Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 195 - 10. oktober 2008 lýsingar Havnar Badminton Felag – 50 ár Í samband við 50 ára hátíðardagin hjá HBF, fer felagið at skipa fyri einari stórari framsýning. Nevndini tørvar tískil gamlar myndir, lutir, ketsjarar, búmerkið, nálir, troyggjur ella eitt- hvørt annað, sum kann verða við til at lýsa søguna hjá HBF, frá byrjanini í 1958, til tíðina í høllini á Hálsi og til umvælingina av gamla svimjihylinum til badmintonhøll. Lutir kunnu latast inn í handlinum hjá Kirstin Hansen, Wrangler Shop, Niels Finsensgøta 23. Upplatingartíðir mánadag-fríggjadag kl. 10.00-17.30 Leygardag kl.10-14. Hátíðardagurin verður hildin 15. november. Tá verður skipað fyri tiltøkum, framsýning og veitslu á Hotel Hafnia. Sí heimasíðu www.hbf.fo fyri at fáa nærri upplýsingar. Vegna nevndina Bjørg Djurhuus, tlf. 215490 Helena Skaalum Mikkelsen, tlf. 250053 Marjun Niclasen, tlf. 224086 ...fá meira fyri einki! Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!