fríggjadagur 24. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 162 - 24. august 2001
Nr. 162 - 24. august 2001
7
Eftir øllum at døma
hava teldusníkar
brotið inn hjá Føroya
Tele. Eftir hvat Sosi-
alurin skilur, so ber
til hjá hesum at lesa
teldubrøv hjá fólki og
sleppa til loyniligar
upplýsingar hjá fyri-
tøkuni
TELD
Heri á Rógvi
Hóast tað við árunum er
bøtt um trygdarviðurskift-
ini innan telduøki, so eydn-
ast tað eftir øllum at døma
nøkrum at sleppa innum
trygdargarðarnar.
Slíkir
persónar verða róptir hack-
ers, t.e. teldusníkar á før-
oyskum. Tílikir teldusníkar
fara ólógliga inn í skipanir
hjá øðrum. Mong kend mál
eru millum ár og dag komin
fram, har tílíkir teldusníkar
hava lagt leiðina framvið
loyniligum og oftani sera
viðkvæmum upplýsingum.
Eitt nú eru stovnar sum
Pentagon og CIA vorðnir
álopnir av tílíkum sníkum.
Aloftast hevur tað eydnast
myndugleikunum at finna
fram til hesar góðu teldu-
sníkar.
Eisini í Føroyum tykist
sovorðið virksemi at koma
fyri. Sambært upplýsing-
um, sum Sosialurin hevur
fingið hendi á, so er tað
vanligt, at ein ella fleiri
teldusníkar bæði dag og
dagliga leggja leiðina fram-
við teldukervinum hjá at
kalla øllum fyritøkum, ið
hava fast internetsamband.
Nú er túrurin so komin til
Føroya Tele, sum sigst hava
fingið vitjan av teldusník-
um. Talan er um at hesin
ella hesi eisini hava at-
gongd til loyniligar innan-
hýsis upplýsingar hjá Før-
oya Tele, umframt at lesa
teldubrøv, ið verða send
gjøgnum netið hjá Føroya
Tele. Hvørki Føroya Tele
ella kundar hjá fyritøkuni
hava eftir øllum at døma
varnast nakað.
E-mail og upplýsingar
Eftir hvat Sosialurin skilur,
so hava ein ella fleiri teldu-
sníkar borið soleiðis í
bandi, at hesin ella hesi
kunnu lesa teldubrøv, sum
verða send yvir netið hjá
Føroya Tele. Eftir øllum at
døma kunnu ókendu teldu-
sníkarnir hava fingið hend-
ur á upplýsingum, sum
Føroya Tele óivað metur
sum loyniligar. Eftir hvat
Sosialurin skilur, so er talan
um upplýsingar, ið greiða
frá innara bygnaðinum á
netinum hjá Føroya Tele, og
harvið geva sníkum møgu-
leikan at gera sær dælt av
upplýsingunum.
Teldusníkarnir, sum siga
seg hava brotið inn í kervið
hjá Føroya Tele, rópa seg
.d~jango og move_ah:21.
Hvør stendur aftanfyri hesi
nøvn er ógreitt, men okkurt
kundi bent á, at talan er um
persón ella persónar, sum
hava eitthvørt tilknýti til
Føroyar.
.d~jango og move_ah:21
upplýsa ikki nágreiniligt,
hvat endamálið er við koma
innum teldukervið hjá Før-
oya Tele. Higartil bendir
einki á, at tað er ætlanin at
skaða Føroya Tele.
Eftir hvat Sosialurin skil-
ur, so hevði tað ikki verið
torført hjá hesum at gjørt
stóran skaða.
Hvussu?
Stóri spurningurin, sum
flest øll sita við, er óivað,
hvussu
ber
hetta
til?
.d~jango og move_ah:21
siga, at eldri útgávur av
cisco routarum, t.e. eindin,
sum gevur fyritøkum sam-
band við internetið. Eldur
routararnir geva teimum
møguleikan til at sleppa
innum verjugarðarnar hjá
Føroya Tele. Framferðar-
hátturin, sum verður nýttur
til at útvega loyniligar upp-
lýsingar, er við at nýta for-
rit sum eitt nú "arpredi-
rect.c". .Tað hevur ikki
eydnast Sosialinum at fáa
upplýst, hvørjir loyniligir
upplýsingar eru komnir
teimum í hendi. Framferð-
arhátturin er vanliga nakað,
sum
tílíkir
teldusníkar
aloftast ikki nágreiniliga
vilja siga, tá hetta er at meta
sum eitt slag av vørumerki,
og oftani er framferðar-
hátturin egin.
