fríggjadagur 10. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 195 - 10. oktober 2008
Niels Petur var elsta barnið hjá
Palla Vang av Hamri í Froðba og
konu hansara Anna, ættað úr
Sandvík. Hann er føddur 21. mai
1937.
Hann var bert eitt ára gamal,
tá ið hann fekk polio ella barna
lammilsi, sum tað kallaðist, tí
sjúkan rakti mest børn og ung.
Tey flestu blivu frísk av hesi
sjúku. Summi vórðu lammað. Hjá
helvtini av hesum hvarv lammilsið
aftur, meðan hin helvtin í størri
ella minni mun gerst varandi
lammað. Í ringasta fall er sjúkan
deyðilig. Polio var vanliga ein
umfarssjúka, og samstundis
við Niels Petur vóru tað onnur í
Føroyum, sum fingu sjúkuna sum
Jan og Alexandra úr Fuglafirði,
Per og Elmar úr Oyndarfirði og
Petra úr Klaksvík
Tað var ikki fyrr enn í 1953, at
Jonas Salk uppfann eina vaksinu
móti polio.
Misti mammuna
fimm ára gamal
Niels Petur var illa sjúkur av polio
og var líka við at doyggja. Hann
gjørdist lamin í báðum beinum
og kundi bert flyta seg við hjálp
av tveimum stavum. Seinni fekk
hann skinnarar og eina trýhjólaða
avlamissúklu, inntil hann sum 18
ára gamal, hjálptur av pápanum,
fekk koyrikort og avlamisbil.
Niels Petur fekk tvey yngri
systkin, Dánjal og Anna. Men
mamman doyði bert 32 ára
gomul í november 1942 nakrar
mánaðir eftir, at Anna var fødd.
Tískil gjørdust Niels Petur 5 ár,
Dánjal 2 ár og Anna 3 mánaðir
móðurloysingar.
Niels Petur og Anna fóru til
ommuna og abban á Hamri í
Froðba, og Dánjal fór til ommuna
og abban í Sandvík. Har fingu
øll trý umsorgan og kærleika frá
familjum teirra og øðrum.
Anna varð verandi í Froðba hjá
ommuni, abbanum, pápasystrum
og pápabeiggjum, og vaks hon
upp undir góðum og tryggum kor
um. Øll vóru góð við hana, og ber
hon teimum alt gott.
Mamma Niels Petur segði, at
tá ið Niels Petur rakk skúlaaldur,
so ætlaði hon sjálv at bera hann
til og frá skúla. Av landinum
skuldi hann ikki, men so skuldi
ikki verða.
Spurningurin var eisini, hvørjir
møguleikar vóru fyri ein drong við
einum slíkum breki í Føroyum.
Heim at ferðast eina
ferð árliga
Eftir kríggið fóru Palli og Niels
Petur niður við fiskiskipinum
“Norðfarinum”. Tað var ringt
veður, og ferðin tók heilar áttta
dagar. Alla hesa tíð mátti Niels
Petur liggja í koyggjuni, tí uppi
kundi hann jú ikki vera.
Komin til Danmarkar varð Niels
Petur innlagdur á Ortorpedisk
Hospital á Hans Knudsens Plads
í Keypmannahavn. Her var hann í
tveir mánaðaðir.
Ein dag mátti Palli so fara heim
aftur. Niels Petur átti eina fastur
í København, nevnd Diddan. Hon
kom at verða honum ein hollur og
góður stuðul í mong ár.
Hann flutti inn á Hjemmet
for Vanføre á Toldbodvej. Her
fekk hann sjey ára skúlagongd á
heiminum. Hetta var hart at byrja
við. Hann dugdi jú ikki málið, og
matin dámdi honum heldur ikki.
Hann letur kortini væl at at vera á
heiminum. Til Føroya slapp hann
í summarfrítíðini. Á jólum plagdi
hann at fara heim við einum
donskum kammerati.
