Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 195 - 10. oktober 2008 tíðindi Øll mennsikju hava evnini at uppliva góða list. Summi mugu bara hava eitt lítið skump fyri at sleppa sær av við for­ dómin um at list skal líkjast onkrum tey kenna, ella bara er fyri tey klóku, sigur Oggi Lamhauge, lista­ miðlari List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Mamman úr træi leggur sínar armar um barnið, so tað næstan hvørvur inn í fjálga favnin. Eina løtu tykist tað næstan sum, at blóðið dukar inni í grásvørtu træ-æðrunum, sum eins og vevja skurðmyndina sam- an. Listamaðurin Oggi Lam- hauge kínur mammuna oman eftir rygginum. - Børnini elska hesa skurðmyndina, sigur hann og setir seg á gólvið við síðuna av træskurðinum hjá Fridtjof Joensen. Og tað er týðiligt, at Oggi Lamhauge eisini elskar at greiða frá skurðmyndini eins og øllum hinum dýr- gripunum, sum goyma seg á Listasavninum. Tí var tað eisini ein ynski- dreymur, tá hann herfyri fekk starv sum tann, ið skal geva so nógvum, sum til ber, møguleika at uppliva listaskattin á savninum. Listamiðlari, er heitið á starvinum hjá Oggi Lam- hauge, og einum slíkum hava vit leingi havt brúk fyri í Føroyum, heldur hann. - Í so nógv fólk líða næst- an av listafobi, tí tey halda, at list bara er fyri tey klóku ella gudar ella absolut skal líkjast onkrum ávísum. Og tað er stórt spell, tí øll kun- nu fáa stórar listarligar upplivingar - summi skulu bara hava eitt lítið skump, sigur Oggi Lamhauge. Lækkar gáttina Nýggi listamiðlarin dylir ikki yvir, at tað oftast eru somu fólkini, sum vitja á Listasavninum og annars eru at síggja á teimum ymsu listaframsýningunum. - Tað er avgjørt hugaligt, at fólk hava hug at vitja aftur og aftur. Eg vildi bara ynskt, at so nógv og ymisk fólk, sum gjørligt, sluppu at uppliva øll tey fantastisku listaverkini vit hava at bjóða í Føroyum og her á Lista- savninum, sum er onki min- ni enn ein skattakista av list, sigur Oggi Lamhauge. Sjálvur dugir hann ikki rættiliga at siga, hví so nógvir føroyingar tykjast at halda gáttina inn til lista- søvnini vera í so høga. - Ivaleyst hongur tað saman við, at vit í Føroyum ikki rættiliga hava traditión fyri at ganga á listasøvn. Hinvegin hava listasøvnini kanska heldur ikki gjørt nóg nógv fyri at fáa fólk at koma inn, heldur Oggi Lam- hauge. Og júst tað verður ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja listamiðlaranum. Longu mánamorgunin stendur hann klárur at taka ímóti, tá Listasavnið letur dyrnar upp á víðan vegg fyri børnum og ungum, sum verða send á mynda- veiðu. Seinni er ætlanin at gera afturvendandi rund- vísingar fyri vaksnum, og í løtuni arbeiðir Oggi Lam- hauge eisini við ymsum hugskotum til kjakfundir um list og tiltøk, har lista- fólk koma at greiða frá síni list. Læra av børnunum Tá tað ræður um at uppliva list, ivast Oggi Lamhauge ikki í, at vit kundu lært nógv av børnunum. Við teirra opna sinni krevja børn nevniliga ikki, at lista- verkið endiliga skal líkjast onkrum, tey kenna framma- undan, ella at tað skal hava eitt ávíst endamál, staðfestir Oggi Lamhauge, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur við kreativiteti sum ser- grein. - Børn uppliva uppá ein annan máta enn vaksin ofta gera. Tá eitt barn sær ein vakran stein á vegnum, steðgar tað á, og eina løtu snýr allur heimurin hjá barninum seg bara um hend- an vakra steinin. Vit vaksnu hava lyndi til vilja vita, hví steinurin liggur har - ella vit eru so upptikin av at koma frá einum stað til eitt annað, at vit slett ikki síggja hann, hugleiðir Oggi Lam- hauge. Eisini hevur hann varnast, at børnini ofta dáma best ta listina, sum nógv vaksin illa fáa rúmað. - Abstrakta listin fer beint inn hjá børnunum. Tey elska litirnir og kaotisku strikurnar og lata seg bara draga inn í listaverkið. Tey leggja onki í, at tað ikki líkist onkrun, tey kenna, og tí noyðast tey heldur ikki at berja seg gjøgnum allar møguligar forðingar fyri at kunna uppliva listaverkið. Út um teg sjálvan Burtursæð frá, at list skal sleppa at vera ein uppliving í sær sjálvum, hevur tað eisini týdning, at børn og ung læra at skyna á listar- ligari góðsku, heldur Oggi Lamhauge. - Tað merkir ikki, at eg skal standa við einum lyft- um peikifingri og siga, at hetta er gott og hatta er nakað skrambul. Eg trúgvi heldur, at bara við at lata børn uppliva dygdargóða list, læra tey seg sjávi at skyna á, at sumt er betri enn okkurt annað. Og tað kann avgjørt ikki skaða, tá tú hugsar um, hvussu nógv grunt undirhald, børn og ung áhaldandi verða bombar- derað við í einum heimi, har kampurin um uppmerk- semið hjá teimum ungu ongantíð hevur verið størrri, sigur Oggi Lamhauge. At list eisini kann hava eina uppalandi ávirkan á børn og ung sum menniskju, hevur eisini týdning, heldur hann. - Tá tú upplivir eitt listverk, fert tú eisini út um teg sjálvan eina løtu og setir teg inn í, hvussu eitt annað menniskja følir og hugsar. Skump til lista­ fobiskar føroy­ingar Heita skurðmyndin "Móðir og barn" hjá Fridtjof Joensen er ein av dýrgripunum á Listasavninum, sum Oggi Lamhauge, listamiðlari gleðir seg at vísa fram, nú Listasavnið er við á Heystfagnaðinum á fyrsta sinni