Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 196 - 13. oktober 2008 tíðindi Millum teir 40 málingarnar á framsýningini hjá Josiasi Matras í Smiðjuni í Lítluvík er ein røð við Grindadrápi sum myndevni. Í øðrum myndum hevur listamaðurin leitað sær íblástur hjá S.J Mykines, eitt nú í oljumálninginum "Jarðsetur". Við á framsýningini eru bæði tekningar, vatnlitsmyndir og oljumálingar, og eru flestu verkini gjørd í ár. Longu áðrenn framsýningin lat upp, fekk listamaðurin ein heldur óvæntaða vitjan. Tað var eysturríski sendiharrin, sum kom á gátt í Smiðjuni og alt fyri eitt keypti eina av myndunum. Opið er hvønn dag fram til týsdagin 15 oktobur frá kl. 14.00-18.00. Tó er opið leygardagin frá klokkan 10.00 til 17.00. Josias Matras í Smiðjuni Løgreglan hevur um vikiskiftið fingið fleiri fráboðanir um leys ting, sum eru fokin í nógva vindinum um vikuskiftið LøgregLurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Um vikuskiftið hevur nógvur vindur verið, og løg- reglan hevur fingið fleiri fráboðanir um leys ting, sum hava fokið aftur og fram í nógva vindinum. Ser- liga er talan um byggitilfar, sum liggur leyst í samband við nýgerð av húsum ymsa- staðni. Fráboðanirnar um hesi tingini komu bæði fríggja- dag og leygardag, og tá nógv bygging er í landinum fyri tíðina, er vandin fyri at byggitilfar liggur leyst, sera stórur. Einki verður fráboðað um skaða, sum er staðin av at leys ting eru fokin við vindinum. Aðrastaðni í býnum varð boðað frá smávegis herverki og onkrum húsaófriði, men hetta var í tí mildara endan- um, verður sagt av politi- støðini í Havn. Nøkur fólk vórðu eisini hjálpt til hús í vikuskiftinum, men eingin hevur sovið rúsin av sær á støðini hetta vikuskiftið, upplýsir vakt- havandi. Ein 15 ára gamal drongur ætlaði eftir øllum at døma at sníkja seg við bili eftir Oyggjarvegnum til Havnar, men varð tikin á búri í Kollfjarðadali LøgregLurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Umleið klokkan tvey leygarnáttina varð steðgaði løgreglan einum bili í Kollfjarðadali, heimanfyri Royndarstøðina hjá MBM. Tað vísti seg at verða ein heldur ungur førari av bilinum, nevnliga ein bert 15 ára gamal drongur. Drongurin hevur bústað í Havn, og bilurin varð skrásettur til somu addressu í Havn, og var tað eftir øllum at døma bilurin hjá foreldrunum, hann hevði sníkt seg avstað við. Løgreglan upplýsir, at hann helst hevði í hyggju at sníkja seg eftir Oyggjarvegnum til Havnar, til tess at vekja sum minst av ansi. Men hetta eydnaðist í øllum førum ikki, og ungi drongurin varð tikin á búri í bilinum hjá foreldrunum. Løgreglan upplýsir eisini, at ungi drongurin ikki var ávirkaður av rúsdrekka. Umleið klokkan 18.30 fríggjakvøldið fekk alarmsentralurin fráboðan um nógv­ an royk í einum húsum í Sumba. Fyribilskanningar vísa, at eldurin kyknaði í køkinum LøgregLurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sumbingar fingur ein størri hvøkk fríggjakvøldið, tá knappliga sást nógvur roykur úr einum húsum, miðskeiðis í bygdini, beint uttanfyri samkomu- húsinum. Fólk í bygdini boðaðu beinanvegin frá nógva roykinum, og boð vóru send eftir sløkkiliðnum. Talan er um eini gomul hús, sum vórðu bygd fyrst í 20. øld, og húsini fingu stóran skaða av eldinum. Sløkkiliðið kom á staðið stutt eftir fráboðanina, og fingu sløkt eldin áðrenn húsini brendu í grund, men løgreglan upplýsir at nakað fitt av eld og roykskaða var. Ein maður, sum býr í húsinum, varð stutt undan farin út úr húsinum, og eingin mannskaði stóðst av eldinum. Fyribilskanningar vísa, at eldurin kyknaði í køkinum, men enn er orsøkin ikki staðfest. Brandkøn fólk eru farin úr Havn til Suðuroyar í morgun, til tess at fáa staðfest orsøkina til at eldurin kyknaði. Løgreglan fangaði tríggjar bilførarar í at koyra við kenning hetta vikuskiftið LøgregLurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tríggir mans hava meir ella minni spælt sær av við koyrikortið hetta vikuskiftið fyri at koyra við kenning ella fyri spirituskoyring. Ein bilførari varð tikin umleið klokkan hálvgum eitt í Hoyvík fyri at koyra við kenning. Klokkan hálvum fimm somu náttina steðgaði løgreglan einum bili mitt í Havnini, og vísti tað seg at vera enn ein ávirkaður bilførari. Hvørt talan var um promillu- ella spirituskoyring hjá hesum báðum, verður ikki nevnt í rapportini, men er talan í øllum førum um ávirkan omanfyri 0,5 promille. Tann triðji í røðini varð tikin í Klaksvík sunnunáttina beint eftir midnátt. Hesin koyrdi við meira enn einari kenning, also spiritus- koyring. Seinni fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at ein maður var til ampa inni í »Maverick« í Klaksvík, og talan vísti seg at vera um sama mann. Tá løgreglan kom á staðið, hevði hann tó gjørt seg til at fara avstað, og tað var tí ikki neyðugt at hjálpa honum til hús. Í Klaksvík var eisini ein fráboðan um stuldur. Um klokkan fýra leygardagin fekk løgreglan eina frá- boðan um at ein pengakassi var stolin frá eini fyritøku í Klaksvík. Illgruni var um ein persón, at hesin skuldi hava framt stuldurin, og tá løgreglan setti seg í sam- band við viðkomandi, játtaði hesin seg so sekan í stuldrinum. Nøkur fólk, sum høvdu leita sær oman í býin í Havn leygarkvøldið, sluppu eina løtu at halda eina lítla veitslu fyri seg sjálvi, nevnliga inni í elevatorinum, sum steðgaði upp Løgregurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sunnunáttina, nakað yvir klokkan tvey, fekk løgreglan í Havn fráboðan um ein elevator í klubbanum, sum hevði sett seg fastan. Inni í elevatorinum vóru nakrir gestir, sum høvdu leitað sær oman í býin í illveðrinum leygarnáttina. Sløkkiliðið varð boðsent at fáa fólkini úr elevatorinum aftur. Í okkurt um tjúgu minuttir stóðu gestirnir fastir inni í elevatorinum, áðrenn eitt starvsfólk í Klubbanum fekk latið hurðina upp og hjálpti gestunum út aftur. Hetta varð áðrenn sløkkiliðið kom á staðið, og vórðu teir tí sendir til hús aftur. Sostatt fingu hesir gestir- nir eina lílta løtu fyri seg sjálvar, áðrenn teir sluppu at halda fram við veitsluni hetta kvøldið. Fingu fleiri fráboðanir um leyst byggitilfar Stóðu føst í elevatori Tríggir tiknir fyri rúsdrekkakoyring 15 ára gamal koyrdi uttan koyrikort Eldur í húsum í Sumba