Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 195 - 10. oktober 2008 ] Fyrsta føroyska fótbóltsfelagið varð stovnað í 1892. Fyrsta eysturríkska fótbóltsfelagið varð stovnað í 1894. Men Eysturríki hevur sanniliga havt glæsilig úrslit í farnum tíðum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Fótbóltur kom fyrr á bredd­ an í Føroyum, enn í Eystur­ ríki. Í 1892 varð Tvøroyrar Bóltfelag stovnað, tvey ár seinni varð fyrsta fótbólts­ felagið í Eysturríki, First Vienna Football Club stovn­ að. Kortini skuldu ganga nærum 100 ár, áðrenn før­ oyskur og eysturríkskur fót­ bóltur møttust á fyrsta sinni. Útviklingurin gekk skjótt í Eysturríki. Longu 18. mars í 1904 stovnaðu menn eysturíkska fótbólts­ sambandið »Østerreicher Fussball Bund«, og skjótt varð borið at. Longu árið eftir gjørdist eysturríkarar limir í altjóða fótbóltssam­ gonguni, FIFA. Tá UEFA varð stovnað í 1954 vóru eysturríkarar við frá fyrsta degi. Gott lið í 1930-unum Tá Hugo Meisl gjørdist landsliðsvenjari ­ umframt at verða aðalskrivari í eysturríkska fótbóltssam­ bandinum ­ í 1927 byrjaði tann stóra framgongdin hjá eysturríkska landsliðnum. Árið fyri, í 1926 spældi bóltsnillingurin, Mathias Sindelar sín fyrsta landsdyst fyri Eysturríki. Mathias Sindelar kom at gerast ógvu­ liga avgerandi fyri fram­ burðin hjá Eysturríki hesi árini. Millum 12. apríl í 1931 og fram til 7. desember í 1933 tapti Eysturríki ikki í 14 landsdystum. Millum mest minniligu dystirnar vóru tveir stórsigrar uppá ávikavist 6­0 og 5­0 yvir Týsklandi. »Das Wunder­ team« varð hetta eystur­ ríkska liðið nevnt. Eysturríki spældi seg í HM­endaspælið, sum varð hildið í Italia í 1934. Tá í tíðini varð bert loyvt ama­ tørum at spæla við olym­ pisku fótbóltskappingini, og tí var ikki talan um van­ ligu manningina. Kortini er hetta úrslitið eisini ein varði í eysturríksku fótbóltssøg­ uni. Men hetta kom at ger­ ast fyribils endastøðin hjá eysturríkska fótbóltslands­ liðnum. Í 1938 varð Eysturríki innlimað í stórtýska ríkið, og eysturíkska landsliðið hvarv. 23. januar í 1939 hendi tað vanlukkuliga, at Mathias Sindelar – sum varð nevndur »Mozart á fótbóltsvøllinum« ­ og unn­ usta hansara, Camilla Cas­ tagnola vóru funnin deyð í íbúðini hjá Sindelar í Wien. Enn í dag ræður óvissa um, hvørt Mathias Sindelar tók seg sjálvan av døgum, ella um hann varð eitraður av nasistunum, tí hann bar seg undan at spæla við felags samanlagda týska landsliðnum. Sum eitt spæl fyri gallarínum fekk Mat­ hias Sindelar kortini eina statsliga jarðarferð. Men fyri mangar eysturríkarar eru Mathias Sindelar ein ímynd av einum veruligum eysturríkskum patrioti, sum ikki vildi geva seg undir týskt vald. Bronsa í 1954 Aftaná kríggið mátti Eystur­ ríki brúka sína tíð at koma fyri seg. Tað eydnaðist at stápla eitt slagsterkt landslið uppá beinini, sum spældi seg til HM­endaspælið, sum var hildið í grannaland­ inum, Sveis í 1954. Her spældi Eysturríki góðan og undirhaldandi fótbólt. Ser­ liga minnilig var fjórðings­ finalan ímóti Sveis, sum Eysturríki vann 7­5. Talan er um málríkasta dyst í nøkrum HM­endaspæli. Men í hálvfinaluni gekk av skriðuni. Eysturríki møtti Týsklandi, og gjørdist talan um ein stórsigur uppá 6­1 til Týskland. Týskland vann HM aftaná ein 3­2 finalu­ sigur á tí legendariska ung­ arska liðnum. Eysturríkarar tóku seg saman í bronsu­ dystinum, og vunnu teir bronsudystin ímóti Uruguay við einum 3­1 sigri. Millum spælarnar á eysturríkska liðnum var Ernst Happel, sum seinni gjørdist ein venjaralegenda, og tjóðar­ leikvøllurin í Wien er upp­ kallaður eftir Happel. 