fríggjadagur 10. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Vikuskifti
14
Tað vóru fleiri orsøkir til, at
Victor Danielsen fór undir at týða
Skriftirnar. Fyrst, tí tað gingu
so mong ár at bíða eftir øllum
Nýggja Testamenti hjá Dahl, fyri
ikki at tala um Gamla Testamenti
og alla Bíbliuna. Victor nevnir í
hesum sambandi ein mann, ið
helt fyri við seg:
”Ikki ber til at bíða eftir Bíbliuni
í ein heilan mansaldur!”
Tað fyrsta, ið Victor Danielsen
týddi av Nýggja Testamenti – sum
eina roynd – var Galatiabrævið,
sum enn ikki var komið út í týðing
Dahls, tá ið Victor fór undir at
týða tað. Tað kom út í 1931.
Henda roynd Victors var so væl
fagnað, at brøður stuðlaðu honum
til at halda fram við at týða alt
Nýggja Testamenti. Hetta fór
hann undir á vári 1934 og var
týðingin longu liðug tíðliga í
1937. Nýggja Testamenti í týðing
Victor Danielsens kom sostatt
út 30. mars 1937, tríggjar vikur
áðrenn týðing Jákup Dahls.
Ein onnur orsøk til, at Victor fór
undir at týða, var tað føroyska
málið. Rótføroyska týðing Dahls
tóktist ov forn og torskild hjá
tí vanliga fólkinum, við tað at
ein stórur partur av føroyingum
ongantíð hevði lært føroyskt.
Danskt var hitt almenna málið
og føroyskt var bronglað og
avlagað eftir fleiri hundrað ára
danska ávirkan. Tí legði Victor
seg eftir at nýta eitt smidligt
mál, sum lá nærri talimálinum og
var lættfatiligt hjá bæði teimum
eldru og børnunum og gott at lesa
og skilja.
Soleiðis var støðan í 1937. Nú
áttu vit tvær týðingar av Nýggja
Testamenti, men ikki Gamla
Testamenti. Tískil fór Victor
beinan vegin undir at týða restina
av Bíbliuni. Tað var ikki smávegis
tak at fara í holt við.
Hann byrjaði hetta arbeiði í
mars mánaði 1937, sama mánaði,
sum Hitt Nýggja Testamentið var
komið út, og hann var liðugur við
Gamla Testamenti longu í mai
1939.
Sonur Victor, Dánjal, sum tá
bert var 16 ára gamal, skrivaði
handritið til alla Bíbliuna á
skrivimaskinu. Tað taldi tilsamans
meira enn 3000 ørk.
So var farið undir fyrireikingar
til at fáa Bíbliuna prentaða. Í
sambandi við rættlestur og aðrar
týðandi uppgávur, vóru nógvir
góðir menn, sum stóðu Victori
við lið. Millum hesar var ein,
sum gjørdi eitt megnararbeiði,
ið lítið hevur verið at hoyrt um,
og tað var Jens av Reyni. Meðan
Victor tókst við tað andliga
arbeiðið, tók Jens av Reyni sær
av tí handliga og brævaskiftinum
við prentsmiðjur, pappírsvirki
og aðrar fyritøkur til tess at fáa
Bíbliuna prentaða og innbundna.
Byrjað verður at fyri
reika prenting í Noregi
Á sumri í 1939 fekk Jens av Reyni
fatur á norsku prentsmiðjuni,
Grøndahl & Søn í Oslo, sum
átók sær at prenta Bíbliuna á
føroyskum. Farið varð undir at
seta tekstin um nýggjársleitið
í 1940. Handrit og rættlestrar
vórðu send postvegis við skipi
millum londini. Arbeiðið helt
fram, hóast seinni heimsbardagi
longu var brostin á og postsam
bandið millum Føroyar og
Norra varð darvað. Men fleiri
rættlestrar vórðu gjørdir og einar
200 síður av Bíbliuni settar, tá ið
Norra og Danmark vórðu hersett
av týskinum í apríl í 1940. Tá
steðgaði alt samband millum
londini og onkrir rættlestrar komu
ongantíð vegin fram.
Hetta kom illa við hjá Victori
og hinum, tí nú sá myrkt út, at
Bíblian á føroyskum fór at koma
út snarliga. Men soleiðis vildi
Harrin tað, og á henda hátt
lagaði Hann tað soleiðis, at tá
ið vit endiliga fingu Bíbliuna í
1948, fingu vit hana á nógv betri
føroyskum máli, enn, um hon
hevði verið prentað í Norra undir
krígnum.
Tað, sum hendi undir heims
bardaganum, meðan Føroyar
vóru avskornar frá umheiminum,
var at føroyska málið mentist
og broyttist nógv til tað betra og
hugburðurin í fólkinum broyttist
og bøttist munandi mótvegis
føroyska málinum og øllum
føroyskum. Tá ið so kríggið var
av, skilti Victor, at neyðugt var
at bøta málið í týðingini og gera
málsligar tillagingar. Hetta var
eitt stórarbeiði, men tað mátti
gerast.
