Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 162 - 24. august 2001 Nr. 162 - 24. august 2001 5 Dómarin gjørdi ong- an úrskurð í málinum um ærumeiðing mill- um Victor Carlsen og Dan Klein. Orsøkin er, at tann ákærdi hevur innkallað nýtt vitni, sum dómarin metir hava avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið. Rættarmálið verður tí tikið uppaft- ur mikudagin í næstu viku RÆTTARMÁL Stefan í Skorini Eingin avgerð verður tikin í stevningini hjá Victori Carlsen móti blaðstjóranum á Oyggjatíðindum, Dan Klein, fyrr enn mikudagin í næstu viku. Tá kemur eitt nýtt vitni uppí leikin, sum kann hava áhugaverdar upplýsingar. Fyrsti rættar- fundurin var mikudagin. Dan Klein kravdi at inn- kalla eitt nýtt vitni, tí upp- lýsingarnar, sum hetta vitn- ið kann koma við, kunnu hava avgerandi týdning fyri gongdina í málinum. Tí valdi dómarin at ganga hesum ynskinum á møti hóast mótmæli frá Bjørni á Heygum, sakførara hjá Victori, tí hesin helt ikki, at nýggj vitni kunnu innkall- ast, og at nýtt próvtilfar verður lagt fram, eftir at rættarmálið er byrjað. Nýggja vitnið kann eftir øllum at døma greiða nærri frá rokningini, og møguliga verður hon løgd fram sum próvtilfar. Rokningin Málið snýr seg um grein á forsíðuni í Oyggjatíðindum 15. desember í 2000. Har verður Victor Carlsen kall- aður pengagrísur og sagt verður frá, at hann hevur sent rokning til arvingar hjá manninum, ið var giftur við móðir Victor. Rokningin var sambært blaðnum 175.000 krónur, og hon var fyri, at móðirin hevði pass- að mannin undir sjúkra- legu. Hetta vil Victor ikki hava sitandi á sær, og tí stevnir hann. Hann segði seg í rætt- inum mikudagin ikki kenna nakað til hesa rokningina, og tí kom tað óvart á hann, tá greinin varð prentað. Dan Klein vil hinvegin prógvað, at maðurin veru- liga hevur sent rokningina og kravt arvingarnar eftir peningi vegna mammuna. Sambært ákæruritinum, sum varð lisið upp í rættin- um, krevur saksøkjarin, at Dan Klein sum ábyrgdar- havandi blaðstjóri á Oyggjatíðindum verður dømdur bót ella hefti fyri ærumeiðandi greinina. Tað eru serliga útsagnirnar sum orðið »pengagrísur« og upplýsingarnar um rokn- ingina, sum saksøkjarin vil hava dømdar deyðar at vera. Í øðrum lagi skal sak- søkti gjalda sakarmáls- kostnaðin. Sosialurin var í rættinum og lýddi á. Victor greiddi frá, at hann ikki kendi til hesa rokningina, og at greinin var komin honum og familju hansara ógvu- liga dátt við. Hann segði seg heldur ikki kenna til rokning, har talan var um aðra peningaupphædd enn áður nevndu. Tá Dan Klein og prosess- fulltrúi hansara, Bergur Wardum, sluppu at avhoyra Victor, vildu teir vita, hví Victor ikki hevði noktað fyri uppáhaldunum um rokningina, tá Dan Klein hevði samrøðu við saksøkj- aran. Tá hevði Victor ongar viðmerkingar, tá hann varð spurdur um rokningina. Dan vildi hinvegin vera við, at um Victor hevði givið honum noktandi svar bein- anvegin, so hevði málið ikki komið so langt. Ógegnigur dómari Tað tók langa tíð, áðrenn avhoyringin um málið byrj- aði. Dan Klein og Bergur Wardum vildu fyrst vera við, at dómarin Henrik Møller var ógegnigur, tí hann hevði ov tætt samband við Joen H. Andreasen, ið var innkallaður sum vitni. Hetta vildi dómarin ikki kennast við, og rættarmálið helt tí fram við sama dóm- ara. Henrik Møller segði, at um Dan Klein tapti málið og fór víðari í landsrættin, so kundi hann taka hetta uppaftur tá. Dan Klein hevði innkall- að politimeistaran, løg- tingsins umboðsmann og dómaran sum vitni, men hetta varð honum sýtt, tí dómarin metti ikki, at hesir høvdu nakað beinleiðis við hetta málið at gera. Tann ákærdi metti, at hetta varð greitt brot á mannarættindini, og hann vísti samstundis á, at rætt- urin hevði gjørt hetta ferð eftir ferð móti sær. Bergur Wardum settist síðani í vitnisstólin, og har kom m.a. fram, at tað var hann, ið hevði skrivað greinina, og tí var tað skeivt, at tað nú var Dan, ið varð drigin fyri rættin. Rættarmálið slapp tó at halda fram sum ætlað, men eingin avgerð verður tikin fyrr enn mikudagin í næstu viku. Lone Hertz hevur fyrilestur Leygardagin fer kenda danska sjón- leikarinnan at hava fyrilestur á Hotel Hafnia um tað at liva við breki FYRILESTUR Stefan í Skorini Í sambandi við at Lone Hertz kemur til Føroyar, fer hon at hava fyrilestur á almennum fundi hjá Javna. Lone Hertz hevur ein vaksnan son, ið hevur sálarligar trupulleikar, og hon hevur tískil áhugaverdar lívsroyndir. Fyrilesturin kallar hon »Sorgrig – ein familja, ið livir við breki.