fríggjadagur 10. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 10. oktober 2008
13
N
ú landsstýrið er komið upp
á ein fjórðing av løgting
inum, sum merkir at fjórði hvør
tingmaður er noyddur til at siga
tingsessin frá sær, er hóskani at
spyrja, hvat mandat restin av
tinginum hevur, tí í veruleikan
um hava vit eitt varamannating
og ikki eitt løgting.
Nú landið er vorðið eitt val
dømi ber til at rokna mandat
styrkjuna hjá hvørjum einstøk
um flokki. Mandaststyrkin er
lutfallið millum tær persónligu
atkvøðurnar hjá tingmanningini
og samlaðu atkvøðurnar hjá
flokkinum.
Taka vit Fólkaflokkin sum
dømi, so hava 7 teir fyrst valdu
fylgjandi atkvøður:
SÍ talvu 1
Fólkaflokkurin fekk 6240
atkvøður seinast, hetta merkir
at tingmanningin hevur 60% av
atkvøðunum.
Fyri flokkarnar sum heild er
støðan:
SÍ talvu 2
Yvirlitið vísir, at tann ting
manningin, sum hevur
sterkasta mandatið, er
Miðflokkurin, har 72% av
veljarunum peika á teir 3
tingmennirnar hjá flokkinum.
Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og
Sambandsflokkurin hava eitt
mandat sam svara til 60%,
meðan Janvaðflokkurin er rætti
liga spjaddur, og tingmanningin
hevur bara eitt mandat upp á
53%. Sjálvstýrisflokkurin er
enn meira spjaddur og er heilt
niðri á 39%, her er talan um ein
flokk, har veljararnir eru ógvu
liga persónsorienteraðir, ting
mennirnir hava neyvan meira til
felags enn at báðir eita Kári.
Vallógin er ógvuliga persóns
orienterað, og meiningin er
sjálvandi, at teir sum sita á tingi
skulu hava eitt so sterkt
veljaramandat sum gjørligt. Tað
skulu ikki vera floksleiðslurnar,
sum avgera hvør kemur á ting,
men harafturímóti veljarin, sum
á valdegnum nominerar
manningina hjá flokkinum.
Endamálið við eini slíkari lóg
er væl at teir tingmenn, sum
veljarin hevur útpeikað, skulu
manna tingið, men so løgið tað
ljóðar gongurt
stýrisskipanarlógin ikki inn fyri
hesum.
Stýrisskipanarlógin áleggur
einum tingmanni, sum tekur ein
landsstýrissess, at siga
tingsessin frá sær meðan hann
er í landsstýrinum. Ein slík
fyrskipan er ikki serliga væl í
tráð við, at ein tingmaður er
valdur í 4 ár og er bara bundin
av síni sannføring.
Tað vil siga at tá landsstýrið
er skipað er mandatið minkað
avgerandi. Fyri nýverandi
samgongu sær tað sloeiðis út:
SÍ talvu 3
Talvan vísir at mandatið hjá
javnaðaflokkinum er minkað
niður í 32%, tí hann hevur sett
toppskorarar í landsstýrið.
Fólkaflokkurin er farin niður í
43% og sambandið niður í
50%. Teir sum nú manna tingið
fyri samgongunam, hava sostatt
ikki 50% av veljarunum hjá
flokkunum aftanfyri seg. Hví
skulu vit persónliga kjósa ting
menn, sum blíva blakaðir úr
tinginum, beint sum landsstýrið
er skipað?
Vit hava eina stýrisskipanar
lóg, sum fer beint ímóti inten
tiónunum í vallógini, tí hon
áleggur tingmonnum at siga
tingsessin frá sær, tá teir fara í
landstýrið. Einslík áseting ger
at t.d. teir sum hava avtala eina
samgongu, risikera at koma í
minniluta, tí at varamennirnir
ikki eru samdir við landsstýri
num. Hetta gjørdi seg galdandi
fyri CHE samgonguna. Eitt
annað dømi knn vera at ein
varamaður skiftir flokk, tá
missir flokkurin møguleikan
fyuri at seta ein tingmann í
landsstýrið.
Umframt at ein fjórðingur av
tinginum situr í landsstýrinum,
so eru reglurnar fyri farloyvi
ótrúliga liberalar, og tað við
førir at kanska bara ein helvt av
tingmanningini er tann, sum
veljarin hevur víst á.
