fríggjadagur 10. oktober 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 10. oktober 2008
41
lýsingar
Getsemane í Klaksvík fríggjakvøld 10/10 kl. 20.30
Lívsins Orð í Runavík leygarkvøld 11. okt. kl. 20
Filadelfia í Havn sunnumorgun 12/10 kl. 10.45
Keldan í Skálafirði sunnudag 12/10 kl. 17.00
Fyrireikararnir!
Hjálpi
jødunum
heim!
Russell Bowels, sum arbeiðir fyri felagsskapin
Ebenezer Emergency Fund, sum stuðlar
Operation Exodus í at hjálpa jødunum heim,
verður at hoyra á hesum møtum:
K U N N G E R Ð
um valevnislistar
til kommunuvalið í
Fuglafjarðar kommunu
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært
kunngerð frá Løgmálaráðnum, dagfest 23.
september 2008 verður kommunustýrisval í
Fuglafjarðar kommunu týsdagin tann 11.
november 2008.
Ein valevnislisti kann í mesta lagi hava 13
valevni og skal verða undirskrivaður av í
minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum
stillarum. Hjálagdur skal verða ein serligur listi
yvir stillarar, hvar teir skiliga eru lýstir við navni,
starvi og bústaði.
Ein persónur kann bert verða stillari á einum
lista.
Valevnislistar skulu latast inn til Jákup Frants
Larsen, býráðssskrivara ella Arnold Abraham-
sen, valnevndarformann í seinasta lagi 21.
oktober 2008 kl. 18.00 av einum stillara.
Uppskot um, hvussu ein valevnislisti eigur at
verða settur upp, kann verða fingið til vega
við at venda sær til býráðsskrivstovuna ella
valnevnevndarformannin.
Avgreiðslutíðirnar á býráðsskrivstovuni eru
millum kl. 10.00 og 15.00 mánadag til og við
fríggjadag.
Býráðsskrivstovan hevur tann 21. oktober
2008 opið til kl. 18.00.
Fuglafjørður, tann 01. oktober 2008
Kommunuvalnevndin
Arnold Abrahamsen
formaður
Fuglafjarðar
Býráð