fríggjadagur 10. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2006
Vikuskifti
21
hjá okkum øllum innan lukt- og
smakk-alheimin.
Kynstrið at smakka vín snýr
seg í stuttum um at vera opin-
sinnaður, eiga stór og góð
gløs (meira um hetta seinni)
og at skonkja vínið við rætta
temperaturin. Reyðvín kemur
í allarflestu førum betri til sín
rætt við 18 hitastigum (ein
tíma í køliskápið). Skonk upp
okkurt til ein triðing, har glasið
er breiðast. Lat eyguni skráseta
og njóta litin. Slong varliga
glasið runt og sting so nøsina
heilt niður í glasið fyri at kanna
og njóta angan. Gjarna fleiri
ferðir. Ein stórur partur av vín-
njótilsi fer fram í luktisansinum.
So er at fáa sær ein munn og
varliga gera tað, sum nógv
kanska halda sær býtt út. At
sutla og súgva luft inn ímillum
varranar. Hetta fær smakkin og
samansetingin at fleirfaldast.
Her kann teknikkurin sjálvandi
venjast, soleiðis at vit ikki eru
ófólkalig við eitt borðhald.
Latið allar sansar njóta góða
vínið, ið tú hevur skonkt tær!
Skal tað vera fínt, so skal tað
vera franskt. Soleiðis hugsa
ivaleyst nógv enn. Fronsku
vínsløgini hava tó fingið
harða kapping frá vínsløgum
úr nýggja vínheiminum
(Suðuramerika, Suðurafrika,
Avstralia og Nýsæland). Serliga
í mun til prís. Tað sæst eisini
aftur í dag. Øll sløgini eru
oman fyri hundraðkrónuseðilin.
Tað er ein spurningur um, at
tað kostar meira at gera vín í
Fraklandi. Treytirnar og karmar-
nir eru harðari. Viðhvørt kunna
vit gerast vónsvikin, tá ið vit
velja franskt vín. Ov súrt og ov
lítl frukt. Her hevur fyribrigdið
árgangur veruligan týdning og
ein eigur at geva tí gætur. Tað
kann bæði vera ein spurning-
ur um gott ella ringt vín, men
sanniliga eisini ein spurning-
ur um margfeldi og ymsar
tulkingar, ið jørðin ger av drúvu-
ni, - í mun til veðrið tað árið.
Men tá ið alt so riggar, árgang-
urin er góður og handverkið í
topp, so tekur eingin franskt
vín. Soleiðis er í dag. 2003,
2005 og 2006 hepnaðust væl
í nevndu fronsku økjunum.
Tí, at tað er sjáldan, at sami
árgangur er góður í øllum
Fraklandi. Tað veldst alt um
økið. Hvítvínsløgini í dag eru
sera feminim og reyðvínssløgini
rættiliga maskulin.
Dygd innan vín er ikki ein spurn-
ingur um jú kraftmiklari tess
betri. Tað vil altíð snúgva seg
um javnvágina millum søtu ber-
fruktina, fruktsýruna og beisku
garvasýruna (ið ikki er ein sýra).
Akkurát sum tríggir kranar, ið
skrúvast kunnu á. Og her hava
fransar túsund ára royndir og
vita júst hvar er skilagott at
gera í øllum lokalu vínøkjunum.
Seinast lovaði eg at greiða
frá nakað háfloygda mynda-
málinum, ið eg brúki at lýsa
vínsløgini í ummælunum. Tá
ið eg nevni ymisk ber, fruktir,
kryddurtir ella tað sum er
løgnari, so er tað ikki tí, at
vínbóndin hevur latið nakað av
hesum í vínið. Hetta er bert fyri
at hava eitt slag av fakmáli at
lýsa hvussu samansett vín gjørt
einans úr drúvum og møguliga
kryddað við búning í eikiføtum
kann vera. Hetta er ikki skrivað
fyri at tosa niður til lesaran,
men bert til kunningar til tey, ið
kanska hava ivast um hetta og
ikki kenna so nógv til vín enn.
