fríggjadagur 10. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 195 - 10. oktober 2008
Anders Matthesen,
»Anden« ella »Dunn
an«, ið hann verður
kallaður av summum
føroyingum, undir
helt fyri fullsettum
sali í Norðurlanda
húsinum, í gjár. Tey,
ið kenna hann frá film
um og øðrum skemti,
ið hann hevur staðið
aftanfyri, kendu
dygdina, ið tey høvdu
í væntu
Undirhald
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Við filmum sum »Terkel i
Knibe« og »Jul på Vester
bro« og undirhaldsleikum
sum »Anden paa Coke« og
»Hva’ snakker du om« og
mongum
øðrum,
hevur
Anders Matthsen seinastu
árini fylt nógv á danska
u n d i r h a l d s p a l l i n u m .
Búmerki hansara er ein
skuggamynd av eini dunnu,
ið eisini fyllir sítt í hansara
skemti.
Nógvar av hansara krønik
um eru sera moralskt iva
samar. Hann leggur eftir
rørslu og menningartarn
aðum, rúsevnismisnýtarum
og samfelagnum, men síðan
alt er skemt, verður hetta
ikki tikið illa upp.
Fyrstu ferð í Føroyum
»Anden vender tilbage«
kallast nýggjasti »stand
up« einmansleikur hansara.
Við orðinum »standup«
gjørdi hann greitt, at her
var talan um tað góða gamla
uppruna slagið, har skemt
arin hevur eina mikrofon,
eitt stativ, ein barrstól og
eitt glas av vatni – og borð
reiðir við góðum hálvum
øðrum tíma av skemti.
Ferðin hann er á, við
nýggja »Anden vender til
bage« kom til Føroya nú,
og hetta er fyrstu ferð hann
er her. Til báðar sýningarnar,
ávíkavist klokkan 19:30 og
21:30 var so at siga fullsett.
Miðalaldurin lá allarhelst
um tey tjúgu, men skemti
strekti víða og øll sótu í
skelli látri.
Hann legði út við eini
krøniku um Turkaland og
síðan um Iran, men gjørdi
greitt, at tað var ikki
rasisma, ið hann stuðlaði
undir. Eftir fyrstu løtuna
ivaðist eingin í, at góðskan
var í toppi. Restina av kvøld
inum fevndu evnini um alt,
frá brølapum og suttutrøum,
heilt til metroseksualitet og
munir á Evropa og Amer
ika.
Nógv
samfelagsrevsan
skein eisini gjøgnum skemt
hansara.
Honum
dámdi
einki lógir og avmarkingar
í fría samfelagnum, í hesi
ond, tendraði hann eina
sigarett á pallinum, meðan
hann drakk eina øl. Hann
hugleiddi eisini um skelti,
og tók stuttlig dømi fram.
– Eg áni ikki hvat stendur á
teimum føroysku, men tað
er rættiliga stuttligt at “
urin” er á øllum, til dømis
“sosialurin”, flenti hann.
Gvaggaði seg inn í hjørtuni
Anders
»Dunnan«
Matthesen
Hóast einans ein hálvur
tími var til næstu fram
sýning, hevði hann yvir
skot til at práta við Sosi
alin. Hann lat væl at
kvøldinum, Tað var
heilt fantastiskt, alt var
gott. Salurin og áskoðar
arnir. Hann legði eisini
afturat at hann vónaði at
sleppa aftur til Føroya.
Á hesum sinni hevur
hann verið í Føroyum í
eina viku. Við honum á
túrinum vóru hjálparfólk
og familja. Hesar dagar
nar hevur hann notið
landið við at flúgva við
tyrluni, vera úti í báti og
tílíkt.
Hetta var fyrstu ferð,
síðan eg av álvara byrjaði
at gera »standup« fyri
15 árum síðan, eg var
nervøsur, segði hann.
Tað vóru munirnir mill
um Føroyar og Danmark,
ið hann metti vera ein
vansa. Tí tað, ið danir
halda vera stuttligt, kann
vera fullkomiliga øvugt í
Føroyum. Hann upplivdi
eisini
at
krønikurnar
vóru ymiskt móttiknar, í
mun til tað hann var
vanur við, summar betri
og aðrar verri.
Eftir framførsluna sat Dunnan saman við fyrireikarunum aftanfyri pallin, og øll lótu væl at.
Mynd: Bergur Johannesen
Spennandi films
vikan, ið nógv tos
hevur verið um í
seinastuni, byrjar
longu í morgin í
Norðurlandahúsinum.
Fyrireikararnir eru
sera spentir um
tiltakið, og ikki minst
um undirtøka er fyri
hesum. Filmarnir
eru ikki líkir við
teir, ið vanliga eru
at síggja, men eru
heldur mentaðir og
spennandi á tann hátt
Mentan
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Leygarkvøldið klokkan 19
verður Norðurlendska films
vikan sett. Fyrsti filmurin
verður
føroyskur,
frumsýning av »Mítt Rúm«
eftir unga evnaríka Heiðrik
av Heygum. Tveir aðrir
filmar vera eisini sýndir
hetta kvøldið.
Eftirsum filmsvikan ligg
ur í heystferiuni er eisini
gjørt nógv fyri tey, ið annars
høvdu verið í skúla. Ung
dómsfilmar og barnafilmar
vera vístir um morgnar og
dagarnar, meðan kvøldini
eru ætlað til heldur tyngru
filmarnar.
Filmar, ið veruliga eru
verdir at peika út í úrval
inum eru millum annað:
Íslendski krimi filmurin,
»Mýrinn«. Belgiski »Con
trol«, ið eru um punkrokk
stjørnuna Ian Curtis, hesin
hevur vunnið 25 virðislønir.
Svenski ungdómsfilmurin
»Ondskan«,
ið
millum
annað varð tilnevndur ein
Oscar. Danski »Kunsten at
græde i kor«, ið eisini hevur
vunnið hópin av virðisløn
um, har millum Filmsvirðis
løn
Norðurlandaráðsins
2007. Og ikki minst spenn
andi íkastið frá Klippfisk,
ið kallast »Feskt Føroykst«,
her vera sjey føroyskir stutt
filmar vístir.
Til ber at bíleggja sær
atgongumerki til sýningar
nar. Prísurin fyri hvønn
film liggur á 25 ella 50
krónum, eitt atgongumerki,
ið er fyri alla vikuna kostar
250 krónur. Meira kunning
fæst á www.nlh.fo
Norðurlendsk filmsvika
Føroyski stuttfilmurin eftir
Heiðrik av Heygum, »Mítt
Rúm« verður fyrsti filmurin
og ein av forvitnisligastu
sýningunum alla vikuna.
Sunnukvøld:
Íslendskir filmar
Mánakvøld:
Norskir filmar
Týskvøld:
Svenskir filmar
Mikukvøld:
Finskir filmar
Hóskvøld:
Danskri filmar
Fríggjakvøld:
Føroyskir filmar