fríggjadagur 10. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Vikuskifti 13
høvuðsdyr inn í skaldaheim
Hanusar....
Annars er eisini líkt til, at
Hanus Kamban skrivar sínar
yrkingar við íblástri úr persón
ligum hendingum úr hansara
egnu fortíð og tað er jú rættiliga
vanligt at gera. Men sum áður
nevnt, so flættar hann hesar
lívsroyndir inn í eina størri heild.
Yrkingarnar vera sostatt settar
í samband við aðrar søgur og
tilburðir antin í bókmentasøguni
ella veraldarsøguni. Og á
henda hátt verður skaldskapur
hansara ofta tætt bundin at
millumtekstasambandinum, sum
í hesum førinum eru heimsbók
mentirnar.
Og hendan verkætlanin hjá
Hanusi riggar væl, og úrslitið
eru nógvar ríkandi og rámandi
yrkingar. Og hóast tær ikki eru
lættlisnar, so eru tær flestu
úrtøkumiklar, um lesarin tímir at
greina og tulka eitt sindur nærri...
Skaldaferð
í fýra pørtum
Yrkingasavnið er í fýra pørtum
og kann lesast sum eitt úrtak
úr lívinum hjá yrkjaranum – um
tú vilt. Tó fæst meira burturúr,
um savnið verður lisið sum ein
sjálvstøðug og óheft ferð gjøg
num almennar lívsroyndir hjá
menniskjum á fold.
Fyrsta yrkingin “Heimavøllin”
er eins og eitt forljóð, áðrenn
lagt verður til brots, og lýsir helst
heimstaðin hjá yrkjaraeg’num.
Yrkingin er, sum heitið eisini
rekur framundir, heldur heimlig,
staðbundin og kanska enntá eitt
sindur bygdaslig.
Men í øðrum parti fer savnið
á flog við afturlítandi yrkingum
úr millum annað. sekstiárunum.
Lesarin millumlendir eitt nú
á “Café Flore”, sum er ein
frásøguyrking í bundnum formi
um studentarlív og kafé
lív í onkrum stórbýarmeldri.
Yrkingin lýsir, hvussu smílandi
flytifuglurin, Lady Charm,
kom á seinsumri, men viltist í
dekonstruktivistiska Sargasso
havinum. Síðan umskapaðist
hon til eina Rat Woman á vetri
og fór heimaftur í kistu, meðan
eingin tykist at látast um vón.
Til ber kanska at lesa yrkingina
sum et slag av dømisøgu – ella
sum eina ávaring til nýbornar
pisur í útisetu. Skrivingarlag og
formur eru brotkend og geva sum
heild ein hektiskan, ørkymlandi
cafédám sum kennist ógvuliga
sannførandi, ja, livandi.
Yrkingin “Kvæðakempa Farin”
er av tí elegiska slagnum, hóast
hvørki sorgin ella deyðin eru
serliga týðulig evni í yrkingini.
Men um aðrar yrkingar sum til
dømis “Grøvin hjá H.P. Lovecraft”
og “Positano 1999” verða havdar
í huga, so tykist íblásturin her
í øðrum parti millum annað at
koma frá teimum bretsku “The
Graveyard Poets”, ið skrivaðu
skaldskap um kirkjugarðar og um
alt tað tíðaravmarkaða í tilveruni
á fold.
Yrkingin “Positano 1999”
er ein enduryrking av kendu
yrkingini “Todtnauberg” hjá
jødiska yrkjaranum Paul Celan.
Yrkingin hjá Celan er um tórføra
fund hansara við fyrrverandi
nazistiska heimspekingin,
Martin Heidegger. Teir hittust
á fjallinum Todtnauberg, har
Heidegger hevði eini lítil hús,
og navnið “Todtnauberg” hevur
í yrkingini hjá Celan alstóran
týdning. Enduryrkingin hjá Hanusi
er ein hugnemandi tulking av
ótta Celans á hesum fjalli, og
samstundis ein hálovan av
hesum sama skaldsliga flogviti:
“Í einkisríki glæstan sá / eg ríða
ungan kong. / Úr frosti fleyg hin
hvíta okn / og spenti nýggjan
vong”. Hanus fær sostatt okkurt
meira jaligt burturúr hesum
tiltiknað fundi, enn Celan sjálvur
gjørdi.