Hetta at fara í dýpdina við víni
er rættiliga nýtt enn í Føroyum.
Eg royni at brúka »referensur«
úr matvøru-heiminum. Vørur,
ið fólk flest kenna og tí kanska
skilja hvat eg meini við, tá ið eg
skrivi, at vínið ber brá av súrepli
heldur enn fersku. Matvørur
sum eitt slag av felagsnevnara
La Chablisienne, AOC
Chablis 2005
Uppruni: Turt hvítvín úr Frak-
landi (Bourgogne)
Ummæli: Glógvandi grøngu-
lur litur. Hábærsliga elegantur,
yndisliga lættur og samanset-
tur angi av grønari steinfrukt,
grasi, mineralum og skelj-
adjórum. Sum hitt vakrasta
gentukórið ein summardag.
Dárandi leskiligur smakkur av
Granny Smith-súreplum, melón
og agurk. Turr, fín, broyskin og
sprellivandi Chablis, tá ið hon
er allarbest. Framúr javnvág
og reinsandi sýra. Drúvan er
Chardonnay, og kemur hon
eftir mínum tykki allarbest best
til sín rætt á hesum leiðum.
Hóskar til skeljadjór og fínan
hvítan fisk.
Kostnaður: Kr. 131,00
Skoðsmál:
Joseph Mellot, AOC Pouilly-
Fumé, Le Troncsec 2006
Guigal, AOC Côtes du
Rhône, Cuvée Philipson 2003
Domaine Saint-Benoit, AOC
Chateauneuf-du-Pape 2005
Uppruni: Turt reyðvín úr Frak-
landi (Rhône)
Ummæli: Kirsuberreyður litur.
Ungur og smæðin angi, ið skal
killast fram við at hella um 2-3
tímar. Men so fer reyðvínið
frá topp-árganginum eisini
at ganda. Evarska fínir tónar
frá veldigum symfoni-orkestri
koma undan kavi og bresta:
fyrst reyð ber og svørt ber og
so flesk og krút. Smakkurin
sera samansettur og fínur.
Glycerin og mineralir Her er
veruligan talan um handverk.
Elegant, rein og livandi Cha-
teauneuf-du-Pape. Slíkt kostar
í dag, men her er kortini talan
um eitt gott keyp. Góðskan er í
heimsflokki.
Kostnaður: Kr. 178,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Frak-
landi (Rhône)
Ummæli: Auberginu-bláur
litur við tigulsteinsreyðum
kanti. Reyðvín í bestu árum og
við hár á bringuni. Kraftmikil
angi av samansettari svartari
berfrukt, fjósi og turkaðum
kryddum (kanel) umframt ein
feril av svørtum pipari. Smakku-
rin sera samansettur, merktur
av frukt, ið er komin til mans.
Bleytur, rundur og mjúkur við
undirtónum av fleski, lakresi og
pipar-broddi. Høvuðsdrúvan er
Syrah. Langtíðarstokt lambskjøt
hóskar væl til.
Kostnaður: Kr. 109,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr Frak-
landi (Loire)
Ummæli: Strágulur litur.
Nevan millum eyguni frá
hesum fantastiska Sauvignon
Blanc-grundaða hvítvíni. Luktar
sum ein fronsk, so segði hann.
Himmalsk sólbúgvin og saman-
sett frukt. Ferska, hunang og
so hesin eyðkendi stingandi
tónin av grasi, hylliblómu og
royki. Vit eru í hjartanum av
Sauvignon Blanc-landi, djúpt
inni í Loire-dalinum. Turt vín,
har sýran er skrúvað hart frá
og leikandi fruktin so mineralsk
og harðmælt, at sjálvt vínbón-
dirnir í Nýsælandi mugu tiga.
Sjáldsama leskandi. Til geitaost,
góðan høsnarunga ella fisk.
Kostnaður: Kr. 149,00
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Mjávaksin hvítvín og
herðabreið reyðvín
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com