fríggjadagur 10. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2006
Vikuskifti
Fyrsti føroyski kokkurin, ið letur
eina uppskrift til lesararnar er
Leif Sørensen frá matstovuni
Gourmet í Havn. Leif er júst
afturkomin frá námsferð í
danska høvuðsstaðnum, har
hann seinastu vikurnar hevur
fingið sær íblástur og vitan um
nýggjastu rákini og nýggjasta
tøkni innan matarlistini. Leif
greiðir í samrøðu frá, at hann
er serliga upptikin av kjøt-
útskeringum, ið sum so ikki eru
moyr.
• Búffar sigur mær einki.
Har er eingin avbjóðing
og smakkurin er rættiliga
leiðiligur. Afturparturin á
djórum harafturímóti, hann
verður nógv brúktur og tískil
er hesin vøddin áhugaverdur í
matgerd, sigur Leif Sørensen.
• Besti bitin í afturpartinum
er culottan.Hon krevur eitt
sindur av vitan at fáa moyra
og vælsmakkandi. Men ger
man sær ómak er hetta besta
kjøtið eftir mínum tykki.
• Culotta hevur heilt røttu
samansetingina av kjøti og
feitti. Og so er culotta eisini
bíligari at keypa enn sneið
(filet).
• Culottan skal »spreingjast«
fyrst. Tað merkir at hon skal
saltast lætt eitt samdøgur
frammanundan í køliskápi.
Krydda gjarna við timiani
eisini.
• Saltið gevur smakk og
moyrnar kjøtið við tað at
bindivevnaðurin upploysist
nakað.
• Sker so við hvøssum knívi
lítlar fýrakantar í feitt-lagið,
okkurt um ½ cm í stødd.
Beint til kjøtið verður nortið.
Hetta fyri at kuta allar sinir.
• Legg so culottuna á
miðalheita pannu við feitt-
síðuni niðureftir. Gjarna
eina pannu úr stoypijarni,
ið heldur hitanum væl. Lat
so feittið spakuliga bræðna
einar 10 minuttir. Hetta fyri
at gera tað broyskið. At
enda skrúva heilt upp fyri
hitan tveir minuttir og vend
so steikini nakrar minuttir á
hinari liðini. Krydda nú við
nýkvarnaðum pipari.
• Nú skal steikin í ovnin og
interval-steikjast við lágum
temperaturi. Set ovnin á
120 gradir og koyr inn í 10
minuttir. Tak so steikina heilt
út í 8 minuttir og balla í folie.
Endurtak hetta fýra ferðir. Nú
eigur kjarnu-temperatururin
at vera okkurt um 53 hitastig.
Alt veldst um støddina, men
í hesum føri vigar culottu-
steikin 1 kg.
• Interval-steiking kann tykjast
langrøkið, men trúgv mær,
tað ger allan munin fyri
tað perfektu steikina. Tað
spreingir allar hindir og ger
hana moyra, sevjuta og
vælsmakkandi.
• Lat steikina hvíla 15 minuttir
áðrenn tú skert hana út. So
rennur sevjan ikki út og ger
steikina turra.
• Culottu-vøddurin er viftu-
formaður og vødda-fiprarnar
skulla skerast tvørtur um.
Tynsti spíssurin er vanliga har,
ið viftan samlar seg, so byrja
við at skera tvørtur um her.
• Afturvið riggar væl við
ymsum stoktum soppum við
skalotteleyki, hvítleyki og
persillu. Selleri-morl afturat.
• Ein sós,ið hóskar væl til er
mjólkasós við piparrót, leggur
Leif Sørensen afturat at enda.
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Leif Sørensen ger
culottu-steik
Kokkar og kokka-
lærlingar í Føroyum
umframt útlendskir
stjørnu-kokkar skapa og
hugleiða um uppskriftir.
24
Vínummælarin viðmælir
Chateauneuf-du-Pape afturvið.