fríggjadagur 24. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 162 - 24. august 2001
Nr. 162 - 24. august 2001
11
Nýggja suðuroyar-
ferjan, sum eftir
ætlan verður liðug í
2004, er skræddara-
seymað til suðuroy-
ingar og tað fer at
lúka krøvini langt
fram í tíðina
STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Nýggja ferjan, sum ætlanin
er at byggja til suðuroyar-
siglingina fyri Smyril, er
eitt skip, sum er skræddara-
seymað til suðuroyingar.
Tað fingu løgtingslimir,
landsstýrislimir og tíðinda-
fólk at vita á einum kunn-
andi fundi um skipið
seinnapartin mikudagin.
Ætlanin at byggja nýtt
suðuroyarskip er nú komin
so mikið áleiðis, at tíðin var
komin hjá Strandferðsluni
og Vinnumálastýrinum at
kunna játtandi myndugleik-
arnar, Løgtingið, umframt
Landsstýrið og tíðindfólk
um skipið.
Tað hendi á fundi á Hotel
Hafnia seinnapartin miku-
dagin.
Men teir suðuroyingarnir,
sum skuldu við á fundin,
máttu flúgva norður við
tyrluni, tí Smyril hevði aft-
ur fingið tekniskt brek sum
eina áminning um, at
nýggja skipið verður bygt,
ongantíð ov skjótt......
Stásiligt skip
Tað skerst ikki burtur, at
tað var eitt stásiligt skip,
sum Johannus Johannes-
son, projektleiðarin, hjá
Knud E. Hansen hevði at
leggja fram.
Hann duldi ikki fyri, at
tað hevði verið ein stór av-
bjóðing fyri Knud E Han-
sen at projekterað hesa
nýggju suðuroyarferjuna, tí
hetta er eitt skip, sum er
skræddaraseymað til tað
farleið, hon skal sigla.
Hann segði, at uppgávan,
sum teir høvdu fingið frá
Strandferðsluni, var at gera
eina ferju, sum kundi sigla
fýra ferðir hvønn veg ímill-
um Suðuroynna og Havn-
ina um samdøgurið og til
tað kravdust eitt skip, sum
sigldi minst 21 míl.
Skipið skuldi brúka 1,5
tíma um hvønn túr og tað
skuldi bera til at tøma skip-
ið og fylla tað aftur upp á
ein hálvan tíma.
Harumframt varð kravt,
at skipið varð trygt og sjó-
gott, at tað lýkur øll fram-
tíðar krøv, at brekað hava
góðar umstøður umborð og
at tað er bíligt í rakstri.
Reidar Nónfjall sigur, at
hvat ferðafólkum viðvíkur,
er Smyril, sum nú er, nóg
stórur, tí hann tekur 800
ferðafólk.
Men tað er serliga hvat
bilað og farmaflutningi
viðvíkur, at hann er alt ov
lítil.
– Flutningurin av bilum
er vaksin øgiligt, seinastu
árini, eins og flutningur av
treylarum og øðrum farmi.
Hann vísti á, at hetta hev-
ur ført við sær, at tað er ein
dagligur trupulleiki nú, at
Smyril er ov lítil og at ikki
allir bilar sleppa við.
Burturúr hesum, hevur
projekteringsfelagið Knud
E. Hansen í Danmark rokn-
að seg fram til, at akkurát
hetta skipið er tað rætta.
Tað er sjálvsagt mest á
biladekkinum,
at
tann
nýggja suðuroyarferjan er
væl størri og betri útgjørd
enn Smyril, sum nú er.
Men tað skerst heldur
ikki burtur, at eisini hjá
ferðafólkunum verða um-
støðurnar so nógv betri, at
tað tolir ongar samanber-
ingar við umstøðurnar um-
borð á Smyrli, sum nú er.
Smyril tekur 110 bilar.
Nýggja
Suðuroyarferjan
tekur 200 bilar.
Biladekkið er eisini sostatt
eisini bæði breiðari og
hægri enn á á Smyrli, sum
nú er. Á nýggja Smyrli
verða 60 sentimetrar ímill-
um hvørt raðið av bilum, so
gott pláss er at ganga.
