fríggjadagur 10. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 195 - 10. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
11. oktober. Nikatius. Grikki, sum í 2. øld boðaði
evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og
saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og
ein av monnum hansara, Probus, sum eisini hevur staðið
í álmanakkanum, vóru tiknir av døgum av uppøstum
heidningum. Nólsoyar Páll varð doyptur hendan dagin í
1766.
12. oktober. Maximilianus, deyður umleið ár 285.
Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú
verður rópt Eysturríki. Hann varð seinni biskupur, men
bleiv tikin av døgum. Er verndarhalgimenni hjá
Eysturríki, og fleiri av keisarunum har hava borið
navnið Maximilian. Navnið merkir hin fjølmenti.
13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta navn,
sum er latínskt og merkir eingil, tað er sendiboð.
Góða Turið!
Vit sakna teg so ómetaliga nógv.
Eftir summarfrítíðina fluttu vit í
Glyvra skúla, og vit gleddu okkum
at síggja teg her úti, men so skuldi
ikki vera. Nú er tín stólur tómur, og
fyrstu vikurnar á Glyvrum var tað,
sum vit bíðaðu eftir, at tú fór at
koma. Vit vildu so illa trúgva tí, at
vit ongantíð aftur skuldu síggja títt
fitta andlit.
Altíð vart tú so smart og fín. Aðrir
næmingar, sum plagdu koma og
heilsa upp á teg, høvdu mangan á
orði: »Turið hevur altíð so flottar
negl og er altíð so smart«. Hetta var
so satt, sum tað var sagt, og tað
gleddi teg.
Tær dámdi so væl tað vakra, sum
finst. M.a. var tað tí vorðið ein av
tínum »uppgávum« at hjálpa til við
at passa urtapottarnar hjá okkum. Tú
vart altíð so glað, tá teir fingu nýggj
ar knubbar og blómur, og tín gleði
spreiddi gleði.
Hetta er bert eitt dømi av mongum
um, hvussu tú lærdi eisini okkum at
dvølja við løtuna her og nú, at sansa
og uppliva.
Tey, sum ikki kendu teg, sóu
kanska fyrst títt óhjálpni. Tað gjørdu
vit helst eisini ta fyrstu tíðina, tá vit
byrjaðu í serstovuni í 2003. Men
betri vit komu at kenna teg, meira
gleið títt brek í bakgrundina, og fram
í myndina trein tín persónleiki.
Tú hevði tínar egnu meiningar og
gavst til kennar, um tú vart ónøgd
við eitthvørt. Tað var tær ikki líka
mikið, hvat varð gjørt í skúlanum,
og hetta var ein stór styrki hjá tær.
Tú hevði eisini ein sera góðan
humoristiskan sans og kundi flenna
og ”klukka”, so tárini trillaðu niður
eftir kjálkunum. Serliga um onkur
okkara av óvart stoytti okkurt ella
misti okkurt á gólv, ja, so hevði tú
sæð tað, nærum áðrenn vit sjálvi
varnaðust tað, og sat í skellilátri.
Einaferð høvdu vit latið ein næm
ing í jakka og vóru klár at fara við
honum út í bussin. Men vit skiltu
ikki, hví tú sat og flenti og flenti. Tá
varnaðust vit, at tað var tín jakki, sum
vit høvdu latið næmingin í. Hetta var
bert ein av óteljandi løtum, har tín
humoristiski sansur lýsti upp.
Eins og flestu menniskju kundi tú
eisini vera hugsanarsom og álvarsom.
Til tíðir sjálvsagt eisini illa fyri av
sjúkuni. Tá dámdi tær væl, at onkur
okkara kundi sita við tær og lesa
eina bók, spæla okkurt spæl ella
bara vera hjá tær.
Góða Turið, vónandi vóru hesar
løtur líka ríkar fyri teg, sum fyri okk
um. Tú hevði ein ótrúligan stríðsvilja
og lívsvilja og lærdi okkum at síggja,
at alt er ikki ein sjálvfylgja í lívin
um.
Vit fara altíð at minnast tær góðu
løturnar saman við tær. Sum tá ið vit
settu leikir upp, spældu Krubbuspæl,
vóru útferðir, m.a. á Náttúrugripa
savninum, sóu ymsar leikir, eitt nú á
Læraraskúlanum, og tá vit vóru við í
ymsum tiltøkum saman við skúlan
um. Nú verður tómligt hjá okkum
starvsfólkum og tínum floksfeløgum,
tí tú vart altíð við og setti dám á við
tínum verumáta.