.d~jango og move_ah:21
vísa á myndir sum prógv
fyri, at tað hevur eydnast
teimum at koma innum
trygdargarðarnar hjá al-
mennu føroysku samskiftis
fyritøkuni.
Í øllum førum hevur
Sosialurin móttikið upplýs-
ingar, sum skulu vísa, at
hesin ella hesi hava megnað
at brotið seg inn í innanhýs-
is netið hjá Føroya Tele.
Teldusníkar hava brotið inn
hjá Føroya Tele
Modellmynd
Mikudagin
skipaði
Ferðaráð Føroya fyri
einari sonevndari verk-
stovu á Hotel Føroyum.
Ætlanin við verkstovuni
var at ymsu útbjóðararn-
ir
og
ferðasmiðirnir
skuldu fáa møguleikan
at samskifta hvørt við
annað. Endamálið er eis-
ini, at úrslitið skal vera,
at vit koma at siggja
betri
pakkaferðir
í
Føroyum.
Á verkstovuni miku-
dagin luttóku 8 ferða-
smiðir og 32 útbjóðarar.
Eisini luttók Bornholms
Forskningscenter
við
einari nýggjari rapport
um føroyska ferðavinnu.
Eftir hvat Sosialurin
skilur, so er vóru øll
rættiliga væl nøgd.
Av Fjarskiftiseftirlitin-
um verður upplýst, at
teir sum so ikki hava
eftirliti við teldusník-
um. Teirra uppgáva er
at at tryggja, at teir
ymsu veitararnir veita
neyðugu trygdina til
brúkaran.
– Vit plaga at skikja
ímillum tvey sløg av
teldusníkum. Tað er tað
slagið, sum verður rópt
»predatorar«, og sam-
stundis er tað eisini tað
slagið av teldusníkum,
verða róptir »trofæ«
sníkarar. Hesir seinnu
leggja seg eftir at gera
vart við seg sjálvar við
eitt nú at lýsa við
hesum á teimum støð-
um, har teir hava verið.
Predatorarnir
leggja
seg meira eftir at gera
skaða enn nakað ann-
að, sigur Sigurð Vang á
Fjarskiftiseftirlitinum.
Hann leggur afturat, at
tað sum oftast eru teir
sokallaðu
"trofæ"
teldusníkarnir,
sum
gera vart við seg í
Føroyum.
Eisini skýtur stjórin
á Fjarskiftiseftirlitin-
um, Jógvan Thomsen
upp, at allir loyniligir
upplýsingar, sum ikki
skulu síggjast av al-
menninginum, verða
goymdir á einari teldu,
sum ikki er knýtt í nak-
að net.
Fjarskiftis-
eftirlitið
Góð Verkstova
Kanna vit javnan ali-
brúkini og taka neyð-
ugu fyrilitini, verður
ILA-sjúkan ikki ein
hóttan móti føroysk-
ari alivinnu. Hetta
heldur Hans Jacob-
sen, sum eigur ILA
rakta alibrúkið á
Lambavík, og sum
eisini er formaður í
Havbúnaðarfelagnum
ILA
John Johannessen
Formaðurin í Havbúnaðar-
felagnum sær ikki ræðu-
myndir fyri sær, tá hann
hoyrir um ILA-sjúkuna,
hóast ILA-virusið nú eisini
hevur rakt hansara egna ali-
brúk á Lambavík.
– Tað er torført at meta
um, hvørjar avleiðingar
ILA-sjúkan kann fáa fyri
føroyska alivinnu. Men eg
rokni ikki við, at hon fer at
hava ógvusligar búskapar-
ligar avleiðingar við sær.
Vit skulu bara ikki vera
bangin fyri at kanna øll ali-
brúk fyri ILA, so vit kunnu
taka neyðugu fyrilitini og
fyribyrgja ,at sjúkan spreið-
ir seg, sigur Hans Jacobsen.
Umstøðurnar
skapa sjúkur
Hans Jacobsen veit ikki at
siga, hvaðani alibrúk hans-
ara á Lambavík hevur fing-
ið ILA-virusið. Men hann
hevur tó, eins og Lands-
djóralæknin, ein mistanka
um, at tað er villur laksur
ella annar fiskur, ið ber
smittuna til alibrúkini.