Harafturat er gongurbreyt
uppá 90 sentimetrar í hvørj-
um borði, so at fólk sleppa
undan at ganga ímillum
bilarnar. Upp av biladekk-
inum sleppa fólk ígjøgnum
keysingina, sum gongur
mitt ígjøgnum skipið.
Nýggja ferjan er 22,7
metrar breið. Hon hevur
onki portur framman, men
tvey hekkuportur uppá átta
metrar hvørt. Sostatt er
hvørt portur væl breiðari
enn tað á Smyrli.
Orsøkin til, at nýggja
ferjan onki portur hevur
framman, er, at tað er bygt
sum eitt havgangandi skip
við ronkum forskipið sum
ger at tað brýtur seg ígjøgn-
um aldurnar og tískil er
nógv róligari í sjonum.
Men longdin og breiddin
á nýggja Smyrli gera so eis-
ini, at bilar kunnu koyra
umborð ígjøgnum annað
hekkuportið,
samstundis
sum bilar koyra íland
ígjøgnum hitt.
Tá ið bilar og treylarar
skulu umborð, koyra teir
umborð í stýriborð, heilt
fram í skipið, har teir snara
og koyra so afturígjøgnum
skipið í bakborði. Fyri at
tað skal vera pláss hjá
treylarum at venda, uttan at
noyðast at bakka, krevst at
skipiðå er so breitt, sum tað
er.
Hetta er fyri, at tað skal
ganga skjótt at fylla og
tøma skipið.
– Skipið skal vera ein
“effektiv trafikkmaskina”,
sum Strandferðslan sigur.
Fyri at gera tað so trygt
sum gjørligt, hevur nýgga
suðuroyarferjan tvey av
næstan øllum, eitt nú tvey
róður, tvær skrúvur og tvey
hekkuportur
-
tí
sum
suðuroyingar óivað vita nú,
kann eitt portur altíð blíva í
ólagi..... Men hon hevur
fýra motorar.
Tolir onga samanbering
Eisini
ferðafólkið
fer
sanniliga eisini at merkja
eitt stórt framstig.
Á einum ferðafólkadekki er
kafé til 200 fólk, kiosk,
upplýsing o.s.fr, salong til
130 fólk og sóldekk. Á
einum
øðrum
ferðafólkadekki
er
kafeteria til 400 fólk,
spælipláss
til
børnini,
maststova til 60 fólk og
sóldekk
Harafturat eru koyggjur til
100 fólk.
Somuleiðis kann nevnast,
at Nýggja suðuroyarferjan
hevur
serligt
rúm
til
líkkistur,
hon
hevur
sjúkrakamar,
har
lyfta
gongur
beinleiðis
av
biladekkinum
upp
á
sjúkrakamari ð og víðari
beint upp á tyrlupall, um
tað skuldi gjørt neyðugt, tí
tað hevur nýggja ferjan
eisini.
Hon hevur eisini fundarhøli
og arbeiðsrúm, har fólk
kunnu sita í friði og náðum,
spælirúm til børn, rúm til
viðføri
og
rúm
til
spælimaskinur.
Fyri at skipið ikki skal
virka alt ov tómligt, tá ið fá
fólk eru við, ber tað til at
skila teir ymsu partarnar í
skipunum av, so at onkrar
salengur verða stongdar, tá
ið fólkið ikki er so nógv.
Skræddaraseymað
til suðuroyingar
Her fæst ein hóming av,
hvussu skipið sær út innan. Á
øðrum ferðafólkadekkinum
er salong til 130 fólk, kafé til
200 fólk, spælirúm, tvey
fundarhøli, teldurúm.
viðførisrúm, gangur, wc,
rúm til spælimaskinur o.s.fr.
Við nýmótans teldutøkni ber
til at gera eina mynd av,
hvussu skipið fer at síggja út.
Her sæst, hvussu tað sær út
eitt sindur úr erva. og m.a.
sæst, at tað hevur tyrlupall.
