Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 195 - 10. oktober 2008 ] Vit eru ikki liðið frá 1990 - Jú, eg minnist dystin, tí eg var á leið fýra ár ta ferðina. Vit sótu øll og hugdu, og fagnaðurin var sjálvandi sera stórur um úrslitið. Teir, sum spældu við tá, framdu eitt fantastiskt avrik, men tað fáa vit ikki brúkt til so nógv í dag. Eg haldi ikki, at tað leggur nakað eyka trýst á okkum, men sjálvandi hevði tað verið deiligt, um vit við einum sigri kundu skapt okkara egna part av føroyskari fótbóltssøgu, sigur Jónas Tór Næs. Tragedia hjá Hickersberger Ígjár bar til at lesa eina samrøðu, sum eysturríkska blaðið ”Der Standard” hevur við Josef Hickersberger, sum í 18 ár hevur livað við, at hann var maðurin, sum vandi Eysturríki, tá teir taptu 1-0 ímóti amatørunum úr Føroyum. Hickersberger er sera ærligur, hann sigur bart út: - Fyri meg var tað ein persónlig tragedia. Talan gjørdist um tað beiskastu løtuna á yrkisleið mínari. Tað tók Hickersberger eitt hálvt ár veruliga at koma yvir skelkin, sum hendi í Landskrona, tann 12. september í 1990, og spurdur, um einki jaligt kom burturúr dystinum ímóti Føroyum svarar Hickersberger: - Jú tú veitst aftaná tann fyrsta skelkin, at tú hevur nátt tað absolutta lágpunktið. Tað kann ikki blíva verri enn hetta. Toran slær ikki niður á sama húsið tvær ferðir!” Hickersberger verður eisini spurdur hvussu ein ber seg at fyri at vinna á Føroyum: - Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Handan spurningin mást tú senda víðari til tey røttu fólkini! skeiva tíð Til tíðir hava atfinningarnir heglað oman yvir lands­liðs­­ venj­aran og tey val, s­um hann hevur framt. Jógvan Mart­ in Ols­en hevur tó s­tøðugt verið avkláraður um s­tøðuna, og í dag heldur hann, at tað er ein s­era s­pennandi lands­­ liðs­hópur, s­um hann um s­eks­ dagar letur eftir s­ær hava verið øgiliga røtt, so hava onnur verið skeiv, sig- ur Jógvan Martin Olsen. Fegnast um U21 Talan hevur tó ikki bara ver- ið um mótgongd. So ella so hevur Jógvan Martin verið knýttur at landsliðsarbeiðin- um líka síðani 1994, og hann er serstakliga fegin um tað konsept, sum er bygt upp síðani. - Tað er heilt víst tað, sum eg eri mest fegin um. Ar- beiðið, sum byrjaði tá, kom at kalla á mál í fjør, tá vit eisini høvdu U21-lið í altjóða kapping, og tað eri eg serstakliga fegin um. Tað gevur heilt nýggjar møgu- leikar fyri menning. Eg kundi jú valt at tikið Johan, Jónas ella Gunnar inn fyri langari tíð síðani. Men vit høvdu eitt lið, sum upplivdi sera stóra mótgongd, og skuldi eg tveitt nakrar 17 ára gamlar spælarar inn í tað ódnarveðrið, er als ikki víst, at tað hevði spælt serliga væl av. Tað vildi eg so ikki útseta teir fyri, og við U21 kundi eg bíða eini tvey ár við at taka teir við. Og tað eri eg sera fegin um. - Og sært tú, hvussu lætt tað hevur gingið at taka spæl- arar av U21 og beint inn í landsliðshópin, so haldi eg tú kanst siga, at talan hevur verið um sanna sólskinssøgu. Eitt, sum tó kann irritera meg rættiliga nógv, er, at tekur tú teir spælarar, sum eru millum 20 og eini 25-27 ár, so eru tað fleiri, sum ikki hava leverað vøruna. Og eg sakni, at hesir onkursvegna løgdu meira fyri, so teir ikki vórðu yvirhálaðir av spælar- um, sum eru fleiri ár yngri. Men er tað ikki júst ein avleiðing av, at hesir spælar- ar ikki hava havt tann menn- ingarmøguleika, sum U21 er. At gloppið hjá teimum