Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 • 10. oktober 2006 Vikuskifti inngangur Føroyski kokkurin Leif Søren- sen frá matstovuni Gourmet í Havn vitjar í dag Grams. Hann er fyrstur at renna avstað við kelvinum í liðrenningi Up- pskriftin, har allir kokkar og kokka-lærlingar eru bjóðaðir at taka lut. Leif er júst afturkomin frá námsferð í Danmark, har hann millum annað rendi seg í føroysku legenduni í donsku matstovu-vinnuni, Jan Restorff á Søllerød Kro (sí forsíðumynd). Leif vísir okkum á hvussu vit gera tað perfektu culottu-ste- ikina. Vínummælið setir fokus á fron- skum víni, ið oftani er útskel- dað fyri at vera bæði súrt og dýrt. Ikki altíð. Fronsku sløgini í dag fáa øll 6 stjørnur. Matummælið hevði ikki tespi- liga uppliving, tá ið handils-ma- jones varð roynt. Vit viðmæla heldur at røra majones sjálvi. Lesið hvussu! Bókaummælið umrøður tvær nýggjar bøkur frá kendu donsku kókikonuni, Nannu Simonsen. Eitt valaverk um donsku matmentanina og so ein áhugaverd bók um smyrji- breyð. Í samband við at Grams royn- dar-fotograferar ymisk mynda- tól í løtuni, vilja vit við hesum takka Olympus Danmark fyri lán av E-3. Forsíðan í dag er tikin við hesum. Á ferð við Leif grams.fo Mortan í Hamrabyrgi 20 Her sæst Leif Søren- sen við gamla lærara- meistaranum hjá sær, Francis Cardenau, ið hann nú hevur hitt aftur á matstovuni UmamiGo í Keypamannahavn. Francis var tiltikin harður lærumeistari, men av te- imum allarbestu kortini