Skipið er 135 metrar langt,
bygt sum eitt havgangandi
skip við ronkum forskipið,
sum ger, at tað sker seg
ígjøgnum aldurna. Tað er við
til at gera tað sera sjógott. At
tað stingur ein metur djúpri
enn Smyril, sum nú er, er
eisini fyri at gera tað sjógott
og sjálvandi hevur tað
stabilisatorar
Skúlastjórnarnir
halda báðir, at nógvir
fyrimunir eru við eini
samanlegging av
skeiðtænastunum hjá
Tekniska Skúla og
Handilsskúlanum
SAMANLEGGING
Jákup Mørk
Hvat hava ein handverkari
og ein skrivstovumaður til
felags? Kanska ikki so heilt
nógv, vilja fleiri vera við,
men millum hesi teljast so
ikki
skúlastjórarnir
á
Handilsskúlanum og Tekn-
iska Skúla.
Samanlegging
Teir báðir skúlarnir hava
longu í fleiri ár hjavt hvør
sína skeiðtænastu, har av
serliga tann hjá Handils-
skúlanum hevur verið skip-
að, meðan tann hjá Tekn-
iska Skúla í nógvar mátar
hevur verið skipað eftir
tørvi. Millum annað hevur
Tekniski skúli havt skeið í
nýggjari tøkni innan ymsu
handverksgreinarnar.
Handilsskúlin hevur hin-
vegin, síðani skeiðtænastan
byrjaði í 1987, lagt seg
meira eftir skrivstovuyrkin-
um. At byrja við einamest
innan teldunýtslu, men so
við og við eru onnur skeið
komin afturat, og fevnir
skeiðtænasta teirra í dag
um hópin av skeiðum innan
fyrisiting, mál, persónliga
menning o.s.fr.
Nú er so gjørt av, at
skeiðtænasturnar
skulu
leggjast saman.
Í tíðindaskrivi verður
sagt, at orsøkirnar til sam-
anleggingina sjálvandi eru
fleiri, men at tær avbjóð-
ingar, sum ein møgulig
oljuvinna fer at geva, so av-
gjørt hevur skumpað undir.
Eisini verður í tíðinda-
skrivinum sagt, at tað um-
sitingarliga
gerst
nógv
bíligari, nú skeiðtænastan
verður rikin í felag.
Raka fleiri brúkarar
Umframt teir fyrimunir,
sum eru nevndir í tíðinda-
skrivinum, so er tað serliga
ein annar fyrimunur, sum
teir báðir stjórarnir leggja
dent á, tá vit mikudagin
fingu orðið á teir.
– Við tað at báðir skúl-
arnir eru vinnuskúlar, hava
vit kanska á ein hátt ligið í
kapping við hvønn annan
um ávísar málbólkar, men
fyri ikki at stjala viðskifta-
fólk frá hvørjum øðrum,
hava skeiðstilboðini ofta
verið avmarkað, soleiðis at
vit ikki hava flutt okkum
inn á yrkisøkið hjá hvørjum
øðrum. Hetta hevur heilt
víst viðført, at summi
møgulig viðskiftafólk eru
sett millum tveir stóla, tí
ein »grá zona« hevur verið
ímillum okkum. Við eini
felags skeiðtænastu verður
málbólkurin nógv breiðari,
ella tú kanst siga, at
kontaktflatan hjá okkum
gerst størri, sigur Egon
Øregaard, og stjórin á
Handilsskúlanum er heldur
ikki ósamdur í hesum.
– Tað spælir heilt víst
inn, at kontaktflatan hjá
okkum við hesum verður
størri,
heldur
Ragnar
Magnussen.
Víðari sigur hann, at
hann ivast heldur ikki í, at
hetta eisini fer at styrkja
báðar skeiðtænasturnar.
– Bara tað, at vit eru
saman, ger vit standa okk-
um nógv sterkari í kapping-
ini, men fíggjarliga eru so
avgjørt eisini stórir fyri-
munir.
– Tá lærarar skulu út-
búgvast víðari, sleppa vit
undan at gera hetta hvør í
sínum lagi, tí í fleiri førum
hevur verið talan um at
kalla
eins
lærugreinar,
innan ymsu skeiðini. Eisini
viðvíkjandi hølisviðurskift-
um er tað ein stórur fyri-
munur, tí vit kunnu gerast
meira fleksibul, tá fleiri
høli eru at velja ímillum.
Annars er meira at lesa
um skeiðdepilin í faldaran-
um, sum júst er útkomin.
Har umframt ber eisini til
at
fara
á
alnetið
á
http:/sth.olivant.fo. Hendan
síðan verður ætlandi broytt
nakað skjótt til sdm.fo.