Tú fert altíð at eiga pláss í hjørtum
okkara. Títt fitta bros minnir okkum
á sangin »Barnabros«:
Eg samli upp á barnabros,
tey smáu ljósu smíl,
og um tú breytst upp hjartað mítt
við bori, lykli, fíl –
Tú fanst eitt savn av smílum har,
sum eingin makan sá,
frá túsund smáum brosum bjørt
um savnið glæman lá.
Og tráddi tú á hjartað mítt
og knústi tað sum glar,
so hendi bert í somu stund
tess veggur brotin var –
At barnabros, tey ljósu bros,
tey vórðu leys og frí
og fyltu meg og fyltu teg
við barna gleðisríð.
Tí henti eg mær hvørja ferð
tað blóma bros á kinn,
eitt lítið bros og leggi tað
í hjarta-savnið inn.
Góðu Sonja, Jonhard, Piddi, Oddny,
Rebekka og Tóra. Vit hugsa um tykk
um í stóru sorg tykkara og vilja fegin
takka tykkum fyri tíðina saman við
Turið, og at vit fingu høvi at siga
henni farvæl. Má Harrin styrkja okk
um øll í sorgini.
Vit vilja við hesum orðum lýsa
frið yvir minnið um Turið.
Starvsfólk og næmingar
í serstovuni í Glyvra skúla
Minningarorð um
Turið Sólbjørg Olsen
f. 06.08.1989 – d. 16.08.2008
29. september fingu
Elin Djurhuus Joensen,
Tórshavn, og Finn Bjarni
Hentze Samuelsen,
Tórshavn, búsitandi í
Keypmannahavn, ein son.
Hann vigaði 3680 gr. og
var 53 cm. langur.
24. september fingu Inga Greve Klemensen og Janus
Kampmann Vestmanna, búsitandi á Fredriksberg ein son.
Hann var 57 cm. langur og vigaði 4695 gr.
1. oktober fingu Daysie og Róðin Thomsen, Fuglafjørður,
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2900 gr.
2. oktober fingu Helena Sigurðsdóttir og Mats Jørgensen,
Århus, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3100 gr.
2. oktober fingu Ragnhild Bisp Poulsen og Hjalmar
Poulsen, Sandavágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og
vigaði 2950 gr.
3. oktober fingu Hildigerð og Pól á Sondum, Saltnes, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3485 gr.
4. oktober fingu Olevina Egilstoft og Rolf Herup Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3200
gr.
6. oktober fingu Torgerð Joensen og Johnny Vestergaard,
Skopun, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2900
gr.
7. oktober fingu Tóra Nolsøe Olsen og Tórhallur Eliassen,
Gøtugjógv, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3825
gr.
8. oktober fingu Eyðbjørg og Poul Henning Jacobsen,
Saltangará, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250
gr.
Brúdleyp
Leygardagin 11/10-08 kl 16.00 giftast í Vedbæk kirkju
Hanna Dalsgarð av Argjum og Christian Korsø Jensen
úr Vedbæk. Brúdleypið verður hildið innbodnum á
Mikkelgaard Rungsted Strand 211. 2950 Rungsted.
Leygardagin 11. oktober kl. 15.00 giftast í Havnar Kirkju,
Miriam Magnussen, úr Miðvági og Høgni Johannesen,
Tórshavn.
85 ára føðingardagur
Í dag (10.10.08) fyllir Magnus Pauli Johannesen í
Vestmanna 85 ár. Hann er burturstaddur.
75 ára føðingardagur
Í dag 10. oktober fylla tvíburarnir Margit Hansen og
Katrin Samuelsen 75 ár. Dagurin verður hildin saman við
næstringum á Gjáargarði.
70 ára føðingardagur
Í dag, 10. oktobur fyllir Maria Danielsen, Skúlagøtu 4,
Tórshavn, fødd Johannesen, ættað av Oyrabakka, 70 ár.
Hon er burturstødd føðingardagin.
Í dag, 10. oktober verður John Oluf Jacobsen, Glyvrar 70
ár. Føðingardagurin verður hildin heima leygardagin 11.
okt. frá kl. 18, øll eru vælkomin.
Robert á
Lakjuni
Fugla-
fjørður,
verður
80 ár 14.
oktober
08. Føð-
ingardag-
urin verð-
ur hildin í Siloa kl. 19.00.
Leygardagin
11. oktober
kl. 14 giftast
í Býráðs-
høllini í
Klaksvík
Beinta Olsen úr Klaksvík
og Eyðfinn Jacobsen
úr Haraldssundi. Eftir
vígsluna verður móttøka,
har øll eru hjartaliga væl-
komin. Veitslan verður fyri
innboðin á Klaksvíkar Sjó-
mansheimi kl. 18.