1978 og 1982 Tað skuldu ganga 20 ár, áðrenn eysturríkarar fingu eitt gott landslið aftur. Eysturríki spældi seg til HM­endaspælið í Argentina í 1978. Millum spælarnar á liðnum var Hans Krankl, sum bert var 7 atkvøður frá at gerast ársins spælari í Evropa í 1978. Enski Kevin Keegan vann tann heiðurin. Eysturríki var í bólki saman við Spania, Svøríki og Brasil. Eysturríki legði hart út við at vinna 2­1 á Spania, og 1­0 á Svøríki. Eysturríki tapti 1­0 ímóti Brasil, men Eysturríki vann kortini inn­ leiðandi bólkin. Í millum­ umfarinum byrjaði illa hjá Eysturríki. Teir taptu fyrst 5­1 ímóti Hollandi, og síðani 1­0 ímóti Italia. Men Eysturríki hevði enn nógv at spæla fyri. Síðsti dysturin var ímóti Týsklandi, og var nógv at hevna frá 1934 og 1954. Og tað eydnaðist við einum 3­2 sigri at nokta týskarunum pláss í hálv­ finaluni. Hans Krankl skor­ aði tvær ferðir í hesum dystinum. »Undurið frá Cordoba« nevna eysturrík­ arar henda minniliga dystin. 4 ár seinni kastaðu eystur­ ríkarar og týskarar allan moral fyri borð, tá teir bara trillaðu bóltin aftur og fram í 81 minuttir. Tá var støðan 1­0 í einum dysti teirra millum í innleiðandi bólka­ spælinum, og Eysturríki og Týskland høvdu bæði spælt seg víðari, við støðuni 1­0 til Týskland. Vann Týskland 2­0, ella fekk Eysturríki stig í dystinum, so slapp Algeria víðari í kappingini. Og so.....1990 Nú kom ein lítil niðurtúrur, men í 1990 hevði Eysturríki aftur vunnið sær sætið í HM­endaspælinum, sum hesaferð var hildið í Italia. Eysturríki tapti 1­0 ímóti bæði Italia og Kekkoslovakia í innleiðandi bólkaspæl­ inum, og so bøtti tað lítið, at teir vunnu 2­1 á USA. Hálvan triðja mánað seinni stóðu eysturríkarnir á ein­ um lítlum leikvølli í einum provinsbýi í Skåne í Svøríki. Eysturríkarar mettu seg skulu kappast við danir og jugoslavar um at vinna sær sætið í EM­endaspælinum í Svøríki, sum skuldi haldast í 1992. Fá í Eysturríki høvdu hoyrt navnið »Lands­ krona« áður, tíansheldur navnið á fyrsta mótstøðu­ liðnum í tí nýggju EM­ undankappingini: »Die Færøer Inseln«. Men ikki ein eysturríkari, sum bara hevur eitt gramm av fótbóltsáhuga hevur nakran­ tíð gloymt »Landskrona« ella »Die Færøer Inseln«. Tí hesi eru hugtøk standa eisini rist í skiftandi søguni hjá eysturríkska landsliðn­ um. Og ferð aftaná ferð eru teir mintir á hetta tapið, sum nógvir altjóða fótbólts­ søgufrøðingar meta verða størstu sensasjónina í lands­ liðshøpi. Sleppa aldrin at gloyma Landskrona Ferð eftir ferð eru eysturríkar mintir á sensatiónina frá 1990. Hjá okkum er bara at vóna, at søgan endurtekur seg Kyndil-VÍF í Havn Hóast lítið hevur verið tosað um hetta seinastu vikuna, so verður hondbóltur eisini spældir um­vikuskiftið. Í Atlantic Airways­deildini verður klassiska uppgerðin millum Kyndil og VÍF á skránni sunnudagin, men í mun til so nógvar aðrar ferðir. Eisini spæla StÍF og H71 á Skála, meðan KÍF og Neistin spæla í Kollafirði. Allir dystirnir verða spældir sunnudagin klokkan 16.