Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 195 • 10. oktober 2008 Vikuskifti frá 1939, og arbeiðið varð fullført uttan almennan stuðul og aðrar hættir at savna pening inn. Kostnaðurin lá um 225.000 krónur, sum vóru nógvir pengar í 1949. Bíblian varð send øllum teimum føroysku bløðunum til ummælis, somuleiðis útlendskum bløðum og stovnum, eitt nú Danska-, Skotska-, Bretska og Útlendska- og Amerikanska Bíbliufelagnum. Ummælini í føroysku bløðunum Føroysku bløðini skrivaðu øll yvirhøvur góð ummæli. Dimma- lætting, Dagblaðið, 14. Sep- tember, Tingakrossur, Sosialurin og Føroyatíðindi skrivaðu vøkur orð. Eitt nú sigur G.L Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting: ”Til ummælis hava vit fingið sendandi frá ”Hinum føroyska Bíbliugrunninum” eitt eintak av fullfíggjaðari Bíbliu á føroyskum máli, umsett av Victor Danielsen, missioneri, og prentað á india- pappír av Bókaprent í Tórshavn, innbundin í skinn í Onglandi… … umsetarin hevur farið varisliga um tað málsliga og lagt dent á ikki at gera málið so fornt, at tað misskilst… … sjálvt umsetingararbeiðið stendur sum eitt stórt málsligt dygdarverk hjá einum manni, sum sjálvur hevur vunnið sær fyrisetningarnar til, at hetta risaumsetingarverk kundi fáast í lag. … undir teimum umstøðum, føroyskar prentsmiðjur vanliga noyðast at arbeiða undir, er hetta eitt merkisverk.” Einstaklingar skriva Líggja Húsgarð, bóndi, í Syðru­ gøtu skrivaði: ”….Tað hevur í øllum londum verið ein merkishending, tá ið Bíblian hevur komið út á landsins egna máli. Vit, eitt fólk so fáment og ungt, og tó so gamalt og fráskilað øðrum fólkum, hava fingið bíbliuna, áðrenn vit hava fingið fólkafrælsi, júst eitt mannaminni aftan á, at menn settu sær til máls at fáa móðurmálið til heiður og æru í hesum landi og at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum. Við bíbliuumsetingini hevur Victor Danielsen avrikað eitt verk, sum føroyingar kunnu vera stoltir av; við hesum verki er hann komin mitt inn ímillum hitt føroyska fólkið. Hann hevur givið Føroya fólki ein skatt, sum bara tann kann geva, ið hevur góðsku til fólkið og ta søk, sum hann arbeiðir fyri…. Hin heilaga skriftin hevur fingið ein málbúna so fagran og fríðan. Við teimum evnum, sum Victor Danielsen hevur, tora vit at líta á, at føroyingar hava fingið eina góða bíbliuumseting.... Tað má vera ein heiðurssøk at hava hina føroysku bíbliuna í heimi sínum. Arbeiðið er snotuligt og væl úr hondum greitt…” Gudmund Bruun, prestur skrivaði: ”Tað er mær ein gleði, at Føroya fólk nú hevur fingið bíbliuna alla á móðurmálinum. … Ofta er málið gott, og tað hevur eydnast V. D. væl at finna góð føroysk orð og orðafelli.. Vit hava orsøk til at takka fyri, at V.D. fór undir hetta starvið og var so áhaldin, at verkið er lokið…” Tórarinn Evensen skrivaði: ”Hetta er størsta bókliga verk, ið er avrikað í Føroyum, og tá ið ein hugsar um, at bíblian altíð hevur verið ein aðalstuðul undir siðmenningini í kristnum londum, og eisini um tann ómetaliga málsliga týdning tað hevur, at bókin er til á móðurmálinum, so er ikki at ivast í, at bíðað hevur verið eftir henni í ótolni, síðan tað frættist, at hon var í umbúna…” Heiðursgáva Mentanargrunnur Føroya Løg- tings gav Victor Danielsen heiðursgávu. Á fundi 4. august 1950 vórðu hesi orð feld niður í gerðabók grunnsins: ”Eftir uppskoti frá formanni grunsins varð samtykt, soleiðis sum longu hevur verið havt á máli, at veita Victor Danielsen í Fuglafirði kr. 3000, - sum heiðurs- løn fyri hansara starv, føroyskum andslívi til frama: Bíbliuumseting, sálmar og týðing av virðismiklum bókum. Richard Long, P.M. Dam og Jóhan Poulsen Atfinningar og álop Men tað vóru ikki bara rósandi og vøkur orð, ið Victor Danielsen og bíbliutýðing hansara fekk. Atfinningar kundu altíð væntast, og natúrligt var, tá ið talan er um eitt so stórt verk sum alla Bíbliuna, at saman við ummælunum var eisini eitt og annað, sum lærdir menn høvdu at fílast á. Í fleiri førum høvdu teir ivaleyst rætt, og sjálvur tók Victor undir við einum og øðrum, teir søgdu. Men tá ið álop vórðu gjørd á bíbliutýðingina, og niðursetandi og vanvirðisliga varð skrivað um týðaran og týðingina, so varð ovboðið! Eg skal í hesum sambandi ikki endurgeva nakað av blað- kjakinum, ið tók seg upp. Skrivingin byrjaði móti jólum í 1951 og helt fram út á várið og summarið 1952. Hørð orð vórðu skrivað frá báðum pørtum. Eg skal bert nevna, at ikki fyrrenn ivaspurningar vórðu settir fram um trúvirði og rættleika føroysku Bíbliunnar og møguleikan at steðga henni, tók Victor Danielsen sjálvur til pennin. Viðurkenningin av Bíbliuni Hóast alla hesa mótstøðu má sigast, at Bíblian kom sigrandi gjøgnum eldroyndina, reið stormin av og hevur verið til ómetaliga signing fyri Føroya fólk. Hon er aftur og aftur prentað í nýggjum uppløgum og støddum. Tilsamans er hon, síðani hon kom út, prentað í umleið 50.000 eintøkum. Umframt tann veldiga andaliga týdning, ið Bíblian hevur havt her heima á landi, hevur hon havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska málið. Hans Jákup Debes, prefessari sigur: ”Í tjóðskaparligum sambandi kom (brøðrarørslan) at virka undirskundandi í spurninginum at nýta føroyskt sum heilagt mál... brøðrasamkoman fór nógv fyrr enn fólkakirkjan at virka á móðurmálinum og kanska gjørdi sítt til, at kirkjan sum stovnur gav eftir í málspurninginum.” Endi Til endans skal eg siga, at vit tilbiðja ikki menniskju, men okkum er álagt at geva teimum heiður, sum heiður eru verd, og at elstar og góðir fyristøðumenn ”skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru” (1. Tim. 5, 17). Ein slíkur var Victor Danielsen! Men sjálvur hevði hann, sum tann eyðmjúki maður hann var, ikki hildið seg verið verdan tann heiður, ið sýndur er honum í dag! Tí vil eg vegna brøðrasamkom- urnar í Føroyum takka Fugla- fjarðar býráði, mentanarnevndini, standmyndanevndini og øllum fuglfirðingum fyri minnisvarðan, tit hava reist gudsmanninum og hinum, á sinni, sjálvum øðrum, av føroyingum kosna 20. aldarinnnar rithøvunda, Victor Danielsen til heiðurs! Bíbliuni