hevur verið ov stórt frá U19? - Jú. Tað kann væl vera, at tað er tann logiska frá- greiðingi um hetta, og skal ikki á nakran hátt leggja eftir teimum. Men eg vildi ynskt, at hesir onkursvegna høvdu prógvað meira. Høllin má koma Bæði á hesum síðum og við fleiri onnur høvi hevur Jógv- an Martin Olsen ført fram, at talan hevur verið um at byggja eitt nýtt landslið upp. Men er tað eitt landslið í góðum skørum, sum næsti føroyski landsliðsvenjarin kemur til? - Eg haldi, at tað er ein øgiliga spennandi hópur, sum vit nú hava. Væl vit- andi, at Egil ikki verður 33 men 35 næstu ferð, og at Jákup Mikkelsen heldur ikki er heilt ungur. Taka vit tað seinna, so hava vit fleiri spennandi ungar málverjar. Og telur tú U19-hópin við, so haldi eg, at vit hava heilt nógvar spælarar, sum fara at kappast sera hart um at vinna sær fast pláss á lands- liðnum. So tað verður kanska ikki so leingi, fyrr enn vit hava eitt lið, sum er til reiðar at fara eftir teimum úrslitun- um, sum ofta vóru so sera nær fyri einum 5-6 árum síðani? - Ja. Tekur tú kappingina, har vit vóru í bólki við Íslandi, so høvdu vit tá liðið, sum kundi levera úrslitini. Við samansetingini av aldri og profilum er hetta helst besta landsliðið, sum vit hava havt. Hevði Todi Jónsson tá verið klárur til landsliðið, ístaðin fyri at hann støðugt varð plágaður av skaðum, so høvdu vit kanska havt tann spælaran, sum kundi koppað nøkrum av teimum dystunum til okkara fyrimun. - Og vit nærkast nu einum hópi, sum kann koma á sama støði. Men samstundis krevur tað, at føroyskur fót- bóltur eisini flytur seg. Bæði innan felagsarbeiðið men so sanniliga eisini innan tær politisku avgerðir, sum verða tiknar. Her hugsi eg um strukturin í kappingini og karmarnir, sum spælarar kunnu virka undir. Sammetir tú við Ísland, so hava teir fleiri hallir, har teir kunnu spæla og venja, líkamikið hvussu veðrið er. Og tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt tað fyrsta, sum vit mugu arbeiða fram ímóti. Eins og flestu av liðfeløgunum, so var Jón Rói Jacobsen bert ein lítil piltur, tá Føroyar í 1990 vunnu móti Eysturríki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg minnist handan dyst- in væl. Vit sótu øll heima hjá okkum og hugdu, og lagið var sjálvandi av tí besta. Og eg minnist eis- ini, hvussu Árni Gregersen geylaði, tá Torkil skoraði hatta málið. Eini 11-12 ár seinni gjørdist tú sjálvur partur av føroyska A-landslið- num. Er tað nakað um tos- ið, tá fólk siga, at úrslitið frá 1990 framvegis hongur sum ein skuggi yvir tykkara avrik í dag? - Nei, soleiðis havi eg so ongan tíð hugsað um tað. Tað er eingin ivi um, at hatta var eitt øgiliga stórt úrslit, sum ongan tíð verður gloymt. Men per- sónliga havi eg ongan tíð kent nakað trýst um hetta. Eg taki hattin av fyri tí, sum teir menninir vístu á vøllinum tá, men nakað trýst er talan altso ikki um. Tað ræður kanska meira um hjá tykkum at skapa tykkara egnu úrslit nú? - Ja. Vit hava eisini ver- ið rættiliga tætt við onkra ferðina, men tíverri hava vit ongan tíð fingið eitt so flott úrslit sum hatta. Ikki enn í øllum førum, sigur Jón Rói Jacobsen. Tað ræður um hj­á dags­ins­ føroys­ka lands­liði at s­kapa s­íni egnu úrs­lit. Og s­j­álvur hevur Jón Rói Jacobs­en ongan tíð kent nakað trýs­t á s­ær, tí hann s­kal liva upp til tað, s­um aðrir framdu fyri 18 árum s­íðani Mynd: Álvur Haralds­en Árni geylaði øgiligt