stórur fólkavøkstur í
Íslandi og tjóðin blómar.
Árni er so fullvísur í síni
tveykantaðu heimsmynd, at
hann loypir heilt út av
tromini: taka vit ikki loys-
ing, kunnu vit akkurát tað
sama kunnu leggja okkum
at doyggja. Ella við hans-
ara egnu orðum:
“Eitt kunnu vit gera
okkum púra greitt: Vit
kunnu seta í verk kanning-
ar, vit kunnu halda ráð-
stevnur, vit kunnu skipa
fyri “Job-match”, sum tey
rópa hetta á nýføroyskum.
Vit fáa ongantíð, ongantíð
unga ættarliðið heim aftur
at byggja upp eitt ófrælst
samfelag. Eitt samfelag,
sum dúvar upp á samband
og olmussu, er dømt at
doyggja, sum frá líður”.
“Ongantíð, ongantíð”!
“Dømt at doyggja”!
Kann tað vera rotnari og
svartari?
Sum prógv fyri síni
tveykantaðu søgufatan
vísir Árni til gongdina í
fólkatalinum í Føroyum og
Íslandi frá 1870 til nú.
Lat okkum so hyggja at
søguligu gongdini. Fyrst
1870, tí tað hevur Árni
sjálvur sett sum byrjunarár.
Síðani 1918, tí tá fekk
Ísland fekk fullveldi – júst
ta skipan sum føroyska
fullveldissamgongan hjá
Anfinn og Høgna 1998-
2003 stríddist fyri. So
1944, tá Ísland gjørdist
sjálvstøðugt ríki. Og so at
enda støðan í dag.
Nú er íslendska
fólkatalið 6 ferðir størri
enn okkara, so fyri at
kunna samanbera gongd-
ina, kunnu vit umframt
veruligu tølini seta fólka-
talið í báðum londum til
index 100 í 1870.
Í stabbamynd sæst
samanberiliga gongdin í
indextølunum enn
týðuligari.
Av myndini er lætt at
lesa:
• At í tíðarskeiðnum 1870-
1918, meðan Føroyar og
Ísland vóru í somu ríkis-
rættarligu støðu, vaks
fólkatalið nógvar ferðir
meir í Føroyum enn í
Íslandi. So neyvan hevur
ríkisrættarliga støðan havt
nakrað ávirkan á ymisku
gongdina í londunum
báðum.
• At í tíðarskeiðnum
1918-1944, meðan Føroyar
vóru eitt dansk amt og
Ísland hevði fullveldi, vaks
fólkatalið nógvar ferðir
meir í Føroyum enn í
Íslandi. Tó fara vit –
sjálvandi - ikki at
konkludera, at ríkisrættar-
ligari støðan var tann av-
gerandi faktorurin: at tað
var nógv gagnligari fyri
fólkatalið at vera eitt
danskt amt enn eitt
fullveldi.
• At í tíðarskeiðnum
1944-2008, meðan Føroyar
hava sjálvstýri í
ríkisfelagsskapi við
Danmark, og Ísland er
sjálvstøðugt ríki, veksur
fólkatalið nógv meir í
Íslandi enn í Føroyum.
Skulu vit so nú siga tað -
mótvegis lærdóminum frá
undanfarnu tíðarskeiðunum
– at nú er ríkisrættarliga
støðan altavgerandi fyri
menning og vøkstur í
fólkatali? Og ikki hugsa
um, at eftir annan
heimsbardaga tók ídnaðar-
liga kollveltingin dik á seg,
har náttúruskaptar fortreyt-
ir góvu íslendsku ídnaðar-
menningini eitt ókeypis og
nærum óavmarkað tilfeing-
isgrundarlag – samanborið
við okkara kargu grunnar
og dýrtkeyptu orku?