Áleikandi spurningar
Triði partur viðger ymsar áleikandi
trupulleikar í okkara samtíð.
Eitt nú lýsir yrkingin “Golgata”
meiningsleysa morðið á tann
samkynda James Kerr í Highland
Park í Perth. Lýsingin er skelkandi
og ræðandi og harvið eisini
rættiliga gotisk í síni lýsing av
hesum svakliga og meiningsleysa
morðinum. Eyðsæð er sjálvandi
eisini, at yrkingin er ein óbein
leiðis “viðmerking” til eina
líknandi hending í Føroyum, men
sum lukkutíð ikki kravdi mannalív.
Í yrkingini sleppur lesarin heilt
nær at einum av hesum dráps
monnum, og endamálið hjá
yrkjaranum hevur helst verið
onkursvegna at finna eina
meining í hesum meiningsleysa
tilburði umframt at gera
yrkingina eyka átrokandi. Men
mest óhugnaligt er, at yrkingin
lýsir veruleikan sum meiri
gotiskan enn nakar Poe, Lovecraft
ella Marquis de Sade hava gjørt í
teirru fiktivu bókmentum.
Men annars er óheppið, at
Hanus hevur umskrivað James
Kerr til Jim Kerr í yrkingini.
Ikki tí, hetta er vanligt í Stóra
Bretlandi, men hesin diminutivi
formurin, Jim Kerr, fær heilt vist
nógvar lesarar at hugsa meira
um heimskenda Jim Kerr fra
tónleikabólkinum Simple Minds,
enn um neyðars samkynda James
Kerr í Highland Park í Skotlandi.
Men sum heild hevur yrkingin ein
moralskan boðskap um tollyndi,
ið er verður at bera fram og
endurtaka eisini í skaldsligum
formi.
Á síðu 33 og 38 eru tvær
ógvuliga sjáldsamar, prosakendar
yrkingar, sum kanska eru
meira átøkar smásøgum ella
anekdotum. Men tær eru
so gotiskar í teirru groteska
devulskapi og fetichistiska
perversiteti, at bæði furða
og Edgar Allan Poe koma
einum til hugs. Men eisini
bókmentaástøðið hjá Tzvetan
Todorov um tekstaslagið furðu
verður áleikandi, tí meðan
lisið verður, fer lesarin bæði
at øtast, ivast og at drála...
Og tí ber til at skilmarka hesar
báðar søgurnar sum furðu í
víðari merking, í hvussu er um
vit síggja søguna “Tann nýggja
mamman” úr sjónarhorninum hjá
tí seks ára gamla smádronginum.
Tí tá verður søgan nevniliga
sera óhugnalig í sínum kalda
devulskapi. Og talan er vissuliga
um iva og drál, tá lisið verður...
– tí lesarin spyr seg sjálvan, um
søgan veruliga er fiktión, ella um
slíkur perversitetur eisini kann
koma fyri í veruleikanum.
Og tað sama er galdandi, tá
lesarin lítla løtu seinni – á síðu
38 – rennur seg í søguna “Tann
samanklamsligi”. Søgan, sum
eisini er ógvuliga vælskrivað – er
um konu, sum hevur eitt høvd í
einum kassa, og sum kemur fram,
tá lokið verður tikið av. Høvdið,
sum kemur upp úr kassanum,
er ‘um tey fimti’ og ‘av kallkyni’
og er sera ‘livandi’, og tað dugir
bæði at eymka seg og at gráta.
Og tá konan ikki tímir at kína tí
meira, klamsar hon bara kassan
saman aftur og koyrir hann í
taskuna hjá sær. Í roynd og
veru er søgan jú sera stuttlig...
men talan er helst eisini um
furðu í hesum førinum, tí lesarin
ivast allatíðina í, um søgan um
Svørtusannu er svartasta lygn
ella sannur veruleiki.
Annars er “Innsigli Skuggans”
eisini ein snøgg og hugnemandi
yrking, ið sera væl lýsir
eksistentiella tvídráttin millum
at tora at velja ta geisandi
lívgleðina ella at halda seg til
eitt reglubundið og keðiligt lív í
føstum rammum.
Hitt vísundaliga
Atlantis
Í fjórða parti er deyðin sum
evni eisini átrokandi. Men her
eru eisini meira bjartskygdar
framtíðarsjónir og opinberingar
– og kanska enntá epifaniir..
