fríggjadagur 10. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 195 - 10. oktober 2008 ]
Ein partur av søguni
- Eg haldi, at eg sá dystin beinleiðis í sjónvarpi, men eg veit
tað ikki við vissu. Men sjálvandi vita øll, hvat sipað verður
til, tá sagt verður Landskrona og 1990. Men eg veit ikki,
um vit fáa brúkt tað til nakað serligt í dag. Persónliga vildi
eg heldur havt Ongland ella okkurt av tí slagnum í okkara
potti. Fyri mítt viðkomandi er 1990 bara ein partur av
føroyskari fótbóltssøga, hóast tað sjálvandi var eitt
fantastiskt úrslit, sigur Arnbjørn T. Hansen.
Sæst á netinum
Tað er blivið alt meiri vanligt, at ein kann streama fótbóltsdystir á
internetinum. Serliga hjá fólki, sum eru langt av landi skotin er hetta ein
gyltur møguleiki. Og føroyingar úti í heimi verða ikki snýttir fyri
upplivingina, sum bíðar heimafólkinum komandi leygardag klokkan 16,
tá Føroyar og Eysturríki bresta saman á Tòrsvølli í HM-undankappingar-
dysti. Dysturin hevur orsaka av serligu søguni eisini stóran áhuga kring
Heimin. FIFA boðar á síni heimasíðu frá, at tað ber til at streama dystin
millum Føroyar og Eysturríki á hesum linkinum: www.fifa2010blog.
com/faroe-islands-vs-austria-live-streaming.html
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Jógvan Martin Olsen
mikudagin setti landsliðs-
spælarunum
stevnu,
var
hetta samstundis byrjanin til
endan á skeiði hansara sum
landsliðsvenjari í hesum
umfarinum. Eitt skeið, sum
hevur fevnt um 11 ár, har
Jógvan Martin Olsen so ella
so hevur arbeitt við føroyska
A-landsliðnum í fótbólti.
Hóskvøldið
settu
vit
landsliðsvenjaranum stevnu
á Hotel Føroyum, og hann
viðgongur, at tað so ella so
er eitt sindur kensluborið
hesaferð.
- Eg havi hugsað nógv
um, hvussu eg fór at tackla
støðuna, nú eg havi boðað
frá, at eg gevist sum lands-
liðsvenjari. Men onkurs-
vegna havi eg valt at parkera
akkurát tann spurningin til
mikukvøldið. Og eg haldi,
at tað hevur eydnast mær at
parkera hesar tankarar í
nakrar dagar.
Men tað kann væl ikki
vera lætt, tá títt arbeiði nú í
11 ár hevur verið tengt at
landsliðnum?
- Sjálvandi er tað ikki
lætt. Men tá tú tekur eina
slíka avgerð, so búnast hon
eisini leingi. Eg havi tosað
við míni nærmastu um tað,
og tá tú hevur hugsað rími-
liga leingi, so fært tú so ella
so sett tingini upp á pláss í
høvdinum. Tí tankin er
avgjørt ikki nýggjur. Tú
kanst siga, at eg havi hugsað
tankan í fleiri ár. Eisini
áðrenn eg gjørdi av taka av
møguleikanum sum høvuðs-
venjari hjá landsliðnum. Tá
umhugsaði eg, um eg skuldi
royna at taka nøkur stig
onkran annan veg.
- So eg haldi, at tað hevur
eydnast mær at parkera
hesar tankarnar, men tað er
sjálvandi løgið at vita, at
leygardagi á Tórsvølli verð-
ur tað seinasta ferðin á
hesum sinni, at eg standi
við síðulinjuna, tá landsliðið
spælir heimadyst.
- Men samstundis gleði
eg meg. Eg havi kensluna
av, at vit fara at enda væl,
og eg kenni eisini á spælar-
unum, at teir er ógvuliga
uppsettir, soleiðis at teir eis-
ini kunnu enda hetta tíðar-
skeiðið á landsliðnum best
møguligt.
Kendi treytirnar
Ofta verður sagt, at velur
ein venjari at gevast, so er
best, um hetta verður frá-
boðað, tá kappingarárið er
av. Hesa ferð ávirkar tað
kanska ikki motivatiónina,
nú talan er um somikið
søguligan dyst, sum stendur
fyri framman. Men hetta
tykist nú ikki vera nakað,
sum Jógvan Martin hevur
givið serliga stóran ans.
- Eg visti alt fyri eitt, tá
eg tók við, at mín uppgáva
var at fremja eitt ættarliðs-
skifti. Tí hevur tað verið ein
støðug telving, har eg havi
tikið nøkur val. Nøkur
teirra hava verið skeiv, og
kanska skuldi eg tikið onnur
fyri langari tíð síðani.
- Men eg havi kent tað
soleiðis, at her hevur verið
eitt somikið stórt arbeiði at
gera, at tað vildi verið púr-
asta burturvið, um Fótbólts-
sambandið tá hevði sett
onkran útlending, sum ikki
hevði sama kunnleika til
viðurskiftini, í starvi. Um
hesin so hevði rent seg í
somu óstøðugu úrsit, sum
vit hava verið ígjøgnum.
Skuldi hann so staðið fyri
skotum eftir bara fýra-fimm
dystir, har fólk kravdu ein
nýggjan landsliðsvenjara?
- Tað kundi skjótt elvt til
kaos, og í dag haldi eg, at
vit eru komin væl ávegis.
Eisini við teimum spælar-
um, sum vit hava á U21-
landsliðnum. Roknar tú
hesar við, so hava vit í dag
ein hóp, sum so ella so kem-
ur at manna landsliðið í
nógv ár fram.
Tá tú sigur hetta, so sigur
tú væl eisini, at tú visti, at
talan var um eitt slag av
urias-posti, sum tú átók tær
fyri trimum árum síðani.
Og at atfinningarnar til tíðir
fóru at vera sera harðar?
- Eg visti í øllum førum, at
talan bleiv um eitt rættiliga
leitandi tíðarskeið. Henrik og
eg tosaðu eisini um hetta, áðr-
enn hann gavst. Vit sóu spæl-
arar sum Øssur Hansen, John
Petersen og Pól Thorsteins-
son gevast, og við hesum
mistu vit stórar profilar og
persónligheitir á liðnum. Tá
menn sum Julian og Óli so
eisini góvust, broyttist um-
hvørvið kring landsliðið full-
komuliga, tí her mistu vit
eisini eina øgiliga rúgvu av
royndum. Og brádliga skuldu
spælarar, sum áður kanska
vóru í útjaðaranum av liðn-
um,
átaka
sær
berandi
leiklutir.
- Tað gav nakrar heilt
nýggjar støður, og eg kann
bara enn einaferð siga, at
tað gjørdi nøkur val neyðug,
og meðan nøkur av hesum
Rætti maðurin til
- Eg visti, at talan fór at vera um eitt sera
leitandi tíðarskeið fyri føroyskan lands-
liðsfótbólt. Men tað vildi verið púrasta
burturvið, um Fótbóltssambandið fyri
trimum árum síðani setti ein útlending,
sum ikki hevði sama kunnleika til viður-
skiftini, í starvi. Tað sigur Jógvan Martin
Olsen fyri annað, tá hann lítur aftur á
árini sum føroyskur landsliðsvenjari. Eitt
starv, har hann nú bert hevur seks dagar
og tveir dystir eftir í sessinum