« Lone Hertz hevur áður verið í Føroyum og vitjað Javna. Tann fundurin var læruríkur, og nógv fólk lýddi á. Javni vónar, at hetta eisini verður soleiðis hesuferð. Felagið heldur, at tað er alneyðugt í arbeiðnum hjá Javna, at fólk siga sína hugsan. Møguleiki verður fyri at seta spurn- ingar og at hava viðmerkingar. Einki er ein sjálvfylgja Lone Hertz sigur soleiðis: »Lívið hevur lært meg ikki at taka ímóti nøkrum frá øðrum sum eina sjálvfylgju. Soleiðis sum eg síggi lívið saman við soninum Tomas, hevur tað tyngsta ikki verið sonurin við sínum breki, men haraft- urímóti tað, at samfelag- ið ikki av heilum huga hevur hjálpt honum og familju hansara. Verða vaksin menniskju við breki avskorin frá teimum løtum, tá lívið bylgist best og vakrast innan í teimum og viðfarin sum vóru tey børn, er tað tíverri vandi fyri, at tey verða viðfarin sum børn í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta er galdandi fyri okkum for- eldur, sum hava ilt við at sleppa »børnum« okkara, men sanniliga eisini fyri ymisk starvsfólk, viðgerðar og ráðgevar.« Lone hevur ein áhuga- verdan boðskap til øll foreldur, starvsfólk og m y n d u g l e i k a r n a r . Dreymurin hjá Lone er, at hon kann doyggja í friði frá soni sínum, tí samfelagið er so gott, at sonurin er í góðum hond- um. Fundurin við Lone Hertz verður á Hotel Hafnia leygardagin 25. august klokkan 14. og Javni leggur dent á, at øll eru vælkomin. Victor móti Oyggjatíðindum: Nýtt vitni kann hava týðandi upplýsingar Bergur Wardum var maðurin, ið førdi pennin í greinini, og tí var tað sjálvandi hann, ið skuldi verið stevndur fyri rættin, helt hann sjálvur Dan Klein hevur innkallað eitt nýtt vitni, sum kann varpa meira ljós á málið um rokningina og pengagrísin Leygardagin klokkn 14 hevur Lone Hertz fyrilestur á Hotel Hafnia, har hon fer at greiða frá, hvussu tað er hjá eini familju at liva við einum breki Torbjørn Jacobsen, sum tók avgerðina um at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, heldur, at landsstýris- maðurin við menta- málum skal skera ígjøgnum og fáa skúla á Trøllanesi at virka sum skjótast SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein Stutt áðrenn Torbjørn Jacobsen fór frá sum lands- stýrismaður, boðaði hann frá, at hann hevði gjørt av, at skúlin á Trøllanesi skuldi latast uppaftur. Nú er stríð um hendan skúlan, men fráfarni lands- stýrismaðurin sær bert eina loysn á trupulleikunum. – Landsstýrismaðurin má skera ígjøgnum og fáa skúl- an at virka sum skjótast. Tá tað fyrst er komin ósemja í millum bygdirnar, ber tað ikki til at loysa trupulleikan á staðnum. Tí má landsstýr- ismaðurin upp í málið, sigur Torbjørn Jacobsen. – Tá eg boðaði frá av- gerðini um at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, hevði eg longu tikið avgerðina fleiri vikur frammanundan. Tí undrar tað meg stórliga, at einki er gjørt í málinum alla hesa tíðina. Skúlin átti at latið upp, tá børnini skuldu byrja aftur eftir summarfrítíðina, sigur hann. Stórt spell Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Holm, hevur onga almenna við- merking gjørt til málið enn. Hann hevur verið uttan- lands, og trupult er at fáa fatur á honum. Mentamálastýrið hevur tó sent bræv til skúlastýrið í Mikladali, har sagt verður frá, at stýrið skal hyggja eftir nøkrum løgfrøðislig- um viðurskiftum, áðrenn nakað kann henda málin- um. – Eg haldi, at