Verður kanska størri
Sum vit sita her úti í
Marknagili, har stjórarnir
báðir eru grannar, slepst
heldur ikki undan, at prátið
fellur inn á ein møguligan
skúladepil, sum eftir skal
liggja í Marknagili við
Handilsskúla, Tekniskum
Skúla og Studentarskúla.
Spurdir, um hetta sam-
starvið millum skúlararnar
kann hugsast at vaksa, um
talan verður um ein skúla-
depil, vilja teir báðir ikki
gera ov stórar staðfestingar,
men hinvegin halda teir, at
hetta avgjørt kundi styrkt
um skúlarnar.
– Tað er ein sannroynd, at
við tíðini gerast førleika-
krøvini innan ymsu vinnu-
greinarnar alsamt størri, og
tí eigur eitt samstarv í
nógvar mátar at vera gagn-
ligt.
– Tað verður helst eisini
neyðugt við samstarvi í
einum møguligum skúla-
depli. Vit hava jú ikki tær
stóru eindirnar í Føroyum,
og fyrisitngarliga vil slikt
samstarv altíð verða ein
fyrimunur. Bara í Danmark
hevur tú skúlar við fleiri
túsund næmingum, og ein
møguligur skúladepil fer
kanska um fevna um einar
túsund, so hóast ein slíkur
depil ljóðar ógvusligur, so
er tað kortini ikki so, sigur
Egon Øregaard at enda.
Næsta ár verður kjøl-
urin strektur og í
2004 er skipið liðugt
STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Um trý ár fáa suðuroyingar,
og allir aðrir føroyingar ein
spildurnýggjan Smyril at
sigla við.
Á kunnandi fundinum
um nýggju suðuroyarferj-
una mikudagin, fekst at
vita, at nýggja suðuroyar-
skipið verður liðugt í 2004.
Ætlanin er at brúka árið í
ár til at fyrireika bygging-
ina og næsta ár verður kjøl-
urin bygdur. Síðani tekur
tað gott tvey ár at byggja
skipið.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
felagið Knud E. Hansen,
sum
hevur
projekterað
skipið, hevur givið Strand-
ferðsluni eitt yvirlit yvir 20
skipasmiðjur
um
allan
heimin, sum felagið heldur
eru førar fyri at byggja
skipið við teimum dygdar-
krøvum, sum sett verða.
Síðani verður tilfar sent
hesum skipasmiðjunum við
fyrispurningi
um,
hvat
skipið kann byggjast fyri
og um áhugi er fyri at
byggja tað yvirhøvur.
Tá ið tað tilfarið er inn-
komið, verða nakrar fáar
pilkaðar burturúr, tær sum
ljóða mest áhugaverdar og
so verður samráðst víðari
við tær. At enda verður so
sáttmáli gjørdur við ta einu
skipasmiðjuna, sum so
byggir skipið.
Nýggi Smyril er 135
metrar langur, 22,7 metrar
breiður og hann stingur
5,60 metrar. Hann siglur 21
míl, tekur 800 fólk um
veturin og 976 um summar-
ið, og hann tekur 200 bilar.
Til samanberingar kann
nevnast, at Smyril, sum nú
er, er 92,7 metrar langur,
16,52 metrar breiður, sting-
ur 4,65 metrar, siglur 16,5
míl, tekur 800 ferðafólk og
110 bilar.
Nýggja Skipið er mett at
kosta 305 milliónir at
byggja.
Nýggja skipið er sostatt
eitt munandi framstig, men
Strandferðslan heldur, at
tað er neyðugt, tí nú er tað
næstan dagligur kostur, at
bilar standa eftir, tí Smyril
er fullur.
Hóast hetta skipið er
nógv størri enn Smyril,
sum nú er, er hann heldur
bíligari í rakstri, tí hann
brúkar tungolju.
Nýggi Smyril
liðugur um trý ár
Soleiðis sær ovara ferðafólkadekkið út. Har er kafeteria til 400 fólk, matstova til 60 fólk og spæli-
pláss til børn
Nýggjur skeiðdepil
Ragnar Magnussen og Egon Øregaard eru ikki í íva um, at samanleggingin av skeiðtænastunum
hevur nógvar fyrimunir við sær
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
11
10