fríggjadagur 10. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2006
Vikuskifti
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
23
Kenda danska kóki-
konan, Nanna Simon-
sen, ið vit kenna frá
sjónvarpssendingar og
matgreinar í Berlingske
Tidende, gav herfyri
tvær bøkur út um mat.
Talan er um endurpren-
tingar. Onnur snýr seg
um donsku smyrjibrey-
ðs-siðirnar og hin um
klassiska danska køkin
sum heild.
Nannas Smørrebrød, 160
blaðsíðir, innbundin, Gyldendal
Nanna hugleiðir livandi um
smyrjibreyð sum ein spennandi
lítil urtagarður, har vit hava
vónir um ljós, myrkur, lívd, luft
og nærleika. Gott smyrjibreyð
er eyðkent við slíkum marg-
feldi. Okkurt kennist mjúkt og
bleytt, annað hart og broyskið.
Okkurt er súrt, søtt, salt og milt
og kryddað. Okkurt er feitt og
sumt soltið. Allir hesir tónar
og staklutir verða ikki kókaðir
saman sum í vanligari matgerð,
men tvørturímóti settir saman
til eina heild á hesum lítla
plássi, sum rugbreyðsflís fyllir.
Allir klassikararnir eru í bókini,
»Sol over Gudhjem«, Karrysild,
Høsnasalat, Súlta, Rullipylsa,
gamal ostur osfr. Í bókini eru
vakrar myndir av smyrjibreyði.
Til smyrjibreyð hóskar seg eina
góða øl. Hetta koma vit aftur til
í næsta bókaummæli.
Smag på Danmark, 272
blaðsíðir, innbundin, Gyldendal
Stórverk um klassiku donsku
matarlistini. Rávørurnar og
siðirnar í mun til árstíð. Sera
vakurt myndprýðað bók við
anekdotum um gastronomisku
gimsteinarnar, ið finnast kring
alt Danmark. Epli, jarðber,
sild og rækjur úr fjørðinum,
skinkur, pylsur, ruðgbreyð,
kringlur og ostar. Við orðum og
myndum gevur Nanna Simon-
sen íblástur og vegleiðing fyri
vælsmakkandi mat alt árið
við støði í donskum rávørum.
Bókin hevur fingið heiðursprís
og verður samanborin við
klassiskar kókibøkur sum t.d.
Frøken Jensens Kogebog.
Nanna
Simonsen
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.