Øll sjálvstøðugt hugs-
andi fólk vita tað, at slík
tveykantað svørt-hvít
heimsmynd, sum hendan
hjá Árna Dahl og øðrum
tjóðveldisfólkum, er primi-
tiv avbrongling av politiska
veruleikanum. Hann er
aldrin so einfaldur svart-
hvítur, aldrin so steinrunn-
in í fundamentalistiskar
dogmur. Tíbetur er veru-
leikin meira samansettur,
meira fjølbroyttur, og
gevur rúm fyri frábrigdum
og nógvum ymiskum
møguleikum fyri politisk-
um atgerðum fyri at røkka
felags málum. Júst tað sum
eisini eyðkennir pluralisti-
ska ástøðið undir fram-
komnum fólkaræði.
Tveykantaða heimsmyndin hjá Árna Dahl
landsstýrismaður
Hans Pauli
strøm
sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
sosialurin í norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
sosialurin í suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Bert er bróðurleyst tak sigur orðatakið. Orðatakið
rennur til hugs, nú brøðratjóðin fyri vestan hav,
Ísland, er komin í størstu fíggjarligu trupulleikar
nakrantíð. I kjalarvørrinum á fíggjartrupulleikunum
koma inflatión, peningatap og ótryggleiki, og
frændur okkara eru mest sum tiknir á bóli. Mangir
íslendingar kenna seg sviknar og illa viðfarnar
av ábyrdarleysum og grammum banka- og
fíggjarmonnum. Atfinningarnar móti stjórn og
tjóðbanka tróta heldur ikki, og beiskleikin móti
íslendsku altjóða peningaspekulantunum er stórur.
Tað er lætt at vera eftirklókur og møguliga hava
íslendski tjóðbankin og fíggjareftirlitið verið í so
eftirlætin og givið peningarstovnunmu og leiðslum
teirra ov leysar teymar. Hinvegin er tað gott og
gleðiligt at kunna staðfesta, at tann skaðafrøði
yvir íslendska sorgarleikin, ið hómast í pørtum av
europeisku pressuni og almennu viðmerkingunum,
ikki er komin fyri í Føroyum. Vit harmast og
kenna djúpa samkenslu við frændatjóðini, ið er
rakt av eini fíggjarligari vanlukku, sujm rakar alt
samfelagið og skaðar tað sera góða umdømið, sum
Ísland hevur havt í altjóða samfelagnum.
Vit fegnast um, at løgmaður hevur sent íslendsku
stjórnini samhugafjarrit, tí her er talan um tjóð-
skaparliga vanlukku fyri frændatjóðina.
Íslendska stjórnin hevur roynt alt, ið roynast kann
til tess at bjarga fíggjarkervinum og harvið bjarga
samfelagsbúskapinum. Hetta er eingin lættur
setningur. Í hesum er íslendska stjórnin í somu
skóm sum so mangar aðrar stjórnir. Tiltøkini hava
í stóran mun verið tey somu, eitt nú almennar yvir-
tøkur av privatum peningastovnum og at tryggja
peningakervinum gjaldføri. Hetta er trupult, tí
flestu lond hava sama trupulleika, og tí íslendka
krónan alt fyri eitt kom undir eitt trýst sum ikki
hevur sín líka.
Danmark hevði í byrjanini av kreppuni sama trupul-
leika og kundi tí ikki nýta rentulækking sum kreppu-
tiltak. Ìsland hevur ikki sama møguleika og tí hevur
krónan mist helvt av virðinum við ógvusligum
fylgjum.
I altjóða fíggjarkreppuni eru vit heppin at kunna
kroka undir danska hjálparpakkanum, sum
fólkatingið samtykkir í dag. Føroyska bankakervið
og harvið føroyska samfelagið stendur nú tryggari
í sambandi við hóttandi altjóða fíggjarkreppuna
sum Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður sigur.
Hetta merkir, at føroyskir peningastovnar nú
eru tryggjaðir móti skaðiligari spekulatión, sum
kundi gjørt, at peningur hevði verið fluttur av
landinum. Vit fegnast yvir, at Føroyar soleiðis hava
fingið møguleikan at hóðra undan. Vit harmast
við islendingum um støðuna í landi teirra. Og vit
ivast ikki í, at teir við tí dugnaskapi, treysti og
arbeiðssemi, ið eyðkennir frændir okkara, fara at
vinna á trupulleikunum.