mánadagur 13. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 196 - 13. oktober 2008
Vónandi finna
íslendingar nú útav, at
tyngdarlógin eisini er
galdandi har. Soleiðis
sigur íslendski
journalisturin Helgi
Arnþorsson, sum býr
og starvast í Føroyum
Íslandskreppa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Í krepputíðum finna fólk
útav, at tey í veruleikanum
bara eiga hvønn annan og
løtuna nú. Nakað soleiðis
tók íslendski bispurin til í
troystarorðum til tjóðina nú
um dagarnar.
Hesi orðini hava fest seg
hjá íslendska útisetanum,
Helga Arnþorsson, sum
hevur búð uttanfyri heim
landið í eina fjórðingsøld,
harav seinastu fýra árini her
í Føroyum.
Hóast ávaringarljósini
hava blunkað í fleiri ár,
hava vit ikki trúð uppá, at
tað kundi endað so galið.
Tað er heldur ikki lætt, tá
tað gongur so gott í gerand
isdegnum, og fólk kunnu
arbeiða alt samdøgri, um
tey vilja. Men tað, sum veru
liga hevur virði, til dømis
børnini, hava goldið prísin,
tá foreldrini altíð hava
arbeitt, sigur Helgi Arnþors
son, sum er giftur føroyskari
konu, sum hann eigur tvey
børn saman við. Tey hava
búð í Føroyum síðan 2004,
tá hann varð settur í starv
sum tíðindaleiðari á Dimma
lætting. Árini frammanund
an búðu tey í Danmark.
Familjur í upploysn
Í dag starvast Helgi Arn
þorsson í Eikbanka sum
verkætlanarleiðari, og hann
fylgir væl við í øllum tí,
sum fer fram heima í Ís
landi. Millum annað hevur
hann samband við familjuna
í Íslandi fleiri ferðir um
vikuna.
Foreldrini
eru
hampiliga væl fyri, tí tey
eru pensionistar, meðan
størstu ofrini eru ungu
barnafamiljurnar, sum hava
sett búgv seinastu árini.
Vit vita, at tað er tungt
at seta búgv. Tá so allar
útreiðslurnar brádliga tví
faldast, er tað næstan ein
natúrlóg, at familjurnar fara
í upploysn, tí ráð eru ikki til
tað stuttliga longur. Men
tað loysir sjálvandi onki at
fara hvør til sítt, sigur Helgi
Arnþorsson,
sum
hevur
verið gestur í Íslandi í nógv
ár.
Har hevur verið eitt øgi
ligt virksemi har fólk full
komiliga hava mist jørðfor
bindilsi. Tey hava havt
óhugnaliga nógvar pengar
millum hendurnar og øll
hava verið við so ella so,
sigur Helgi Arnþorsson.
Útrásabarónar
skuldina
Nú kreppan klórar, er lætt
at geva øðrum skyldina fyri
sjálvur at sleppa undan
ábyrgdini. Í Íslandi eru tað
serliga eini 1520 sonevndir
útrásabarónar, sum hava
gjørt íløgur í milliardaklass
anum, ið verða lagdir undir
at hava kollrent búskapi
num.
Men tað loysir seg ikki
at geva nøkrum skuldina.
Allastaðni er tað vorðið
nógv dýrari at læna pengar.
Útrásabarónarnir hava verið
dugnaligir
handilsmenn,
men umhvørvið hevur
kanska ikki altíð verið sunt,
tí alt hevur verið so saman
tvinnað har uppi. Íløgurnar
teir hava gjørt úti í heimi,
hava ofta hepnast væl. Men
tá man er kapitalistur og
ikki hevur kapital, so má
man læna pengar. Og tá tað
nú er vorðið so dýrt at læna
pengar, endar galið, sigur
Helgi Arnþorsson, ið ikki
fekk illgruna um nakað
óvanligt, fyrr enn fyri
einum ári síðani ella so.
Eg havi hildið, at føroy
ingar eru eitt sindur øðrvísi,
tí teir hava í fleiri ár sagt, at
hetta er ein bobla, sum fer
at bresta. Eg trúði veruliga,
at tað fór at eydnast í Ís
landi, men fyri einum ári
síðani vendi mín áskoðan,
tá tað bleiv dýrari at læna
pengar, sigur Helgi Arnþors
son.
Óbúgvin skipan
Eg hevði ikki í mínum vill
asta fantaisii ímynda mær,
at tað fór at enda so galið,
sigur Helgi Arnþorsson,
sum heldur, at kreppan í
veruleikanum botnar í ein
ari veiðimentan, eins og í
Føroyum. Hann vísir á, at
stórur partur av orsøkini er
at finna í mentanini, og at
landið á nógvan hátt er
óbúgvið.
Ísland var eitt menn
ingarland líka til aftaná
kríggið. Vit hava ment
okkum við risa ferð, har
materiellu virðini og løtu
vinningurin hava havt ov
stóran týdning. Man vil
bara eiga og hava, og helst
meira enn grannin. Alt hetta
botnar í roynd og veru í
gomlu veiðimentanini, har
tað snýr seg um at fiska,
meðan fiskur er, arbeiða,
meðan arbeiði er, og at taka,
meðan nakað er at taka,
sigur Helgi Arnþorsson.
Kortini trýr hann, at lands
menninir og kvinnurnar
fara at læra av hesum.
Eg ivist ikki í, at tjóðin
fer at yvirliva, tí tá tað veru
liga stendur á, standa fólk
saman. Men teir mugu fyrst
viðganga, at tyngdarlógin
eisini er galdandi fyri íslend
ingar.
Annelise Molin vitjar Demokratia
Í hesum døgum skipar Demokratia fyri vitjan av Annelise
Molin í Føroyum. Annelise Molin er virkin í donskum lands
og kommunupolitikki. Frá 19942003 var hon borgarstjóri í
Nexø kommunu á Bornholm. Skipað verður fyri trimum
tiltøkum við Annelise Molin. Cafékvøld fyri kvinnulig valevni
og onnur áhugað vera í Mettustovu og í Kongshavnar
Kvinnufelag á Glyvrum. Annelise Molin greiðir frá sínum
royndum, bæði teimum góðu og ringu. M.a. kennir hon væl til
kvinnuliga óttan og ivan, og sjálv hevur hon havt hug at bakka
og gevast, men hevur altíð funnið ein veg at venda støðuna til
tað positiva. Eisini verður kjak og tónleikur.
Almennur fundur um at
keypa sær býráðssess
Í sambandi við vitjanina há Annelise Molin verður ein almennur fundur verður í
Miðlahúsinum við heitinum Kann man keypa sær ein sess í býráðnum? Annelise
Molin greiðir frá sínum royndum í politikki og um týdningin av politiskari javnstøðu.
Beinta í Jákupsstovu, Eirikur Lindenskov og Sólfríð Fjallsbak kjakast um valstríð og
kostnað. Guðrið Hansdóttir spælir og syngur. Skráin er hendan: Týskvøldið klokkan
19.30: Cafékvøld fyri kvinnulig valevni kl. 19.30 í Mettustovu. Mikukvøldið klokkan
19.30: Cafékvøld fyri kvinnulig valevni í Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum.
Hóskvøldið 19.30: Almennur fundur Kann man keypa sær ein sess í býráðnum? í
Miðlahúsinum. Les meira á www.facebook.com
Kreppan
fer at
styrkja
íslendingar
Helgi Arnþorsson heldur, at íslendsku landsmenninir- og kvinnurnar fara at læra av hesum. - Eg ivist ikki í, at tjóðin fer at
yvirliva, tí tá tað veruliga stendur á, standa fólk saman, sigur hann.