– Ofta eru slíkar sjúkur í
sjónum, og so skulu bara
tær røttu skeivu umstøður-
nar til, fyri at sjúkan brýtur
út. Alarar hava lagt til
merkis, at sjúkur og kanska
serliga lýs, sum aftur eru
smittuberar, ofta koma, tá
nógvur fiskur er nær ali-
brúkunum. Og nú vit hava
fingið staðfest ILA, hevur
nógv hýsa verið nær ali-
brúkinum
hjá
okkum,
greiðir Hans Jacobsen frá.
Og er tað verurliga so-
leiðis, at villur laksur ella
fiskur
ber
ILA-virusið
millum firðirnar, sær Hans
Jacobsen størri vanda fyri,
at fleir alibrúk verða smitt-
að. Men hann heldur kort-
ini framvegis ikki, at hetta
kann gerast nakar beinleið-
is bági fyri føroyska ali-
vinnu.
Sjúkan verður bast
– Í øðrum londum, har
ILA-sjúkan hevur herjað,
hava tey lagt alibrúkini still
eina tíð, og so hevur tað
heila lagað seg. Hetta sama
rokni eg við, fer at verða
galdandi hjá okkum, sigur
Hans Jacobsen.
Formaðurin í Havbúnað-
arfelagnum roknar annars
við, at tað ikki fer at ganga
long tíð, til vit hava eina
vaccinatión móti ILA-sjúk-
uni.
– Vit hava fyrr havt álvar-
samar sjúkur, so sum hita-
sjúkuna og Furunculosu, ið
hava dripið nógvan laks.
Men síðani er vaccina
funnin, og nú síggja vit
einki til hesar sjúkur. Hetta
sama vænti eg, fer at verða
galdandi fyri ILA-sjúkuna,
sigur Hans Jacobsen, for-
maður í Havbúnaðarfelag-
num og ILA raktur alari.
ILA virus er staðfest
í alibrúki á Lamba-
vík, men enn er
eingin laksur vorðin
sjúkur. Økið verður
nú avbyrgt. Lands-
djóralæknin er
bangin fyri, at villur
laksur spreiðir
smittuna í Føroyum
ILA
John Johannessen
Landsdjóralæknin hevur
júst staðfest ILA á fjóðra
sinnið í Føroyum. Nú er
tað laksur á Lambavík, ið
er raktur av álvarsama
virusinum.
Bjørn Harlov, lands-
djóralækni,
sigur,
at
royndir hava staðfest, at
ILA-virusið finst í ali-
brúkinum á Lambavík.
Men tó eingi sjúkueyð-
kenni verið at sæð enn,
eins og heldur eingin
deyðiligheit er staðfest.
Kortini vera øll tiltøk
sett í verk, fyri at virusið
ikki skal spreiða seg.
Lambavík og alibrúkið
har verða avbyrgd. Men
Landsdjóralæknin
fer
kortini ikki at krevja, at
fiskurin verður tikin.
– Fiskurin sleppur at
ganga, so leingi eingi
sjúkueyðkenni eru. Eg
fari ikki at krevja, at hann
verður tikin, eins og laks-
urin í Fuglafirði, Funn-
ingsfirði og Oyndarfirði.
Smittuvandin er nevniliga
ikki so stórur, tá eingi
sjúkueyðkenni eru, sigur
Bjørn Harlov.
Landsdjóralæknin sigur
seg ikki vita, hvussu laks-
urin á Lambavík hevur
fingið ILA-virusið. Tí ali-
brúkið á Lambavík hevur
einki samband havt við
tey fýra økini, har ILA
áður er staðfest.
Tó sigur Landsdjóra-
læknin seg vera »meget
bekymret« fyri, at villur
laksur er smittaður við
ILA, og at tað er hann,
sum ber smittuna víðari.
Er hetta veruleiki, heldur
landsdjóralæknin støðuna
vera álvarsama fyri før-
oyska alivinnu.
– Tí so kunnu vit bara
bíða eftir, hvar smittan
rakar næstuferð, sigur
Bjørn Harlov.
Alarin á Lambavík:
Vit skulu ikki ræðast ILA
Hóast alibrúkið hjá sjálvur formanninum í Havbúnaðarfelagnum nú er rakt av ILA, heldur hann kortini ikki, at føroyingar
skulu síggja sjúkuna sum eina hóttan móti føroyskari alivinnu
ILA staðfest á Lambavík
C
M
Y
K
7
6