Dánjal, beiggin, greiðir frá, at
tað var rættuliga veitslukent,
tá ið Niels Petur kom heim at
ferðast. Flaggið var eisini í húnar
hátt. Øll gjørdu tað, tey kundu
fyri, at hann skuldi fáa eina
góða tíð í Føroyum. Hann kundu
ikki sparka fótbólt, men hann
kundi vera málmaður. At hann so
eisini brúkti stavarnar, varð bert
góðtikið.
Teir plagdu at fara til Sandvíkar
at ferðast til ommuna og abban
har. Har fóru teir at fiska síl, og tá
plagdi Dánjal, Steinbjørn systk
inabarnið og aðrir dreingir at bera
hann á bakinum.
Niels Petur dámdi væl í Froðba,
í Sandvík og á Sevmýri, tí øll vóru
góð við hann og vóru hjálpsom.
Enn spyrja fólk eftir honum – tey
hava ikki gloymt hann.
Tá ið Niels Petur so skuldi fara
niður aftur, fór pápin í hagan
eftir einum lambi, so Niels Petur
kundu fáa rættuligan føroyskan
mat, áðrenn hann fór avstað
aftur. Niels Petur kundi eins og
onnur børn gera okkurt skeivt.
Hjá øðrum hevði hetta ført til
fleingju. Men Niels Petur skuldi
ikki fleingjast. Pápin helt, at Niels
Petur hevði mist nóg mikið, so
hann setti seg undir Niels Petur,
tók um hann, mussaði hann og
sang fyri honum, og eftir eina lítla
løtu varð alt í lagi.
Vanførehjemmet
Vanførehjemmet var úrslit av
eldsálum, sum hava viljað gjørt
nakað fyri fólk við likamligum
avmarkingum. Ein av hesum var
Johanne Petersen (18471922),
sum gjørdist ein kendur leiðari á
heiminum. Hon var sjálv likam
liga veik. Hon gjørdist í 1874
leiðari fyri ein húsgerningsskúla,
sum var knýttur til klinikkina fyri
“vanføre og lemlæstede”. Knýtt
at hesum skúla kom eitt skúla
heim, ein kvøldskúli, ein skúla
deild og eitt sanatorium.
Hennara mál var at geva øllum
likamliga skerdum eina slíka
praktiska útbúgving, so tey skuldu
kunna klára seg uttan hjálp frá
øðrum. Tey skuldu kunda kenna
seg sum sjálvstøðug menniskju.
Á heiminum búðu eisini fýra
aðrir føroyingar, sum eisini høvdu
havt polio. Ein av teimmum var
Per Gaard úr Oyndarfirði. Hann
greiðir frá, at Niels Petur var
góður telvari. Hann plagdi at fara
yvir í Fælledparken at telva við
teir eldru har. So ungur sum hann
var, varð hann tikin í álvara av
teimum.
Ein annar oyndfirðingur var
Elmar Abrahamsen. Hann og
konan Birgit gjørdust sera íðin í
bogaskjóting og skipaðu fyri kapp
ingum millum likamliga brekað
í hesi ítróttargrein. Hann endaði
eisini við at gerast heimsmeistari
á hesum økinum.
Gjørdist skraddari hjá
hr. Møller
Nú skúlagongdin var liðug var
spurningurin um, hvat Niels Petur
nú skuldi fara at gera.
Pápin vildi hava sínar synir
at taka eina bókliga útbúgving,
og hann helt, at Niels Petur
skuldu fara á skrivstovu. Men
tað vildi hann ikki. Tað vóru
ymisk hondverk at velja millum
á heiminum, og Niels Petur valdi
at gerast skraddari. Hann fór at
Niels Petur seymaði klæd
fyri Mærsk McKinny Møl
Staddur í Keypmannahavn í seinasta mánaða var
avrátt at fara at vitja Niels Petur Vang, ættaður
av Sevmýri á Tvøroyri. Hann hevur havt eina
serliga lagnu. Hann er ein av teimum mongu
føroyingum, sum fóru sum børn til Danmarkar
vegna brek, og sum bleiv verandi í Danmark
Niels Petur sum skraddari
Niels Petur fekk hóast brek eitt gott lív
Lagnusøga
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo