Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 195 - 10. oktober 2008 ] Rógvi hevur fjepparar á netinum Í Italia var tað rættuliga stórt, at ein føroyskur timburmaður í tveimum førum kundi skora ímóti italsku heimsmeistarunum ífjør, og haraftrat tvey sera vøkur mál. Italiu­ maðurin, Mario Castelli gjørdist so hugtikin av hesum, at hann stovnaði ein fanclub/fjepparafelag, sum nevnist ”Rógvi Jacobsen Italian Fan Club”. Tó er onkur svenskari og føroyingur eisini limur í felagnum. Tað ber til at finna italska fjepparafelagið hjá Rógva Jacobsen á www.facebook.com, og so leita undir ”Rógvi Jacobsen”. Tey, sum eru skrásett í Facebook­skipanina hava har møguleika til at gerast limir í fjepparafelagnum. Á síðuni hjá fjepparafelagnum eru nakrar góðar myndir av Rógva. Tó er alt fjepparasamskiftið á italskum, so har fáa tey fægstu her á landi verið við. Systirin fór at gráta ­ Eg minnist dystin í 1990 ótrúliga væl. Eg havi verið 11 ár tá, og vit sótu øll heima og hugdu. Og tá vit skoraðu gjørdi eg sjálvandi eitt gallróp. Yngra systirin hjá mær hevur tá verið eini 2­3 ár, og eg minnist, at hon fór at gráta, so kløkk gjørdist hon av øllum rópinum. So tað tók sína tíð at sissa hana aftur. Og lívið í býnum var sjálvandi øgiligt aftaná. Nú er tað sjálvandi stuttligt at møta Eysturríki aftur, og eg skilji væl, at áskoðararnir vilja hava eitt líka gott úrslit, sum vit fingu ta ferðina. Men vit kunnu sum so ikki brúka tað úrslitið til so øgiliga nógv, sigur Jákup á Borg. Í sambandi við 100- ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu, verður sera forkunnug talv- kapping telvað kom- andi vikuna. Og tað er ikki av tilvild, at kommunan muna- dygt stuðlar uppundir átakið hjá Klaksvíkar Talvfelag og Talv- samband Føroya, tí gjøgnum søguna eru mong FM-steyp- ini í talvi komin til høldar – tað verið seg í einstaklingum og í liðkappingini. Í lands- høpi er Klaksvíkin í fremstu røð innan telvingina Talv Jógvan Joensen Klaksvík International 2008 er sterkasta kapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð. Tað er hepnast at fáa heili 4 stórmeistarar (GM) og 2 altjóða meistarar (IM) til kappingina. Meðal­ styrkin uppá 2429 er, til sammetingar, beint oman fyri hægsta styrkitalið, nak­ ar Føroyingur hevur havt gjøgnum tíðirnar. Og stór­ meistarakappingin er veru­ liga altjóða, við luttakarum úr 7 londum: Litauen, Ong­ land, Póland, Svøríki, Fin­ land, Danmark og Føroyum. Telvararnir GM Saruna Sulskis (36), úr Litauen, hevur higartil í ár telvað 91 kappingartalv og er nr. 2 á styrkilistanum í heimlandinum. GM Gawain Jones (21) úr Onglandi, er nummar 5 á enska styrkilistanum – ung­ ur, lovandi telvari, sum er sera virkin – hevur telvað 129 kappingartalv í 2008. GM Miroslav Grabarczyk (37) úr Pólandi er nummar 16 á polska ratinglistanum og hevur somuleiðis telvað 129 kappingartalv í 2008. GM Ralf Åkeson (47) úr Svøríki, sera royndur telvari og er nummar 11 á styrki­ listanum í heimlandinum og hevur telvað 118 talv í ár. IM Tapani Sammalvuo (33) er nummar 2 á Finska styrkilistanum og hevur telvað 29 talv í 2008. IM Esben Lund (32) úr Danmark hevur havt stóra framgongd í seinastuni og er á gáttuni til at gerast stór­ meistari, nú hann hevur 2 GM­normar í skjáttuni. Hevur telvað 98 kappingar­ talv í 2008. Hevur frálæru í telving og er talvskribentur. Vandi føroysku unglingarnar til NM, sum var í Íslandi 2006. FM Semcesen (22) úr Svøríki er ávegis altjóða meistaratittulinum og gongst eftir vild, kann hesin koma til høldar í Klaksvík komandi vikuna. Hevur telvað 150 talv í 2008. FM Heini Olsen (39) úr Klaksvík. Ferfaldur FM­ vinnari. Hevur higartil vunnið 2 IM­normar og nú restar bert tann eini, til tess at tilogna heitið Altjóða Meistari í Talvi (IM). Martin Poulsen (24) úr Tórshavn. Ferfaldur FM­ vinnari, sum fleiri ferðir, hesi seinnu árini hevur ligið framvið, at tilogna sær IM­ normar. Olaf Berg (22) úr Tórs­ havn. Enn eitt ungt spenn­ andi føroyskt talent, sum seinasta árið hevur sýnt greiðar ábendingar um fram­ gongd. Gylt høvi hjá Heina Serligur spenningur er um lokali talv­oddafiskurin í Norðoyggjum, Heini Olsen, tekur av gylta møguleika­ num og tilognar sær IM­ heitið á heimavølli. Møgu­ leikin er avgjørt til staðar, hóast neyðugt verður “at raka dagin”, men grundað á meðalstyrkina í kappingini, er kravið til vunnin stig til­ svarandi lægri til tess at vinna heitið. Og Heini sýnist at vera væl fyri í løt­ uni. Fyrr í summar telvaði hann í Politiken Cup, men gjørdist júst ov stuttur til tittulin tá, hóast orkufreka telving ímóti Evropameist­ aranum Tiviakov og javnleik ímóti GM Krasenkow – báðir telvarar í heims­ elituni. Stórmeistarar ímóti føroyingum í 1. umfari Føroyingarnir leggja bragd­ liga fyri, tá fyrsta umfar í kappingini verður telvað leygardagin kl. 14 í fim­ leikahøllini við musik­ skúlan. Heini Olsen hevur hvíta fólkið ímóti GM Gawain Jones. Olaf Berg hevur somuleiðis hvíta fólk­ ið ímóti GM Sarunas Sulskis, meðan Martin Poul­ sen, við svarta fólkinum, telvar ímóti GM Miroslav Grabarczyk. Fylgið telvingini LIVE Umframt, at tað er møguligt hjá áhugaðum at leggja leið­ ina framvið spælistaðnum, verður møguleiki fyri at fylgja telvingini beinleiðis um alnótina, meðan telvað verður, á heimasíðu Talv­ sambandsins www.faroechess.com Somuleiðis fer Miðlahúsið – Portalurin, Rásin og Sosialurin ­ leypandi at kunna um feskastu tíðindini frá kappingini. SKRÁIN 11. oktober Leygardag 1. Umfar kl. 14.00 12. oktober Sunnudag 2. Umfar kl. 16.00 13. oktober Mánadag 3. Umfar kl. 14.00 14. oktober Týsdag 4. Umfar kl. 14.00 15. oktober Mikudag 5. Umfar kl. 10.00 16. oktober Mikudag 6. Umfar kl. 18.00 16. oktober Hósdag 7. Umfar kl. 14.00 17. oktober Fríggjadag 8. Umfar kl. 09.30 18. oktober Leygardag 9. Umfar kl. 09.30 18. oktober Leygardag Virðislønarhandan kl. 14.00 Tittul Telvari Tjóð Styrkital GM Sarunas SULSKIS Litava 2572 GM Gawain JONES Ongland 2548 GM Miroslav GRABARCZYK Pólland 2516 GM Ralf ÅKESSON Svøríki 2484 IM Tapani SAMMALVUO Finnland 2464 IM Esben LUND Danmark 2425 FM Daniel SEMCESEN Svøríki 2402 FM Heini OLSEN Føroyar 2376 Martin POULSEN Føroyar 2281 Olaf BERG Føroyar 2227 Stórmeistarar til Klaksvíkar Heini Olsen hevur møguleika at ogna sær IM-heitið á heimavølli. Bert ein IM-normur restar, áðrenn hann kann kalla seg altjóða meistara