tað er ólukksáliga spell, um bygdaklandur skal beina fyri skúlanum á Trøllanesi. Hetta er í mínari verð eitt so evarska lítið mál, sum bara skuldi verið loyst, sig- ur Torbjørn Jacobsen. – Krevur tað, at ein lærari verður settur afturat í hálva tíð, so síggi eg als ongan trupulleika fyri tí. Tað hevði nevyan verið trupul- leiki at sett ein hálvan lær- ara afturat onkrastaðni, har tað frammaundan eru 100 lærara, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Bara ein loysn Torbjørn Jacobsen heldur, at foreldrini á Trøllanesi hava gjørt púra beint við at hava børnini heima. – Hetta er einasti máti, at tey kunnu markera seg í hesum máli. Høvdu tey sent børnini hjá sær aftur í skúla, so eri eg púra vísur í, at einki hevði hent. Tí gera tey rætt í at nokta børnun- um í at fara í skúla, sigur hann. Torbjørn Jacobsen held- ur, at einasta loysnin á trup- ulleikanum er, at Óli Holm sker ígjøgnum og fær skúl- an á Trøllanesi at virka aftur. – Tað er eingin ivi um, at politiskur vilji er fyri at varðveita bygdaskúlarnar, og tí er hetta málið púra einfalt í mínari verð. Landsstýrismaðurin skal bara gjøgnumføra avgerð- ina, sigur Torbjørn Jacob- sen. Landsstýrsmaðurin má skera ígjøgnum Foreldrini á Trølla- nesi vilja hava lyftið frá landsstýrismann- inum um skúla í bygdini uppfylt, áðr- enn tey senda børnini aftur í skúla. Støðan tykist løst fast SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein Børnini á Trøllanesi hava ikki verið í skúla eftir summarferiuna. Orsøkin til hetta er eitt stríð um skúl- arnar í kommununi. Mikladalur og Trøllanes eru saman í Mikladals kommunu, og síðani sein- ast í áttatiárunum hevur skúli bara verið í Mikladali. Í mai mánaði boðaði landsstýrismaðurin við mentamálum, Torbjørn Jacobsen, frá, at skúlin á Trøllanesi skuldi latast uppaftur, so børnini í kommununi lutvíst gingu í skúla á Trøllanesi og í Mikladali. Síðani hevur bygdaráðið í Mikladali strika eina sam- tykt um, at skúlin í Trølla- nesi skuldi lata uppaftur, tí bygdaráðið heldur tað ikki verða ráðiligt at hava tveir skúlar í kommununi. Valstríð Stríðið millum Trøllanes og Mikladal er ikki nýtt. Áðr- enn kommunuvalið í fjør, gjørdu fólk í Mikladali ein lista, har bert fólk úr bygd- ini var við. Onkur persónur úr Trøllanesi, sum hevði verið við á hesum lista áður, slapp ikki upp á listan aftur. Hetta hevði við sær, at mikladalsfólk als ikki still- aðu upp til kommunuvalið, og tá valið var í november mánaði í fjør vóru 15 blankar atkvøður. Hetta vóru eftir øllum at døma fólk í Mikladali, sum vildu vísa sína misnøgd við støðuna í kommununi. Úrslitið er tí, at øll trý fólkini í bygdaráðnum í Mikladals kommunu eru úr Mikladali. Eingin er longur úr Trøllanesi. Skúlastríð Gamla bygdaráðið sam- tykti í november mánaði í fjør, at skúlin í bygdini skuldi lata uppaftur, og at onkrar umvælingar skuldu gerast í skúlanum. Síðani hevur nýggja bygdaráðið kolldømt av- gerðina um skúlan á Trølla- nesi, og nú liggur málið so- leiðis, at skúlastýrið í kommununi hevur sent málið til Mentamálastýrið. Foreldrini á Trøllanesi hava børnini heima, og tey siga seg halda seg til lyftið frá landsstýrismanninum um, at skúlin í Trøllanesi skal lata uppaftur. Foreldrini á Trøllanesi siga, at avgerðin hjá bygda- ráðnum í Mikladals komm- unu kann hava við sær, at skúlin á Trøllanesi verður niðurlagdur, og tað vilja tey ikki hava. Tí vilja tey ikki senda børnini í skúla, fyrr enn tey hava fingið lyftið frá lands- stýrismanninum uppfylt. – Tað er eingin ivi um, at politiskur vilji er fyri at varðveita bygdaskúlarnar, og tí er hetta málið púra einfalt í mínari verð. Landsstýrismaðurin skal bara gjøgnumføra avgerðina, sigur Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður Børnini eru heima Av misgáum kom ein gomul lýsing í hósdagsblaðið. Sosialurin biður Kyndil um umbering. C M Y K 5 4 Av misgáum kom ein gomul lýsing í hósdagsblaðið. Sosialurin biður Kyndil um umbering.