Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2008 15 Søren Jacob Lamhauge andaðist á Eysturoyar, Røktar- og Ellisheimi mikudagin 8. oktober, 94 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Rituvíkar kirkju leyg- ardagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Søren Jac- ob kunnu lata kirkjuni ella Missiónshúsinum í Rituvík eina gávu. Konta í peningastovnunum. Viviann Gjøveraa, ætt- að úr Hvalba, búsitandi í Kópavogi í Íslandi, andaðist týsdagin 7. oktober, 67 ára gomul. Jarðarferðin verður frá Fossvogskirkju mikudag- in 15. oktober, kl. 13. Brynjolf Jepsen, Tórs­ havn andaðist týsdagin 7. oktber, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum leygardagin kl.13. Birgit Sólstein, ættað úr Klaksvík, búsitandi í London, andaðist í gjár 8. oktober á Sankt Bart hospital í London, 47 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Levi Joensen – Levi hjá Dáva ella Levi hjá Gretu – fyllur 75 ár 12. oktober. Levi fór heilt ungur til skips og var við ymiskum skipum í 36 ár – Av hesum 30 ár sum yvirmaður og skipari. Var við Skálnes, Viðoy, Stellu Mariu, Kletti, Birgja; fyri at nevna nøkur. Mangar eru søgurnar, har oftast roysni, brøgd og neis- ir eru við, tá ið Levi hug- takandi plagar at greiða frá av mongu sjóferðum sínum. Altíð er skemt og kæti við eisini. Sum 22 ára gamal gjørdist Levi óvæntað skipari á Skálanes, tá ið Óli beiggi hansara gjørdist sjúkur í Grønlandi. Greta og Levi giftust inn hjá Armgaard 20. november 1954. Armgaard hevði tá sitið einkja eftir kenda skip- aran Dáva úr Gerðum í trý ár. Greta og Levi eiga 5 børn, Jóhan Páll, Maluna, Jónu, Rógva og Mirjam, 16 ommu- og abbabørn og 7 langommu- og langabba- børn. Í 1957, tá ið Levi er 24 ára gamal, er hann skipari við Viðoy undir Grønlandi. Tá var hann við til at bjarga 97 monnum, sum vóru um at farast á einum portugiskisk- um doruskipi, sum kallaðist Santa Maria. Skipið hevði rent á Svartasker uttanfyri Føroyingahavnina. Levi dugur sera væl at yrkja. Tað er næstan ikki føðingardagur í familjuni, hann ikki hevur yrkt onkran sangin til. Í 1966, tá eg var 10 ára gamal, fyllti omma á Vágs- heygnum, Armgaard, 75 ár. Levi hevur tá verið 33 ár - í bestu árum. Hann hevði yrkt ein sang til ommu, sum øll ommubørnini skuldu læra at syngja í kjallaranum á Vágsheygnum. Tað var sera spennandi at snýkja seg niður í kjallaran til venjingar saman við Levi, sum legði herðslu á, at øll máttu duga sangin utt- anat og at omma einki mátti vita. At krógva seg á Vágs- heygnum var ikki lætt, tí omma hevði eyguni við øllum og vildi vita alt. Tað, sum hon ikki sá við berum eygum, spurdi hon um. Tí var tað ein serliga spennandi statshemmiligheit, at omma ikki mátti vita hvat gekk fyri seg. Og so upprann dagurin, tá ið omma fylti. Men eg kundi ikki halda mær: Nær fara vit at syngja hin sangin fyri ommu? Mátti eg spyrja hart, undir føðingardegnum. Levi sendi eyguni eftir mær: Sit og tig við tær! vóru strongu harraboðini. Men tá langt um leingi sluppu vit at syngja sangin, sum síðani næstan er nýttur við eitt hvørt 75-ára høvi í familjuni. Fyrsta vers: Nú allar besta omma, sum fyllir sjeytifimm So hugnaligt tað er at koma til tín inn Her fekk eg mangan drekkamunn, sjokulátu, keks og bomm At eiga slíka ommu, nei tað er eingin skomm. 1978 legðist Levi uppi fyri burturav at virka sum trú- boðari í Hirtshals. Har fekk hann seinni útvega sam- komuhúsið, ið verður kallað Malta. Hetta húsið er fyri stuttum víðkað munandi, tí so nóg vitja har. Levi hevur alt sítt lív ver- ið ein íðin røktingarmaður í víngarði Harrans. Í Hirts- hals og har um vegir hevur hann eina rættiliga grøna og vakra fløtu, eins og hann hevur tað mangar staðir í Føroyum. Í 2006 vitjaði táverandi løgmaður, Jóannes Ejdes- gaard – Malta; sum hann metti eins og eina óskrivaða sendistovu. So víðfevnt og týðandi helt løgmaður virk- semi hjá Levi og Gretu at vera fyri sjómenn og føroy- ingar í hópatali í Hirtshals og Jútlandi annars at