Farloyvi hjá tingmonnum er
eitt løgið fyribrygdi, tí ting
menn eru javnsettir. Lat okkum
hugsa eitt dømi: Tríggir mans
(A, B og C) standa og práta,
men hoyra annars ikki saman,
men alt í einum biðjur C um
farloyvi. A er fyri og B er
ímóti, tað vil siga at C kann
ikki fáa farloyvi, men tá A, B
og C onki hava við hvønn
annan at gera, so kann C bara
fara. Tað sama er galdandi í
løgtinginum, eitt parlament er
eitt prátingarstað, har tingmenn
eru óheftir av hvørjum øðrum.
32 tingmenn kunni ikki áleggja
tí 33 tingmanninum at atkvøða
fyri einum uppskotið. Teri
kunnu heldur ikki játta einum
tingmanni at farloyvi úr tingi
num, tá viðkomandi ikki er
settur undir teimum. Um teir
kunnu játta einum tingmanni
farloyvi, má fylgjan vera at teir
eisini kunnu nokta einum
tingmanni farloyvi og tað er
tvætl. Tað einast tingið kann
gera er at atkvøða um vara
maðurin kann møta ella ikki.
Tingmenn hava ikki
møtiskyldu.
Farloyvi er galdandi fyri
persónar, sum eru undirordnaðir
einum øðrum, serliga er tað
kent frá herinum, har ein soldat
ur kann fáa orlov. Ein tingmað
ur er ikki tvungin at møta á
tingið, men tað at hann ikki
møtir, kann ikki viðføra at tann
næsti á listanum møtir.
Sjálvandi kunnu vit ikki
krevja nakran serliga logik tá
talan er um lógarsmíð, men eitt
brot úr lógini um samsýningar
til tingmenn ber av: Løgtings
maður, sum fær farloyvi úr
tinginum vegna sjúku, ella tí
hann hevur fingið farloyvi at
fara uttanlands í løgtings ella
fólkatingsørindum, varðveitir
rættin til samsýning og forvinn
ur sær eftirlønaraldur. Nú er
løgtingið alt í einum blivið
arbeiðsgevari hjá tingmonnum
og kann geva teimum farloyvi.
Ein tingmaður, sum er sjúkur,
hevur forfall, men forfall og
farloyvi er hvørt sítt. Tá ein
hevur forfall, so er viðkomandi
í eini støðu, sum hann ikki
ræður yvir, tí er tað sjálvandi
ein møguleiki at tingið viðger
spurningin um treytinar fyri at
eykamaðurin kann taka sætið
kann takast upp.
Løgtingið kann ikki vera
arbeiðsgevari hjá tingmonnum,
tí so kann tingið áleggja ting
monnunum hvussu teir skulu
atkvøða, men tað er okkurt sum
bendir á tann vegin. Á bloggi
num í Dimmalætting sá eg at
Kári á Rógvu var forargaður
um at Anita á Fríðriksmørk
fekk betur treytir enn John
Johannesen í barnsburðarfar
loyvi. Ein tinmaður kann ikki
koma undir lógina um barn
burðarfarloyvi, tí hann hevur
ongan arbeiðsgevara.
Ásetingarnar í stýrisskipanar
lógini um at tingmenn, skulu
fara í farloyvi, tá teir fara í
landsstýrið er heilt burturvið og
eigur at vera broytt straks. Tað
sama eigur at vera galdandi fyri
treytirnar at at fáa varamann á
ting. Tá vallógin so kraftiga
leggur upp til veljaran at út
peika tingið, so má tað vera tað
tingið sum veljarin hevur peika
á, sum situr í tinginum og ikki
okkurt heilt annað.
Vatntætt skott millum lands
stýri og løgting er ein illusión.
Landsstýrismennirnir eru polit
ikarar og skulu hava framt tann
politikkin, sum teir standa fyri,
eisini eftir at teir hava skrivað
samgonguskjalið.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Varamannating
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jens M. Dalsgaard
Jacob Vestergaard
870
Jørgen Niclasen
617
Anfinn Kallsberg
550
Annika Olsen
520
Jákup Mikkelsen
437
Jógvan á Lakjuni
417
Poul Michelsen
341
Tilsamans
3752
talva1
Tingmanning Atkvøður
Mandat
Fólkaflokkurin
3752
6240
60%
Sambandsflokkurin
3755
6529
58%
Javnaðarflokkurin
3219
6018
53%
Sjálvstýrisflokkurin
864
2244
39%
Miðflokkurin
1885
2610
72%
Tjóðveldi
4445
7520
59%
talva2
Atkvøður
íalt
Atkvøður
eftir
skipan av
samgongu
Mandat
eftir
skipan
Mandat
fyri
skipan
A - Fólkaflokkurin
6240
2691
43%
60%
B - Sambandsflokkurin
6529
3245
50%
58%
C - Javnaðarflokkurin
6018
1938
32%
53%
talva3