Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 • 10. oktober 2008 Vikuskifti 12 Ein nýggj og forkunnug kafé er latin upp í føroyska bókmenta­ heiminum. Talan er um fyrsta yrkingasavnið eftir Hanus Kamban, sum hevur fingið heitið Café Europa, og sum borðreiðir við yrkingum av tí dygdargóða, leskiliga slagnum. Yrkingarnar eru nevniliga ofta tilevnaðar við íblástri úr tí besta skaldskapinum, sum er at finna í evropeiskum bókmentum. Vitjandi á hesa café kunnu sostattt vænta sær eina ríkandi og djúpa lesiupliving, sum bæði vekir samhuga og manar til moralska umhugsan. Bókmentamaðurin Hanus Hanus Kamban er sum heild áhugaverdur høvundur at lesa, og hansara nýggja byrjan sum yrkjari er einki undantak. Hann miðar sostatt altíð eftir at fáa hald um tað, ið ofta liggur handan málið ella millum reglurnar, og sum tískil er sera tórført at seta orð á. Men yrkingasavnið er somu­ leiðis forkunnugt og spennandi, tí við hesari bók trínur Hanus fram sum yrkjari í tí bundna forminum. Og tað er í øllum førum nýtt. Tí hóast Hanus áður hevur skrivað onkran songtekstin til Kára P, so hevur hann higartil tó mest skrivað óbundnan, prosakendan skaldskap. Og tekstasløgini, sum hann hevur latið úr hondum, eru eisini mong og fjølbroytt: ævisøgur, sjónleikir, týðingar, stuttsøgur, ritroyndir og bók­ mentaviðgerðir. Men tað er helst sum ævisøguhøvundur føroyingar kenna hann allarbest, og ævisøga Hanusar um Janus Djurhuus er einki minni enn eitt stórverk í føroyskum bókmentum. Ikki tí: ritroyndin hjá Hanusi nevnd “Hin gandakenda auran” er heldur ikki løtt at gloyma, so vælskrivað og hugfangandi, hon er at lesa. Harumframt hevur hann eisini mangan verið at sæð sum upplýstur og nærlagdur mentanarmiðlari í føroysku fjølmiðlunum. Men hóast flest øll kenna Hanus best sum prosahøvund, so hevur hann áður víst sínum lesarum, at stilistisk fyribrigdi ikki eru honum ókend. Stutt­ søgusavnið Pílagrímar (2001) innihelt til dømis brot, har týðiliga kom undan kavi, at Hanus eisini dugir at handfara bæði myndburðir, samanberingar og annað gott myndamál, ið vanliga er at finna í bundnum skaldskapi. Hóskandi dømi um hetta man vera stuttsøgan “Út um ringvegin” í Pílagrímum, sum annars eisini má sigast at vera ein tann besta stuttsøgan, Hanus Kamban hevur skrivað. Hanus á ferð Men sum eisini er eyðsæð í Pílagrímum, so hevur Hanus altíð havt stóran tokka til nøvn, bæði staðarnøvn, persónsnøvn og t.d. nøvn á listaverkum. Og nýggja savnið, Café Europa, er einki undantak. Hetta millumtekstasambandið tænir helst trimum ávísum enda­ málum í skaldskapi Hanusar: Í fyrsta lagi er ætlanin at leggja ein ávísan dám yvir tað, ið skrivað er. Í øðrum lagi – sjálvandi ­ er ætlanin at flætta tekstin inn í eina størri heild. Og í triðja lagi at læna nakað av merkingini frá tí, hann sipar til. Hesi nøvnini kunnu sostatt eisini nýtast sum Stevna vit Við sínum fyrsta yrkingasavni Café Europa tekur Hanus Kamban lesaran við út á kend og ókend mið í evropeiskum bókmentum. Handverkið er snøgt í yrkingunum sum lýsa týðandi evni í tilveruni úr einum moralskum og enntá gotiskum sjónarhorni Ummæli René Hjelm Á »Café Europa« borðreiðir Hanus Kamban við yrkingum av tí dygdargóða, leskiliga slagnum