Eitt nú er “Arvingarnir” ein
lærd samtíðarlýsing og kanska
samstundis ein sjálvrannsakan,
ið er prentað í einum rúmligum,
grafiskum formi, ið styðjar
týdningin í yrkingini. Yrkingin
er ein viðgerð av náttúruvísind
við atliti til alheimin, men eisini
ein viðgerð av øllum teimum
mótsetningum, ið hava verið
áleikandi fyri vísindafólk sum
Hawking, Turing og Einstein.
Og her er annars eisini eyðsæð,
at skaldið sum heild hevur
sera stóran áhuga og tokka
til Lovecraft og onnur flogvit í
vísindaskaldskapi. Í hesum savni
eru sostatt heilar tvær yrkingar,
ið hálova hansara vísindaliga
skaldskap og í hesum sambandi
kemur einum sjálvandi eisini
til hugs, at Hanus áður hevur
givið út Tað Nýggja Atlantis,
sum er eitt savn av týddum
vísindastuttsøgum...
Í “Pont Mirabeau” hitta vit
aftur Celan, hóast hendan
yrkingin hevur sama heitið sum
ein yrking hjá Apollinaire. Men
hesa ferð er myndin málað í
heldur døkkum litum, tí nú verður
sjálvmorðið hjá Celan lýst – og
við stórum samhuga. Og ikki
av tilvild er deyðadagur Celans
settur at vera júst 20. apríl 1970
– hetta var jú føðingardagurin hjá
Adolf Hitler... So her í yrkingini
doyr Celan altso sama dag sum
Hitler hevði føðingardag – er
neyðugt at nýta fleiri orð?
At enda stendur so yrkingin
“Evsta Skarð”, ið hugleiðir um
seinasta hvíldarsessin. Hetta
er jú eitt sindur syrgiligt og
hugtungt, men yrkjaraeg’ið tykist
kortini at vera komið til sættis við
sín aldur og sína lagnu:
‘Sama ger: Tí seint sum snimma
smíltust konur móti mær.
Nú móti nátt tær lata glimma
vættrakertur handan skarð’
Endin er ein
nýggj byrjan
Við sínum nýggja yrkingasavni er
líkt til, at Hanus Kamban endar
eitt langt lív sum prosahøvundur
til tess at byrja eitt nýtt sum
yrkjari. Og tað er gleðiligt. Tí
hóast Hanus er nýggjur yrkjari,
so er listarliga handverkið bæði
snøggt og gott. Hann hevur
sostatt fingið sera gott tamarhald
á anaforu, assonnans og øvugt
orðarað, stílbrøgd, sum eisini
Janus Djurhuus nýtti nógv og
sum haraftrat geva ein serligan,
skaldsligan hátíðardám.
Í føroyskum skaldskapi liggur
Hanus annars langt frá teimum
prosakendu yrkingunum hjá
Jóanesi Nielsen, og kanska
uppaftur longri frá til dømis punk
beatyrkingunum hjá Tóroddi
Poulsen. Hanus er harumframt
helst tað føroyska skaldið,
ið leggur seg tættast uppat
evropeiskari bókmentasøgu,
tí hann hevur, sum Andrias
Justesen áður hevur gjørt vart
við, tunga kjølfestu í evrope
iskum bókmentum. Og tað er
rætt og skilagott, tí tað læra
bókmentafólk mest av.
Tó mugu vit ikki gloyma, at
Hanus samstundis hevur tunga
kjølfestu í føroyskum bókmentum
og føroyskum máli. Og hann
hevur neyvan nakran áhuga fyri
at bróta upp úr nýggjum, men
heldur at endurnýta og harvið
endurnýggja tað, vit hava arvað
úr bókmentasøguni. Eins og
Janus Djurhuus.
Og hugsa vit um Hanus
Kamban fyrr og nú, er talan um
tveir heilt ymiskar høvundar,
har hesin seinni hevur bæði
skaldsligt innsýni og útsýni, og
sum úr hesari samanrenning
skapar haldgóðan skaldskap, ið
vónandi er eitt langt lív lagað...
Hanus Kamban, Café
Europa, Mentanargrunnur
Studentafelagsins, 2008
á loynumið...