vera. Føðingardagurin verður hildin 17. okt. á Nordsøens Motel, Niels Juelsvej 32 í Hirtshals Hjartaliga tillukku við degnum Dávur Levi Joensen 75 ár Kunngjørt verður, at okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og oldurabbi Andreas Hammer fyrrv. bátasmiður ættaður úr Vági búsitandi í Runavík andaðist á Vesturskin 9. oktober, 97 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju sunnudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Børnini Ì morgin 11. oktober verður okkara starvsfelagi Vilmund Jacobsen 50 ár, og skal hann tí fáa eina heilsan hið- ani úr Miðlahúsinum. Vilmund er ein av roynd- astu blaðmonnum í landin- um, hóast hann ikki er so gamal. Hann er úr Nólsoy, og hóast hann nú hevur búð minna partin av lívinum í Nólsoy, er hann framvegis ramur nólsoyingur og hevur havt hús í oynni til fyri kort- um. Aftaná at hava gingið í Hoydølum, fór hann at fáast við blaðskriving, og tað er hetta, hann hevur fingist við til nú. Vilmund byrjaði á Oyggjatíðindi í 1979. Tískil hevur hann verið blaðmaður í nærum 30 ár. Hansara fyrsta stóra avbjóðing var blaðið 14. September, har hann byrjaði í 1980. Hann byrjaði sum blaðmaður, men skjótt gjørdist hann blaðstjóri. Hetta hevur verið ein rættu- lig avbjóðing hvønn dag og hvørja ferð, blaðið kom út. Tað var ringt at fáa slík bløð at bera seg. Men Vilmund gjørdi sum frægast. Men tíð- in var farin frá slíkum bløð- um, og endin var eisini, at 14. mátti gevast. Men í 1990 fekk Vilmund eina nýggja avbjóðing. Fiski- mannafelagið samtykti at fara undir eina reguliga blað- útgávu aðru hvørja viku, og Vilmund varð settur sum blaðstjóri. Tað var ein rættu- lig nýhugsan hjá einum fak- felag í Føroyum at fara undir at geva út eina avís. Men henda royndin eydn- aðist væl. FF-blaðið var ein nýhugsan, og tað var øðrvísi enn onnur bløð. Fremsta uppgávan var verja áhuga- málini hjá fiskimonnum út frá teirri sannførimg, at eingin annar gjørdi tað fyri teir. Hetta var eisini gjørt á ein hátt, sum skapti virðing fyri fiskimonnum og teirra felag. Blaðið hevði eisini sína ávirkan, tá mangan stóð á hjá fiskimonnum. FF-blaðið varð eisini skjótt kent millum fólk fyri at vera eitt gott og fjølbroytt blað, og tað fekk eina breiða útbreiðslu millum fólk. Hetta var ikki so lítið av ein- um avriki. Her var tað Vil- mund sum legði leistin. Tað gjørdi hann við einum ídni, sum var fortreytin fyri, at hetta kundi fara at eydnast. Vilmund fór á Sosialin í 2001. Og í 2007 blivu vit aftur starvsfelagar. Frá síni tíð á FF-blaðnum hevði Vil- mund fingið eitt gott innlit í fiskivinnu- og fiskimanna- viðurskifti. Hann hevði eis- ini fingið nógvar kontaktir. Hetta sæst eisini aftur í hans- ara skriving í Sosialinun, sum dekkar fiskivinnumál betur enn nakar annar. Eisini hevur hann havt eina greina- røð við samrøðum við fiski- menn. Her er eisini komið fram, at teir í høvuðsheitum eru væl nøgdir við síni viður- skifti. Hetta má sigast at vera positivur journalistikk- ur, tá ið hann er best. Hans- ara lætti pennur ger eisini hansara greinir lættar at lesa hjá fólki. Vilmund er góður at sam- starva við. Okkurt prát fáa vit eisini enn um fiskivinnu- viðurskifti, sum jú eru okkara felags áhugamál. Vilmund hevur eisini eitt lætt sinni, sum ger tað lætt hjá honum at samstarva og at práta við fólk. Hetta sæst eisini aftur í hansara grein- um. Tað skal skoytast uppí, at Vilmund hevur eisini onnur áhugamál. Í nógv ár var hann millum okkara fremstu tennisleikararum og hann var eisini nevndarlimur í borðtennissambandinum í nógv ár. Vilmund var giftur við Karhild, f. Gaardlykke av Toftum, har tey eisini búðu. Hon doyði í 2000. Tey fingu børnini Ian, Eyðun og Beintu. Og nú er Vilmund eisini blivin abbi! Hann sig- ur, at hetta er minst líka stutt- ligt sum at blíva pápi. Vil- mund livir saman við Bin- gerð Hjalmarsdóttir og tey búgva á Toftum. Tað verður ynskt honum hjartaliga tillukku á 50 ára degnum frá okkum á Sosi- alinum. ó. Vilmund Jacobsen 50 ár