Talan var kortini ikki um eina
nýggja týðing, sum onkur vil vera
við.
Eftir heimsbardagan varð
samarbeiðið tikið upp aftur við
Grøndahl & Søn í Oslo, men teir
søgdu, at teir megnaðu ikki at
prenta føroysku Bíbliuna innan
tey fyrstu 3 árini, og tá vórðu
føroyingarnir ikki hugaðir longur
at halda fram við arbeiðinum
í Norra. Soleiðis helt tað
samarbeiðið uppat.
Farið verður undir
fyrireikingar til
prenting í Føroyum
Hetta gjørdi, at Jens av Reyni nú
útvegaði sær egna prentsmiðju
í Havn, nevnd Bókaprent. Hann
keypti setimaskinu úr Amerika og
brúkta prentimaskinu úr Onglandi,
alt við tí fyri eyga, burturav at
fáa Bíbliuna prentaða. Sjálvur
stríddist hann av øllum alvi at
fáa fatur á pappíri í Danmark og
Norra og ymsastaðni í Bretlandi.
Indiapappír var tað torførasta at
framvega, men við tógvið stríð
eydnaðist honum at enda at fáa
nóg mikið indiapappír til 2000
Bíbliur og vanligt bíbliupappír til
3000.
Setingin, prentingin
og innbinding av
Bíbliuni
Kønir menn innan prentlistina
siga, at í teirra verð var tað
óðamannaverk at fara undir at
prenta Bíbliuna í Føroyum, so
stutta tíð eftir kríggið og við
so vánaligu tólum, teir høvdu
til hetta kravmikla arbeiði. Tað
hevði nóg illa latið seg gjørt í
dag! Men tað læt seg gera! Og
tað má sigast at vera eitt bragd!
Setararnir og prentararnir gjørdu,
við hjálp Harrans, tað ómøguliga
møguligt!
Setingin varð liðug um ólav
søkuleitið í 1948 og prentingin
fór fram á heysti 1948 og á vári
1949.
Men Jens av Reyni upplivdi
hetta tíanverri ikki, tí í juni mánað
1948 tók Harrin hann, mitt í
arbeiðinum, heim til Sín, bert 62
ára gamal.
Torført var at fáa Bíbliuna
innbundna, við tað at skinn, leður
og annað tilfar til innbindingar var
so avmarkað og nærum ómøgu
ligt at framvega. Men nakað varð
falsað, heft og seymað hjá Herluf
Arnason í Havn og síðani alt sent
við ”Barjamu” til Skotlands til
innbindingar. 50 Bíbliur vórðu
fullfíggjaðar í 1948, men alment
kom Bíblian ikki út fyrrenn 19.
mars 1949.
Ein stórur dagur
Hetta var ein stórur dagur. Petur
Háberg helt fyri, at ”hetta var
ein søguligur dagur fyri Føroya
fólk: Bíblian á føroyskum lá á
borðinum, liðugt prentað og
vakurt innbundin” og „tá áttu øll
landsins merki at verðið vundin ”í
húnar hátt”!”
Olaf Joensen, av Viðareiði, tók
soleiðis til: ”Vit høvdu ta stóru
gleði og upplivdu henda mikla
dag, tá vit stóðu við føroyskari
bíbliu í hondini. Hesin livandi
veruleiki gjørdi mangan mann og
manga kvinnu heit um hjartað,
og í tilhaldum teirra rættvísu var
mikil fagnaður og frøi.”
Ja, mong kendu tað eins og Per
uppi í Toft í Søldarfirði, tá ið hann
fyrstu ferð helt føroysku Bíbliuni
í hondini. Hann kroysti hana inn
at barminum og takkaði rørdur
Gudi fyri, at nú áttu vit hana á
móðurmálinum.
Offurviljin var stórur
Hetta megnarverk hevði ongantíð
sæð dagsins ljós, um trúgvandi
fólk og samkomur í Føroyum
ikki sjálvboðin høvdu stuðlað
hesum góða tiltaki so dyggiliga.
Innsavningar høvdu verið líka
Ikki bar til at bíða eftir
– Victor legði seg eftir at nýta eitt smidligt mál, sum lá
nærri talimálinum og var lættfatiligt hjá bæði teimum
eldru og børnunum og gott at lesa og skilja, segði
Zacharias. Zachariassen í einum fyrilestri, tá standmyndin
av Victori Danielsen varð avdúkað í Fuglafirði næstsein
asta sunnudag. Í hesum blaðnum kemur seinni partur av
fyrilestrinum. Fyrri partur varð prentaður seinasta
vikuskiftið